hósdagur 17. mai 1984síða 16
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
25
Lysingar:
Lysingarmadur okkara er ráðgevari hjá fyritskum og
einstaklingum í lýsingaspurningum. Hetta verður
Tit ringja — vit skriva Så
Er nakað á våsi? — Ilvamål?
Ein spurningur, ella tidindi, so ring til okkara. sf
Vit ft reidar! gjørt uttan meirkostnad fyri lysaran.
Ikki bert ......
agny Joensen
spurningur
um pening
— men heldur, hvussu sjónvarpið skal fáa
útbúgvið fólk, sum kann fylla karmin,
sigur Jóan Hendrik Winther Poulsen, mál-
Jóan Hendrik Winther Poulsen: — Vit tosa altíð um pengar, sum er tað tann
einasti vandin við sjónvarpinum. Eg haldi at vit skulu venda spurninginum
um. Hvussu nógv kunnu vit gera, um einki útbúgvið fólk er til at taka. Tá
freðingur í samreðu við Sosialin
Hvat heldur tú um stóru
sjónvarpsíleguna og upp-
hæddina av hyggjara-
gjaldinum, sum helst fær
ávirkan á feroyskan tekst
og sendingartilfarið?
— Eg hyggi ikki reglu-
liga í sjónvarp, so eg eri
helst ikki tann serkøni á
hesum eki. Tó haldi eg, at
tað sum higartil er komið
fram í sjónvarpsmálinum,
hevur verið ein spurning-
ur um pening.
Sjónvarpsmálið snýr
seg kortini ikki bert um
pengar, tí tað er meira
umráðandi at fáa útbúgv-
ið fólk at arbeiða við
myndaupptøkum 0.Ø.
tekniskum fyribrigdum,
tíðindafólk 0.0. — stutt
sagt serken fólk, sum
skulu gera sjónvarpssend-
ingar sum heild.
— Í hesum máli eins og
við so nógvum eðrum í
okkara samfelag, so
verður bert tosað um,
hvussu nógv tað kostar,
og ikki um, hvat sjón-
varpið skal brúkast til.
Orðafellið >Tað sum er
illa yrkt, verður illa kveð-
ið<, hóskar væl til hesi
viðurskifti. Vit eru komin
í eina trongsteðu, sum vit
sjálvi hava skylduna av.
— Tað er í sjálvum sær
ein leiðilig steða, at al-
menna sjónvarpið nú skal
til at traðka sínar barna-
skógvar. Hetta er úrslitið
av, at sjónvarpsfelegini
fingu sendiloyvi, og hava
sent í fleiri ár. Vit eru
vorðin forvand, men
veruleikin er tann, at vit
nú skulu byggja upp eitt
alment sjónvarp á berum
botni!
Fyrr hevur verið sagt,
at stovnurin skuldi vera
lítil og at hann ikki kravdi
stóra manning og pengar,
men her væntar stórliga
ein ávísur politikkur fyri,
hvussu innihaldið skal
verða.
Hava politikarnir
ábyrgdina av hesum?
— Tað virkar í hvussu
so er ógvuliga óbúgvið, at
politikarnir ikki hava tikið
málið meira í álvara.
Hetta er eins og so nógv
annað í tíðini, eyðkenni
fyri samfelag okkara, at
meira tað útvortis verður
dyrkað, ístaðin tað innvor-
tis.
Tað skal nú ikki liggja
nekrum til last, at am-
boðini í sjónvarpinum eru
góð. Nú er bert eftir at
vóna, at tað finst ein
loysn, so vit fáa útbúgvið
fólk til henda nýggja fjøl-
miðil.
Áður vóru vit í tí ser-
steðu, at útlendingar
evundaði okkum, tí vit
einki sjónvarp hevdu.
Kortini haldi eg ikki, at vit
frameftir kunnu nokta fyri
hesum, tí vit eiga ikki at
avbyrgja okkum frá um-
heiminum. Bert er tað
spell at einki hevur verið
gjørt fyri at fylla út karm-
in, tá vit nú høvdu stundir
og meguleikan at út-
byggja á rættan hátt.
Tí skilji eg ikki, hví
sjónvarpið ikki fær ta
fíggjarjáttan sum krevst
til slíka uppbygging.
Ein skúli fyri fólkið
— Viðvíkjandi Útvarp-
inum, so hava vit sæð,
hvussu hesir almenni
stovnur hevur roynt at fáa
fíggjarligt grundarlag við
pengaspæli — bert fyri at
halda neyðina frá
durinum.
Tað kann ikki verða
rætt, at almennir stovnar
sum hesir ið virka sum
skúlar fyri alt fólkið, skulu
fíggjast á slíkan hátt.
— Í eini samreðu varð
sagt, at sjónvarpið skuldi
selja sína veru eins og
aðrir handlar, men hver
hugsar um at nýta t.d.
fólkaskúlan sum handil!
— Tað er óhugsandi! Sjón-
varpsstovnar verða heldur
ikki riknir handilsliga i
teimum londum kring
okkum, sum vit annars
vilja samanbera okkum
við.
Er reklamu-sjónvarp
einasta loysn fyri at fáa
feroyskt háttað tilfar í
sjónvarpið?
— Tað haldi eg hevði
verið ein háan móti áskoð-
arafjøldini! Sjálvur havi
eg sæð, hvussu sjónvarp,
figgjad av fyritøkum er
håttad, tå eg i 1967-68 var
i USA. Har sóu vit send-
ingar, sum allar vóru kut-
aðar við handilslýsingum,
— sjálvt sjónvarpstíð-
indini. Um hetta mundið
var Vietnam-kríggið í
hæddini, og eg minnist
eina sending frá vígvell-
inum, sum varð kvett við
lýsing um fekst kjet!
— Nú var tað ikki lit-
sjónvarp, men ein og hver
kann ímynda sær, hverja
ávirkan slík sending
hevur. Tað kann meguliga
kallast eitt slag av tíðar-
ójavna. Onnur sending
var tá Robert Kennedy
varð myrdur. Ein sonur
hansara fekk deyðsboðini
gjegnum sjónvarpið,
uttan at hann visti av
hesum frammanundan.
Heldur tú at danska TV-
avísin skal sendast óredi-
gerað?
— Eftir tí sum sagt og
skrivað hevur verið, er tað
henda sending, sum mest
verður grátið eftir í letuni.
Slíkar sendingar hava
nytta pengar lítið
flutt okkum langt av leið.
— Í fjør kom eg inn í eitt
hús, har donsku sjón-
varpstíðindini júst vóru
send. Veðrið hevði verið
vánaligt í nakrar dagar, og
tí vóru hesi tíðindi fýra
dagar gomul. Vit sóu,
hvussu veðrið fór at verða
í Danmark mánadagin
fyri.
Annar trupulleiki við
hesi sending er, at hon er
gjørd til fólk í eðrum
landi. Tað sum hevur
hevuðstýdning fyri fólk í
fremmandum samfelag,
kann ongantíð hava
týdning fyri okkum. Tey
eru borin av fólki, sum
ikki hava rót í her og sum
ikki tosa sama mál sum
vit.
Hverja ávirkan fær
sjónvarpið á føroyska mál-
ið, um stórur partur av
sendingunum eru út-
lendskar?
— Síðan farið varð undir
at stríðast fyri føroyska
málið, hevur tað fet fyri
fet gingið framá, og vit
hava vunnið málinum eini
rættindi fyri og onnur
eftir. Tó er ikki komið
fram á mál, men kortini so
mikið, at nærum øll blød
bert nýta feroyskt mál
o.s.fr. Tí virkar tað ógvu-
liga rangvert, at so árins-
mikil fjølmidil sum sjón-
varpið at kalla einki
føroyskt tilfar sendir —
ella bert fáar sendingar
av og á.
Vit hava ikki nakrar
kanningar at halda okkum
til, hvert tað ávirkar
málið, men vit vita hvussu
torfert tað er at finna eitt
føroyskt orð. T.d. spyrja
vit ofta okkum sjálv fyrst,
hvussu tað eitur á donsk-
um.
Stendur feroyska málið
enn veikari enn framman-
undan?
— Um nú allar send-
ingar verða á fremmand-
um máli, kveld eftir kveld,
kann tað ikki annað enn
fáa ávirkan á mál tilvitið
hjá fólki. Tey fara at
hugsa á fremmandum
máli, og hetta er enn hætt-
isligari í sjónvarpinum,
har myndir fylgja við,
sum virka enn sterkari á
einstaklingin.
Hvussu kann feroyska
málið best varðveitast,
undir núverandi umsteð-
um?
— Tað er alneyðugt at
so nógvar sendingar sum
gjørligt verða føroyskar,
harnæst at útlendskar
sendingar verða tekst-
aðar, so málið kann menn-
ast og mýkjast.
— Hetta er ikki bert ein
spurningur um pengar,
men um kunnleika og
medvit fyri tí, sum skal
koma fólkinum her til-
góðar.
— Tað er ein sannroynd,
at tað krevst stór skúling
til at gera hetta arbeiðið,
— og tað er ikki bara sum
at siga tað!
Hava roynt okkum
— Tá tað kom upp á tal, at
sjónvarpið skuldi stovn-
ast, gjørdu vit av at skipa
fyri skeiði um at teksta
filmar til feroyskt mál,
fyri næmingunum á Fróð-
skaparsetrinum. Hetta
varð gjørt við ti í huga, at
onkur teirra kanska seinni
fór at arbeiða fyri sjón-
varpið.
Arbeiðið við at teksta til
foroyskt var ógvuliga
áhugavert, men ikki lætt
vunnið.
Hvussu langa tíð tók
tað at teksta ein film,
— Vit arbeiddu við
hesum tilfari í tveir tímar
um vikuna. Eg veit ikki,
men ið hvussu so er gingu
nakrar vikur til vit vóru
liðug.
Vit hava síðan fingið at
vita, at korini hjá út-
lendskum týðarum eru
betri enn okkara. Til sam-
anberingar kann sigast, at
vit fyrst noyddust at
skriva danska tekstin á
filminum av, síðan týða til
føroyskt. Aðrastaðni fær
týðarin upprunahandritið,
sum hann kann halda seg
til. Higartil hevur tað ikki
verið gjerligt her. Hóast
vit hildu okkum fáa gott
úrslit av hesi roynd, so er
neyðugt at upprunahand-
ritið er til, umframt ken
fólk til slíkt arbeiði, — og
tað gerst ikki frá einum
degi til annan.
Av hesum sæst, at tað
ikki bert er ein spurningur
um pengar, men um kunn-
leika innan týðingar-
arbeiðið, umframt
føroyska målrøkt og stav-
seting, sigur Joan
Hendrik Winther Poulsen,
at enda.
FJARÐA-HÚS