Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-05-19, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. mai 1984síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Skemdargerðin sum lýsir Dagblaðsmuruna Tekstur og myndir: Jan Miiller, blaðmaður Mánadagin í farnu viku varð blað- stjórnarfulltrúin á Dagblaðnum, Ola Jákup Rólantsson í Kirkjube. Har leitaði hann fram órudd ol. og avmyndaði tað og setti í Dagblaðið. Hetta fyri at vísa, hvussu ein bygd, eitt bygdasamfelag dálkar og óruddar. Eingin tekstur. Mynd- irnar skuldu tala fyri seg. A veg aftur til Havnar tveitti hann rest- irnar av filmsrullu og innpakningi á vegin í Kirkjube og segði takk fyri seg. Beint við síðuna av vegjaðaranum stóð eitt ruskílat. Tað brúkti hann ikki, men av- myndaði tað ístaðin, soleiðis, at lesarar Dagblaðsins skuldu binda orðið Rusk saman við endamálinum: at gera Kirkjube til eina óhumskubygd. Henda grein er ætlað sum ein verja av skrivifrælsinum. At vit ell eiga — serliga vit, sum arbeiða við blaðskriving — at kenna ábyrgd. (Lat meg her siga, at henda grein er ikki vend móti blaðmonn- unum á Dagblaðnum Ólavi og Andor. Teir kenna ábyrgd fyri sínum arbeiði. Teir virða eisini sítt starv so mikið nógv, og sínar starvsfelagar á hinum bleðunum, at teir eru limir í Feroya Blaðmannafelag). Henda grein snýr seg harafturímóti um leiðsluna á Dagblaðnum. Blaðstjórnar- fulltrúan, Óla Jákup Rólantson og sjálvan blaðstjóran Óla Breckmann. Skemdargerðin í Kirkjube fær ein at hugsa um sjúkar heilar. Hon fær meg at óttast, tá eg síggi Ola Breckmann á sigursferð síni á politiska leikvellinum. Slíkar metodur hava gjert hann bæði til tingmann og fólkatingsmann. Skulu somu metodur nú brúkast til at flyta Ó.B. víðari meguliga út í Tinganes, so verður als ikki stuttligt at vera tann feroyingur, sum í framtíðini fer at hava aðrar hugs- anir enn hesin sami Óli Breckmann. Eg haldi, at dømid »Myndir ur Kirkju- bø« talar fyri seg. Nå mugu vit onnur taka avleidingarnar og visa okkara and- stygd við slíkt. Óla Jákup Rólantson átti aftaná hesa skemdargerð og tí vanvirðing hann hevur víst blaðyrkinum at sagt blaðyrkinum farvæl og fari í annað starv. Kanska hann tá verður betri ferur fyri at liva upp til sannar menniskjansligar eginleikar. nekrum viði Hann hevði HVÍ!!! Eg spurdi meg sjálvan fleiri ferðir og kundi bert finna eittans svar: Undir- gravingarvirksemi, terror, vanvirðing, split. Tað snýr seg um eina myndafrásegn í Dag- blaðnum tann 11. mai í ár. (sí niðurfotograferaðu síð- una). Undir heitinum »Myndir úr Kirkjubø« hevur upphavsmaðurin funnið fram nakrar mynd- ir, sum eftir ellum at dema, skulu vísa fólki kring alt Feroya land, at í Kirkjube er órudduligt og skitið, at kirkjubefólk dálka sítt egna umhvervi. Eingin tekstur fylgdi við myndunum, so her varð heilt greitt, at upp- havsmaðurin vildi hava myndirnar at tala sítt egna greiða mál. Nú man onkur, sum lesur hetta, helst halda, at eg eri í so erkvisin at taka henda spurningin fram og gera so nógv burturúr. Eg eri ósamdur. Henda myndafrásegnin sigur mær so nógv um nakrar ávísar menniskjansligar eginleikar. Tað eru teir eginleik- arnar og avleiðingarnar av teimum, sum eg vil nema eitt sindur við her. Nógv hevur verið tosað og skrivað um at leggja eina ferjulegu í Kirkjube. Fólk í Kirkjube eru bæði fyri og ímóti. Fleiri teirra vísa á, at ein ferjulega har á staðnum fer at hava óhepna ávirkan á tey seguligu fornminni, sum eru í Kirkjube. Eg skal ikki her taka steðu fyri ella ímóti eini ferjulegu í Kirkjube. Tað kemur ikki júst hesum málinum við. Men eg havi varhugan av, at maðurin á Dagblaðnum, sum hevur tikið myndirnar í Kirkju- be, hevur gjert tað við ferjuleguni í huganum. Hann man hava hugsað, at nú kirkjubefólk tosa um vekur og segulig forn- minni í Kirkjubø, sum ikki mugu forkomast, so áttu tey heldur at hugt eftir, hvussu sær út í Kirkjubø. "Jú, eg skal fortelja Feroya fólki, at í Kirkjube finst órudd, og at kirkju- befólk dálka meira enn onnur< hevur Dagbiaðs- maðurin hugsað. Lykilin í og fótin á speedaran. Í Kirkjube finnur hann sær okkurt sum minnir um órudd og humsku og avmyndar tað, og so í blaðið við tí. Væl skorið til, soleiðis, at bert »Orudd« sæst. Ja, so umhugsin hevur Dagblaðsmaðurin verið, at hann bert hevur tikið mynd av uttanfyri bóndahúsini og ikki av eini nýggjari hurð og tí arbeiði, sum varð í gerð við síðuna av og sum ikki var liðugt. Tá eg hevði hugsað eitt sindur meira um mynda- frásegnina í Dagblaðnum gjerdist eg ikki sert upp- estur og vónsvikin í einum. Tí hví skulu vit, sum skriva bleð brúka slíkar 6humsku-metodur at rekka einvís politisk endamál. Í hesum ferinum at dálka eina bygd, eitt lítið bygdasamfelag, soleidis at tad i eygunum å eðrum stendur, sum nakað óreint! Hví leita sær fram ávís motiv, sum als ikki eru samsvarandi heildini! Hví Kirkjube! Eg helt sum fráleið hesa gerð vera so óreina og ómenniskjansliga, at eg setti meg í samband við fólk í Kirkjube og spurdi um tey ætlaðu at skriva ella gera nakað við málið. Svarið eg fekk var greitt. Kirkjubefólk vildu hava frið. Tey ynsktu ikki at fara í orðadyst við Dag- blaðið. Tey vóru sjálvandi uppest og fleiri teirra hevdu sæð henda legna mannin — Óla Jákup Rólantson — ið er næsti maður Óla Breckmanns, fólkatingsmann, á Dag- blaðnum. sneytað í ymsum krókum og avmyndað okkurt her og okkurt har. Nekur bern hevði hann eisini tikið mynd av. Men tey vóru helst ov fitt og vekur, at tey hóskaðu ikki inn í ráðagerðina, = at vísa Kirkjube og fólkið har, sum umboð fyri órudd og óhumsku. Lat meg líka her nevna, at Óla Jákup Rólantson, ja, eg verið noyddur at brúka kristna navn hans- ara, tí tað var hann, sum tók myndirnar, og tað torir hann helst eisini at standa inni fyri — at hann var so lítið umhugsin ella óreinur, at hann tveitti tómu films rulluna og inn- pakningin á vegin, tá hann koyrdi avstað út úr Kirkjube. Ein og hver kann so ímynda sær dupultmoralin: fyrst at leita sær til Kirkjubear at taka myndir av óruddi og so sjálvur at tveita sítt egna burturkast út á vegin í Kirkjube, hóast eitt ruskílat stóð beint har nærhendis. Skilji tað, hver, ið vil! Eg kundi ikki lata vera, men fór so sjálvur til Kirkjubear. Har metti tú eini vakrari og lívgandi sjón. Sólskin, smálomb, tjaldur og ternur, børn og om DA Myndir år Kirkjubø Soleiðis sá sidan ut i Dagblaðnum henda dagin. Og á síðu 3 síggja vit, hvussu tað í veruleikanum sær út í Kirkjube — hesum seguríka og náttúruvakra plássi. (Leggið til merki myndina ovast til vinstru bæði í Dag- blaðnum og í Sosialinum. Soleiðis manipulerar leiðslan á Dagblaðnum við veruleikanum. Ein mynd, sum vísir, at tað verður arbeitt, verður kutað av á miðjuni, soleiðis, at tað sær út sum um, at har liggur órudd og rekst. Og myndina niðanfyri við burturkastinum hjá Dagblaðs- manninum og ruskílatið við síðuna av. Tær tala fyri seg. Og somuleiðis hinar myndirnar). fólk í arbeiði, angi av tara osfr. Ein sonn freði at koma til hetta so náttúru- vakra og friðsæla pláss. Eg royndi at leita eftir teimum plássum, sum Óla Jákup Rólantson hevði avmyndað. Tað eg sá vóru ruskiløt sum jú skuldi víst, at fólk ikki dálka, ymisk amboð og bygn- ingar, sum landsverkfrød- ingurin eigur o.a. Hóast eg royndi at leita fram órudd, so var trupult at síggja nakað. Haraftrat kemur, at tað er so vakurt í Kirkjube, at hesin vakur- leiki og henda friðsæla tú metir har, fær teg at gloyma alt órudd. Eg tók so nakrar myndir, sum eru her. Eg tók eisini mynd av við- inum uttanfyri bóndahús- ini. Men meðan Óla Jákup Rólantson bert tók viðin við fyri at tað skuldi vísa órudd, so myndaði eg allan sannleikan. Har varð arbeitt uppá eina hurð 0.a., tí lå viðurin har. Eg tosadi vid folk i bygdini um myndirnar i Dagblaðnum. Tey vóru ikki sert skelkað, ti føroy- ingar plaga ikki at sáa split og at vanvirða onnur á slíkan hátt. Men tey ynsktu ikki at skriva nakað. Tey vildu bert hava frið. Eg segði teimum, at henda skemd- argerðin var so ólekkur og so stinkandi, at onkur mátti tríva í pennin. Nú eri eg ikki tann rætti at skula verja Kirkjube ella kirkjubefólk. Tað megna tey nógv betur sjálv. Eg kann tó ikki lata slíkt fara fram við óátalað. Tá eg skrivi hesi orð, so er tað ikki sum sosialistur, ella loysingarmaður, ei heldur sum sambands- maður ella fólkafloks- maður. Heldur ikki sum protestantur ella jehova fyri tað. Tað er sum menn- iskjað og sum blaðmaður, at eg skrivi hesi orðini. Hetta er heldur íkki ætlað sum nakað orðastríð við Dagblaðið sum so. Eg vil bert biðja fólk fáa eyguni upp fyri, hvat í veruleikanum býr undir Framhald á síðu 8