Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-05-19, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. mai 1984síða 20

‹ fyrra síða allar 20 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tit ringja — vit skriva Er nakað á vási? — tvamál? Anti-demokrati Í 14. September 16. mai, ger John Dalsgaard, blaðmaður, viðmerkingar til eina samreðu i Sosi- alinum við Óla Breckmann, um sjónvarpsmálið. Hann er ein av politikarum okkara, ið hevur verið spurdur um sína hugsan viðvíkjandi hesum. Hinir politikararnir hava verið Hilmar Kass, Pauli Ellefsen, Jóannes Dalsgaard og Finnbogi Isaksen. John heldur, at henda greinin er eitt dømi um, hvussu føroysk pressufólk lata seg tosa oyruni av sær. Nógv skal ein hoyra áðrenn oyruni detta av, men tað er nú einaferð uppgávan hjá einum blað- fólki. sum biður annan siga frá sínum sjónar- miðum um eitt ávíst mál, at lurta og endurgeva tað sum sagt verður. Hóast eg havi arbeitt við slíkum í mong ár, so eru oyruni ikki dottin av enn, og tað er júst oyruni og eyguni, sum eru umráð- andi í hesum yrki. Atfinningarnar eru altíð góðar, og tær eigur tú ongantíð at koyra frá tær. Alvarsligari haldi eg tað vera, tá John Dalsgaard ger seg til talsmann fyri, hvat er hóskandi at koyra í Sosialin, og hvat ikki eigur at nýtast sverta til í hesum blað. Hann heldur, at demokratiska (tjóðveldis?) hugsjónin ikki verður vard, um slík afturhalds- hugsan sum Óla Breckmanns sleppur framat. Um John Dalsgaard bert vil hava tjóðveldishugsjónir fram í 14. September, so er tað hansara sak, — ikki min. Tað ljóðar ikki demokratiskt! Hann skrivar: »Oli tosar ikki um almenna sjón- varpið í samreðuni við Dagny. Óli sleppur at bera síni anti-sosialu sjónarmið millum reglurnar. Hann sleppur at traðka føroyska skattgjaldaran við jarnhæli sínum, í trýnið“. Tað er júst tað, John! Greinareðin um sjónvarpsmálið var júst, at fáa so nógvar og fjølbroyttar meiningar fram, sum gjørligt. Ut frå tí sjónarmiði, at fólk skulu hava meguleika at gera sær sínar egnu metingar. M.a. skrivingin hjá John Dalsgaard er tekin um, at hetta hevur eydnast. Bert ger hann sær ikki far um, at vanligir lesarar eisini kunnu greina sundur tað, sum hesir politikarar hava sagt um sjónvarpsmálið. Tað er álvarsamt, tí við hesum ger hann lesarin til býttling, sum ikk: dugur at gera sær sínar egnu metingar Eg veit ikki hvat demokrati stendur fyri í huga- heimi John Dalsgaards. men um demokrati er bert at loyva teimum framat, sum hava somu hugsan sum ein sjálvur, so líkist tað ikki júst tí, sum hetta orðið hevur at týða fyri meg. Nógv gott hevur verið sagt í greinareðini um sjónvarpið, men so sanniliga eisini nakað, sum eg ið hvussu so er ikki kann góðtaka. Tað er bert ikki uppgávan hjá blaðfólki í sjálvum sær at fáa tær »røttu« meiningarnar fram, ti tá fær lesarin ikki meguleika at døma um heildina. Tó at eg havi varhugan av, at ikki allir politik- arar (nú havi eg bert tosað við ein úr hverjum flokki) hevdu nakra ávísa meining um hetta mál, so haldi eg kortini at vit við hesi greinareð hava fingið nøkur sjónarmið fram, samstundis sum teir spurdu hava verið noyddir til at umreða hetta. Spurningurin er síðan, hvat verður gjert fyri at lofta sjónvarpinum, so tað fær meguleika fyri at virka, — til gagns fyri fólkið og samfelag okkara sum heild. Tað gerst ikki við bert at útihýsa tey mest ódámligu sjónarmiðini. At enda John Dalsgaard: Lesarnir eru ikki býttlingar. Demokrati er m.a. at loyva ellum at koma fram við sínum sjónarmiðum. Dagny Joensen ON KN Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara. Vit eru til reiðar! MÁ Lýsingar: Jákup Birgir Mohr, bygdaráðsformaður á Sandi: amgongan sigur nei til at hjálpa sandoyingum Verður innsiglingin ikki gjørd djúpri er vandi fyri, at fleiri skip fara at fáa skaða, og at tey sum frálíður ríma av Sandi og av- reiða aðrastaðni. Sosialurin hevur tosað við bygdaráðsformannin á Sandi um henda spurningin Hann sigur: — Tá Sands kommuna í vár frætti, at landsstýrið ikki fór at leggja nýggju havnaætlanina á ting, sekti kommunan um at fáa eina lítla játtan til at dýpa innsiglingina til Sands Havn. Sands havn, sum er ein sera virkin havn, hevur ein stóran trupulleika. Tað er, at skipini í innsigl- ingini botna. Innsiglingin er ov grunn. Tað kundi verið bett um hetta fyri lutvíst smáar upphæddir. Jákup Birgir Mohr upp- lýsir, at Sands kommuna sekti um at fáa eina játtan uppá 2-4 mill. kr. — Fingu vit 2 mill. kr., so kundu vit klára restina sjálvir. Men samgongan segði korta nei. Vit fingu onga krónu til hetta arbeiði. Atkveður Okkara meting er, at henda samgonga játtar mest og best pening, har teir sjálvir eiga nógvar at- kveður. Teir jåtta ikki eftir, har tervurin er. — Hverji pláss sipar tú til? — Td. á stórplássinum sum í Havnini, á Skála- fjorðinum, vesturi í Vágum. Har hevur ligið væl fyri at fáa pengar, og har eiga teir eisini nógvar atkveður. Meðan til Sandoynna hevur altíð verið trupult at fáa pengar uttan mun til, hvussu játtanin hevur verið. Jákup Birgir Mohr heldur, at samgongan bert hugsar um sínar egnu atkveður og tí játtar pening til tey pláss, har tað hevur flestar atkveður og harvið gloymir bygda- menningina — Hevur tað ikki skund eisini at útbyggja sjálva havnina á Sandi? — Tað er sera átroðkan- di at útbyggja havnina á Sandi. Men útbyggingin kann so bert fara fram yvir ta nýggju havna- játtanina, sum vónandi fer at koma skjótt. Jákup Birgir Mohr vísir á, at tað við innsiglingini er sera átroðkandi. Nekur skip hava longu staðið fest. Onnur hava tikið botn. Hver skal taka ábyrgdina av tí, um skaði kemur á skipini. Hetta er nakað, sum vit ikki kunnu liva við. Hetta er greitt sagt frá bæði fyri tinginum og landsstýrinum men kort- ini samtykti samgongan ímóti ellum atkveðunum hjá andsteðuni, at vit skuldu ongar krónur fáa til at beta um innsigl- ingina. — Hvat gera tit so? — Vit arbeiða í letuni í samráð við landsverkfrød- ingin, um vit út frá okkara relativt lítlu orku, kunnu fáa bett um hetta kortini í summar. — Men tað er eitt stórt vónbrot, at landsstýrið ikki vil hjálpa okkum við eini lítlari upphædd. Hetta vísir, at hetta lands- stýrið hevur yvirhevur ikki feling við tervinum. Hetta landsstýrið rættar seg ikki eftir tí bygda- Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritøkum og einstaklingum i lýsingaspurningum. Hetta verður gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran. Óli í Áar stovu Serkønur í russiskum Vit sóknast eftir einum (heldur rasistiskum) manni at spilla russar út. Ein treyt er at tyg- um ongantíð hava ver- ið har yviri. Ein fyrimunur er at tygum duga væl at 1 láturliggera 2 tileinkis- gera 3 mistonkiliggera 4 »gloyma« at in- formera. Arbeiðstíðir: Alt døgnid Løn: Vit rokna vid einum, frammanundan donskløntum idealisti, so løn er ongin. Kvali- fiserað umsókn fyri- liggur (Regin Jesper- sen). Felagið Russarahatur menningarpolitikki, sum teir sjálvir hava viðtikið at fera. Tí stórplássini fáa framvegis tær stóru játt- aninar. Tað er týðuligt at síggja, at pláss sum Sand og " Hvalba, har tervurin er so stórur, tí hesi pláss eru mitt í eini útbygging, at tey ikki fáa tær semdir, sum tær skulu hava. — Eg vil ikki siga, at landsstýrið beinleiðis chikanerar okkum við vilja. Men okkurt bendir á at gamla sjálvstýrið sum situr á fíggjarmálum, hevur sett sær fyri at her skal sigast nei. Afturhald- ið hjá hesum flokki gongur yvir hesar fáu bygdir. Tað vísir seg at vera tey einastu steðini, har hann maktar at hava eitt avgerandi orð. Jákup Birgir Mohr vísir á, at heldur henda gongdin fram, so fara skipini ikki at avreiða til virkið á Sandi. Tvey skip, Venus og Strembingur, sum bæði hava staðið fest í innsigl- ingini, hava boðað frá, at virkið ikki skal vænta at síggja tey aftur. — Sum frálíður fer hetta at hava álvarsligar fylgjur fyri flakavirkið á Sandi og sostatt fyri tað fólk her býr, endar Jákup Birgir Mohr.