týsdagur 22. mai 1984síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
tíðindablaðið
Útgevari: p/f sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Miller
tíðindablaðið
Argjavegur 26
Postsmoga 76,
3800 Tórshavn
telefon 11820
Politiskur- og fyritaksblaðstjóri: Krisjan Dahl
Blaðfólk: Hegni Djurhuus, Dagny Joensen og Jóhann Mortensen
Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981
Ræða fólk
við egnum
politikki
SEINASTU dagarnar hava blødini
verið á tremur við lesarabrøvum
um manningarnar á sovjettisku
skipunum sum koma á Skála
Skipasmiðju til umvælingar.
ONKUR HEVUR borið upp á mál
at seta russum forboð fyri at
ganga í landi og onkur hevur eis-
ini borið upp á mål at teir føroy-
ingar, sum eru í almennum størv-
um, og sum eru russaravinir,
skulu missa síni almennu størv.
Hetta er óhugnalig tala.
FØROYINGAR yvirhevur taka
ikki undir við politikkinum hjá
teimum kommunistisku londu-
num. Meginorsøkin til, at vit ikki
taka undir við hesum politikki, er
tann, at kommunistisku londini
skerja persónliga frælsi bæði hjá
egnum landsmonnum og hjá út-
lendingum sum koma at vitja. Tí
er tað heilt burtur við, at vit við
okkara demokratisku stýrisskip-
an, skulu seta russum forboð fyri
at ganga í landi, og at vit skulu
bera upp á mål, at taka størv frá
fólki.
VIT TRÚGVA IKKI, at teir russar,
sum ganga inni á Skála, í Havna-
getum, uppi í Hoyvík o.s. fr., av
hesum fáa nakað at vita, sum teir
ikki vistu frammanundan. Føroy-
ar eru nágreiniliga kortlagdar.
Land- og sjókort eru at fáa til
keyps bæði her í Føroyum og í út-
londum. Og so tað at russar
ganga við myndatólum. Men hvat
við ellum teimum føroysku
myndabókunum, sum koma út á
hverjum ári, og sum eru at fáa til
keyps bæði innan- og uttan-
lands?
LOYNIDOMAR, sum kunnu hava
åhuga hjå russum, eru møguliga i
Mjørkadali, á Sornfelli og á Eiði.
Hesar loynidémar hava vit føroy-
ingar, sum ganga her å landi
hvønn dag og hava gingið her i
åravis, ongar møguleikar at seta
okkum inn i. Ti er tad burtur vid at
trúgva ti, at russar, sum ganga
inni á Skála, í Havnagøtum ella
uppi í Hoyvík, við hesum skulu
fáa nakað innlit í hesar loynidóm-
ar.
| oddagrein 5
TAÐ LØGNA við skrivingini um
russararnar er, at tað júst eru mál-
gegnini fyri teir flokkar, sum á
fyrsta sinni gjørdu avtalu við Sov-
jetsamveldið, ið ganga á odda. Í
1953 varð fyrsti såttmålin gjørdur
millum Føroyar og
samveldið. Tá sótu bert tveir
flokkar í samgongu. Hesir vóru
sambandsflokkurin og fólka-
flokkurin. Sambandsflokkurin
átti lIøgmannin meðan fólkaflokk-
urin átti tveir landsstýrismenn.
1953 varð fyrsti såttmålin gjørdur
millum Feroyar og Sovjetsam-
veldið. Tá sótu bert tveir flokkar í
samgongu. Hesir vóru sambands-
flokkurin og fólkaflokkurin. Sam-
bandsflokkurin átti løgmannin
meðan fólkaflokkurin átti tveir
landsstýrismenn.
INNIHALDIÐ í sáttmálanum var í
stuttum, at russar, sum viðurlag
fyri at teir vildu keypa sild frá før-
oyingum, skuldu fáa loyvi at nýta
tvær føroyskar havnir í sambandi
við sildafiskiskapin norðan fyri
Føroyar. Teir fingu loyvi at nýta
havnirnar í Havn og í Fuglafirði.
Seinni fór hesin sáttmálin úr gildi
við tað at sildin norðan fyri Føroy-
ar hvarv.
SÍÐANI VARÐ ein fiskiveiðuav-
tala gjørd millum Føroyar og Sov-
jetsamveldið. Eftir tí sáttmála-
num fingu russar loyvi at veiða
ávísa nøgd av svartkjafti í før-
oyskum sjógvi og føroyingar
fingu loyvi at veiða ávísa nøgd av
toski í Barentshavinum. Nú er so
tað hent, at sáttmálin við Sovjet-
samveldið er víðkaður til eisini at
umfata umvælingar av russiskum
fiskiskipum á føroyskari skipa-
smiðju.
SKULU VIT hava russar úr Føroy-
um, so kunnu teir flokkar, sum í
dag hava stjórnarvaldið, og sum
fyri stivliga 30 árum síðani gjørdu
tann fyrsta sáttmálan við Sovjet-
samveldið — við sjálvan Stalin —
lata sáttmálan millum Feroyar og
Sovjet fara úr gildi.
Nr. 60 — 22. maí 1984
IRF — ein lagnusøga
Vit eru nógv ið hava fylgt
nágreiniliga við í IRF-
málinum. Bæði tá ið
spurningurin er um
hvussu ruskspurningurin
skuldi loysast, og hvar
hetta skuldi fara fram.
Vit eru nógv sum halda,
at besta loysnin var, at
býta oyggjarnar upp |]
5—6 ekir við hver sinari
rusksteð, sum so kundi
plaserast | umhvervisliga
og ekonomiskt (her verður
hugsað um endurnýtslu
av avlopshitanum) soleið-
is, at tað passaði best fyri
hvert ekið sær.
Eisini sluppu vit hervið
frå, at flyta rusk úr oðrum
endanum av oyggjunum í
annan, sum hvert manns-
barn skilir, má verða tann
allardýrasta loysnin. At
so nakrir verkfreðingar og
aðrir >serkenir< í útrokn-
ingum sínum hava funnið
fram til, at tann biligasta
loysnin er ein miðsavnan
av ruskbrenningini í einari
rusksteð fyri alt landið,
taka vit ógvuliga róliga.
Vit minnast enn, tá ið
SEV á sinni við fegrum
lyftum og orðum lovaði
okkum gull og grenar
skógir — og ein lægri
kilowattpris omaná — um
bert teir fingu loyvi at fara
undir at útbyggja vatn-
orkuna í Vestmanna. Eftir
fáum árum tvifaldadist
el-prisurin og hann er
ongantið farin niður aftur,
sjálvt um kostnaðurin av
útbyggingini har skjótt
má merða avskrivaður
bæði eina og fleiri ferðir
nú.
Og nú skulu teir til at
skuldseta okkum fyri
nærri einari milliard krón-
um við einum enn sterri
projekti, sum umhvervis-
liga fær stórar fylgjur, og
sum økonomiskt er ógvu-
liga ivasamt. Og svartiper
verður brúkarin, sum aft-
ur og aftur skal gjalda.
Vit eru nógv sum eru
samd um, at orkuspurn-
ikki fyri einhvenn pris.
Oljunýtslan skal minkast.
Og tað kunnu vit gera við
at troyta eisini aðrar orku-
keldur her í landinum. Í
suduroy hava vit kol. Hvi
so ikki leggja eitt kolaverk
har. Í Vágunum hava vit
ein av fremstu vindmyllu-
byggjarum. Hvi so ikki
byggja nakrar vindmyllur
og seta tær upp kring
oyggjarnar, sum eitt i-
skoyti til eina skynsama
og umhvervisliga, for-
svarliga vatnorkuútbygg-
ing. So høvdu vit sagt við
teir »serkønu«: Hatta var
ein skilagóð loysn, hasum
kunnu vit taka undir við.
Men nei. Verkfreð-
ingarnir hjá SEV vilja, nú
teir eru komnir heim til
oyggjarnar, eftir at hava
starvast á danskari tekni-
stovu, vísa sínum fyrr-
verandi arbeiðsgevarum,
hvussu raskir og stórir
teir nú eru blivnir
Henda danska tekni-
stova fær so lut í út-
byggingini hjá SEV aftur-
fyri, og ein onnur donsk
fyritøka sum eitur Høj-
gaard á Schultz skal gera
arbeiðið, sjálvt um vit
hava bæði eina og fleiri
føroyskar fyritøkur, sum
fullvæl kunnu gera hetta
arbeiðið. So undirbrotligir
eru vit føroyingar, at vit
tora ikki, sjålvt um vit
megna.
Og taka vit ein annan
stovn sum eitur TFL, so
høvdu vit fyrst eina tele-
fon, sum í nógv harrans ár
ikki fekst at virka. Síðani
var ein skipan sett upp,
sum hevur kostað okkum
yvir eitt hundrað milli-
ónir, og sum longu nú er
ótíðarhóskandi. Aftur
skuldi brúkarin gjalda fyri
eina ringa veru.
Aftan fyri allar hesar
stovnar sita nakrir so-
nevndir »rådgevarar«.
Hjå IRF hava teir t.d. ein
ungan, dynamiskan sak-
førara. Hansara uppgåva
vega, so IRF kundi bygg
ja å Saltnesi
Men ikki kundu teir
bíða eftir ollum hesum
loyvum. Hesin ungi sak
ferarin fåddi IRF til at
skunda undir byggingina
å Saltnesi og at kontrakt-
binda felagsskapin til at
keypa maskinur og annad
frå Vølund, sjålvt um å-
varðað varð ímóti hesum,
ti at neyðugu loyvini ikki
vóru í lagi.
Úrslitið av hesari >ráð-
gevin« er ein tilkoyrings-
vegur á Saltnesi, sum, nú
ið brennisteðin skal liggja
við Áir, ikki kann brúkast
til nakað, og sum hevur
kostað felagsskapinum —
og brúkaranum — nógvar
milliónir krónur; omaná
hvat tað hevur kostað
IRF í rentum at skrivað
undir sáttmálan við Ve-
lund yvir háls og herðar.
Og meðan brúkarin
betalir og betalir, sleppa
»rådgevararnir« undan.
Teir fáa ikki nakra rokn-
ing. Teir senda rokningar,
og tær eru ikki smáar.
Soleiðis kundi verið
hildið áfram. »Rådgevar-
arnir« fara næstan altíð
yvir har sum garðurin er
lægstur. At teir so riva
garðin niður við í lopinum
hugsa teir ikki so nógv
um.
Eitt tað nýggjasta dømi
um hetta er projektið,
fergulegan í Kirkjubø.
Har ætla teir at leggja
eina fergulegu í okkara
fornfreðisliga ríkasta staði
í Feroyum. Harafturat
skal sambandið ganga
yvir Skopun, ið er og
ongantíð verður nekur
brúkilig havn. Og ferða-
fólkið. Ja, tað skal aftur
sum í gomlum degum
skjútsast yvir firðir og
landoddar, ístaðin fyri at
fara ta stytstu leiðina.
Aftur síggja vit eina iva-
sama »rådgeving«, aftur
hava vit eina ringa loysn.
ingurin skal loysast, men varm.a. at fáa øll loyvi til ein borgari
ør SPE FELT år i{{' ! ; p
(- IT {IM 1 Y 7
— -
Undirritaði teknar seg sum r |
haldara av Sosialinum | B—
| Opostað
| (SOSIALURIN
| rindar |
- | postgjaldid) | =
| -
Navn: - 18 — =
Bústaður:
Kannað posthúsinum
Postbox 76 = -
3800 Tórshavn
#1)
UN
tit