Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-05-24, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. mai 1984síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 Hevur tú ein spurning ella onkran trupulleika, sum tú kundi ynskt tær at fingið viðgjordan í hesum teiginum, Sosialin=. Góðtekur Almannastovan ikki krimsjúkur — sum grundgeving fyri at fáa sjúkradag- pening Eg eri einlig mamma við fimm ára gomlum barni. Eg havi tímalent arbeiði aðru hverja viku. Barn mitt fekk krimsjúku, júst sum eg skuldi fara til ar- beiðis eftir friviku. Tað fekk pennisilin og læknin noktaði mær at koyra barnið á ansingarstovn, tí tað hevði yvir 39 hitastig í fepri. Ikki eru ráðini hjá mær at missa heila vikulen, og eg setti meg ti í samband við Almannastovuna at vita, um eg kundi fáa endurgjald fyri mista ar- beiðslen. Fyrsta fólkið eg tosaði við á Almannastovuni segði, at nýggj skipan var sett í verk, sum helst gav mær fult endurgjald. Hon bað meg venda mær til annan viðgerðara á stovn- inum, sum hevði við slíkt at gera. Hesin persónur segði, at eg skuldi ringja til heimahjálpina, sum kundi koma at ansa barn- inum, meðan eg var til ar- beiðis. Tó skuldi eg gjalda tað sjálv. Hetta helt eg vera burturvið, tí heima- hjálparar fáa meira í tímalen enn eg, og tí fór tað at kosta mær enn meira at fara til arbeiðis. Eg fekk sendandi eitt spurnarblað frá Almanna- stovuni, sum eg skuldi fylla út fyri at fáa stuðul. Har skuldi eg upplýsa um alt lív mitt, — ja, tað er ikki ov nógv sagt, at varð latin úr inn á holdið! Um nær eg var skild, hví og hver hevði skyldina um peningaviðurskifti míni í ár og farna árið o.s. fr. Síðan skuldi eg senda læknaváttan og seinasta lenarseðilin frá arbeiðs- gevaranum, sum progv fyri, at eg hevði stuðul uppibornan. Nakrar dagar seinni ringdi Almannastovan og segði, at læknaváttanin segði, at tað var eg sum var sjúk. So fekk eg tað Skriva til: Sosialurin, postsmoga 76, 3800 Argir. Merk brævbjálvan »Spyr rættað. Tá triggjar vikur vóru farnar, ringdi Al- mannastovan aftur. Nú var lenarseðilin frá ar- beiðsgevaranum ikki komin teimum í hendi. So fekk eg tað í rættlag. Nú mánaðin nærum er farin, ringja tey aftur á Almannastovuni og biða meg senda yvirlit yvir inntekur og útreiðslur fyri april mánaða. Hví so nógv roks spurdi eg. men fekk svarið, at tað ikki var vanligt at betala sjúkradagpening fyri van- liga krimsjúkur. Í dag havi eg givið skarvin yvir, tí nú ringdu tey aftur og bóðu um upp- lýsingar um allar útreiðsl- ur hjá mær í farna ári. Um húsaleigu, ljós, hita, tryggingar, húsarhaldsút- reiðslur og aðrar persón- ligar upplýsingar. Eg segði sum var, at nú orkaði eg ikki meira. Tá sigur viðgerðarin: >Tú átti at fingið mammu- Eyðun Joensen, sál- arfreðingur hjålp«. Eg spurdi hvat tað var, tí hetta hevði eg ikki hoyrt um áður. Jú, tá hevði eg fingið ókeypis hjálp til barnið, meðan eg var til arbeiðis. Hví hevði eg ikki fingið hetta at vita. Viðgerðarin segði eisini, at tað hevði verið ødrvisi, um barnið var innlagt á sjúkrahúsi, tí so hevði eg fingið pen- ingastuðul beinanvegin. Tá helt eg tað verða ov- boðið. Um barnið varð innlagt, so vóru fólk har, sum ansaðu ti, og eg kundi ótarnað farið til arbeiðis. Tá nýttist mær ikki peningaligan stuðul Eg hugsi ikki, at hevði mær allar hesar áheitanir í rovndini at fáa eina vikulen, um tað ikki var av týdningi fyri meg. Eg havi ikki ráð at missa eina vikulen. Tað í sær sjálvum átti at verið prógv fyri, at eg havi brúk fyri pengunum. Ti vil eg fegin vita, hvennAlmannastovan stuðlar. um ikki eg havi lúkað tey krev, sum setast fyri at fáa hjálp. gjørt F.F. Tað er ótrúligt, at ein so einfaldur spurningur, sum tygara, kanngerast so floktur. Spurningurin er, ber til at fáa endurgjald fyri mista len, í samband við at barnið hjá einum tima- lentum fær krimsjúku. Og svarið kundi einfalt verið, nei, ein tímalent fær ikki endurgjald fyri mista innteku í samband við at barnið hevur krímsjúku, men tað ber til at fáa eina hjálp í heimið, meðan barnið er sjúkt. Av tí at eg meti, at spurningurin hevur al- mennan áhuga og av tí, at helst fleiri fólk kenna viðurskiftini eins fløkjas- lig og tygum, skal eg royna at greina út ein part av øllum misskiljingun- um, og hví teir eru ikomnir. Ein hevuðsmisskiljing- in stendst av, at eingin hevur gjørt tygum greitt, at tað eru tvey ymisk lógumráði, talan er um, og at hesi bæði lógumráðini hava heilt ymiskar for- treytir. Talan er um gald- andi lóg um dagpening undir sjúku og barnsburði og um lógina um almanna forsorg. Marjun Sigurdsdótt- ir, sosialrådgevi lækni Lóg um dagpening und- ir sjúku og barnsburði: Sambært hesa lóg kunnu lenmóttakarar og tey, ið hava teknað sjálvbodna trygging, fáa endurgjald fyri mista inn- tøku í samband við, at tey sjálvi gerast sjúk ella skulu eiga barn. Tað ber ikki til at veita dagpening, tá ið talan er um barnið hjá lenmót- takaranum, ið er sjúkt Tygum kunnu sostatt ikki fáa dagpening í hesum ferinum eftir galdandi lóg. Hevuðssjónarmiðið aft- anfyri dagpeningaskipan- ina er, at tað er endurgjald fyri mista innteku nnis 1 hjunartfelaga og eisini uti an mun til útreiðslurnar Lóg um almenna for- sorg: Henda lóg er uppbygd eftir einum heilt eðrum sjónarmiði enn dagpen ingalógin. Hevuðssjónar- miðið er at veita teimum fólkum, ið eru komin í trongsteðu, hjálp. Hjálpin verður veitt eftir meting av bæði út- reiðslum, inntøkum, ogn- um og dentur veråur eisini lagdur å, hvi trongstødan er komin i. Er orsøkjn til trongstøduna sjúka, skal hon váttast av lækna. Ein fylgja av, at hjálp eftir lógini er bygd á trong- stødumeting er, at út- reiðslurnar skulu doku- menterast, og av somu orsek er tað, at Almanna- stovan hevur sett tygum so nógvar spurningar. Sama lóg gevur eisini heimild til at veita mammulán ella heima- hjálp og eisini til at veita stuðul til foreldur, í ávísa tid, ið noyðast at gevast við at arbeiða í samband við, at barn teirra hevur fingið varandi brek ella noyðist av landinum til Psykologisk Marner [+ Nr. 61 - 24. mai 1984 #6 Fríða Patursson, løg- frødingur viðgerð. Aftur til tygara stødu. Tygum kunnu íkki koma undir dagpeninga- skipanina, av tí at tað er barnið, og ikki tygum, ið er sjúkt. Tað hevur einki samband við sjúkruslagið. Tygum kunna heldur ikki koma undir regluna um veiting til foreldur, ið hava barn við varandi breki ella við barni, ið noyðist av landinum til viðgerðar. Tygum kundu havt fingið heimahjálp mammulán. Gjaldið fyri heimahjálpina verður roknað eftir, hvussu nog gum hava í landsskat Gjaldið ; ra kr r fyr é ») aðr ] KT É + 1 ma Eftir mini meting skuldu vgum havt tikið ímóti til boðnum um mammulån, og tá ið so rokningin kom, kundu tygum havt tikið málið upp við Almanna- stovuna, um hvussu rokn- ingin skuldi gjaldast. Tygum kunnu meguliga fáa peningaligan stuðul igjøgnum Almannastov- una. Vit dømi. Høvdu tygum onga inn- tøku og søktu um hjålp, so hevði grundarlagið fyri útrokningini verið: Fas::tar útreiðslur kunnu taka eitt + kostpening (uppi- haldspening) + barnapening = í mesta lagi dag- peningaupphæddin. Hava tygum nakað av innteku, sær útrokningin soleiðis út: Fastar útreiðslur + kostpening 4 barnapening + inntøkur = munurin millum i mesta lagi dagpeninga- upphæddina og inntøk- una. Marjun ráðgevingar- og viðgerðarstova Ráðgeving og viðgerð viðv. persónlig- um, uppalingarligum- og hjúnarbands- trupulleikum. Samtalu- og kropsterapi. Hittist eftir avtalu á tlf. 162 51. TIf. tíð mánadag og fríggjadag kl. 12,30—14,00. Jegvan Bæk, psykologur