Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-05-26, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. mai 1984síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Orð og myndir: Jan Miiller Danskir bankar siga avgjørt ja til Sundsdepilin Nr. 62 — 26. mai 1984 Hans Mortensen, stjóri: | se — Broyta vit ikki verandi studningsskipan, 80 sleppa vit ongantíð burt- urúr henni. Bátar og skip, sum skulu hava tilknýti við Depilin á Sundi, skulu als einki hava við studn- ing at gera. M.a. hetta segði Hans Mortensen, stjóri, tá hann seinasta hósdag heit tiB- indafund á Hotel Føroy- um Tað er nú 1 mánaði síðani, at >ldnaðardepilin á Sundi« varð framlagdur Ein verkætlan við 40 virkjum, einum kjarna við ymsum virksemi, eini havn o.a. fyri umleið hålva milliard krónur Arbeiðspláss til 1500 fólk Hans Mortensen: — Eg seti alt tað eg eigi, og alt tað, sum eg komi at eiga, ið veð fyri hesi ætlan. Eg fái kanska einki annað afturfyri enn há og spott, men eg ynski so kortini at sleppa at royna. Ikki fyri egnan pening Hann upplýsir annars, at endamálið við hesum pro- jektinum er ikki at vinna sær pening í egnan lumma. — Tervur er á einum slíkum projekti og eg gangi við fullum huga inn fyri tí. Byggir tað so á skilagóðum fíggjarligum grundarlagi, so kann eg ikki nokta fyri, at eisini eg fari at tjena pengar. Hans Mortensen vísir tó á, at ynskti hann at tjena nógvan pening, so átti hann at farið aðrar- staðir heldur enn at sett orku í eitt slíkt projekt. — Men eg geri tað kort- ini, tí hetta kann gagna Feroyum, segði hann. Hans Mortensen vísti á, at svar frá politikarunum uppá umsókn sína um leigu ella keyp av eki á Sundi, innan nakrar mán- aðir, so ætlar hann at sleppa ætlanini Nýtt — ja Spurningarnir á tíðinda- fundinum vóru fleiri. M.a. varð spurt, um hesin Dep- ilin er nakað nýtt? Han Mortensen: — Eg havi hoyrt og lisið um, at slikir deplar eru royndir aðrastaðni við ringum úr- slitið. Eg vil síggja tann »Sundsdepil«, sum er royndur við ringum úr- slitið. Tað nokti eg at trúgva, tí hesin depilin er nakað heilt nýtt. Annars kann eg leggja aftrat, at bankar og figgj- arstovnar í Danmark, sum hava sæð hetta projektið, geva sítt besta viðmæli. Teir hava ongantíð sæð slíkt fyrr. Eisini ídnaðar- fólk og fólk, sum arbeiða við gransking, siga, at hetta er rætti måtin, ti her fæst dagliga ein sinå millum ávirkan millum gransking og ídnað, sum hevur sera stóran ing Mín tanki míni orð ) Hvørjar serfrøbingar hevur tå brúkt at hjálpa tær við projektinum? Ongar, bert meg sjálvan umframt feroysku arkitektarnar. Projektið er 100% min tanki og mini orå. Hans Mortensen sigur vidari, at tå allir siga, at hetta er einki nytt, og at tørvur er á eitt nú arbeiðs- plásum og kjarnufunkt- iónum, hví er tað so ikki komið fyrr! Hans Mortensen sigur seg einki kenna til um- redda ídnaðarálitið og heldur tann tí, at tað kanska er ein fyrimunur, tí tá hevur hann ikki verið bundin av nøkrum Hann heldur tað heldur ikki vera rætt at krevja av sær, at hann skuldi farið til Ídnaðarstovuna og aðr- ar stovnar áðrenn við pro- jektinum, tí so hevði tað helst verðið sáplað niður. — Eg havi so brúkt eina hálva mill. kr. til projektið og tá haldi eg, at eghavi loyvi til at evgera, hvussu eg leggi tað upp. Men Hans Mortensen hevur eisini sekt sær vitan aðrastaðni. Sjálvur kevur hann analyserað meira enn 20 granskingarstovn ar í okkara grannalondum Iyr al nnsugva vitan« n hann tekur í Aðrir fara við hugskotinum Eg kann bert siga, at ikki farið hetta projektið skjótt, so er vandi fyri, at aðrir fara við hugskotinum Hans Mortensen her m.a. til, at verður vísir íslend ingar, sum hava sæð pro- jektið, halda tað vera ó- ført. Teir viðganga, at teir líka so lítið sum feroy- ingar duga at selja sín fisk. Ti kann eitt slíkt pro- jekt við einum kjarna við seluarbeiði og verumenn- ing fáa teir at vakna — Eg havi fingið fyri- spurning frå stórari fyri- teku í Íslandi, sum ynskir at luttaka í hesum pro- jektinum. Hans Mortensen sigur víðari, at fyri at koma í gongd er neyðugt við einum skilagóðum sátt- mála við Tóshavnar . Hann er tó bangin fyri, at ávísir politikarar ikki vilja taka staðu nú, áðrenn valið. Skal hetta verða gongdin, 2 1 so sleppi eg ætlanini E 24 havi aðrar ætlanir, 20 hugskot klár Ha Mortensen vist egnu 8 hugskot til virki, so hevur hann seinasta mánaðin fingið 10 nýggj hugskot frá fólki. Tey eru ell nýskapandi. 13—14 av teimum eru innan fiski- vinnu og aling, harav 4 innan útgerð til hesar vinnur — Men er talan bert um hugskot, er einki projekt klárt? — Eg kann ikki siga, hverji hugskotini eru, tí tá fer onkur annar við teim- um, men hetta eru góð hugskot sum sjálvandi skulu arbeiðast til pro- jekt. — Kunnu tit byrja við hesum 20 hugskotunum? — Tað kunnu vit. Vit byrja 1. byggistig og byggja helvtina av kjarn- uni. — Men hevur tí fígging til so >leyst< grundarlag? — Eg fái alla figgingina úr Danmark. Har siga teir, at havi eg 20 hugskot, so er tað í lagi. Teir trúgva, at eg kann skaffa restina, sum er neyðugt fyri at figgja ein heilan kjarna. Tað hava teir sagt við meg. — Er tað so, at danskir figgjarstovnar hava so gott álit á tær? — Tað er so — Men hvussu ber tað til? — Teir hava sæð meg fingið SMS uppá fetur, sum koyri professionelt og rætt. — Men eitt er handil m. annað er ídnaður; hevur tú skil á ídnaði? — Nei, tað havi eg ikki — tíanbetur, men eg havi skil á at organisera, og tað haldi eg er tað týdningar- mesta. Eg meti, at eg eri førur fyri at fáa ídnað i gongd einsvæl og eitt SMS. Annars vísir Hans Hans Mortensen: — Eg leggi alt eg eigi og komi at eiga í ætlanina á Sundi Mortensen til frágreiðing t frá okkum Tú tosar um nýskap- andi selulið, håforedling og toppprisir. Men ver- andi selumenn, stjórin á Fiskusøluni siga, at sum steðan er í dag, er betri mátin at fáa mest burturúr at gera, sum vit gera í dag? Hvussu kanst tú sum lítið hevur havt við fisk at gera, standa her og siga tað øvugta. — Tí eg meini, at eg eri á beinari leið. Feroyar eru eitt lítið land. Vit ava reint hava rundan um okkum. Tervur verður skjótt á fiski í heiminum, Tað siga serfreðingarnir. Vit eiga at framleiða eina veru, sum eingin annar ger. Vit eiga at krevja ein prís fyri hana, sum semir seg eini serstakari og 1. floks veru. — Men vit eru jú ikki í EF, og har eru tollforð- ingar. Skulu vit inn í EF. — Nei. Sjálvt um vit skulu til at minka okkara livisteði við 10 % , so haldi eg persónliga, at vit heldur skulu vera uttan- fyri EF, heldur enn at verða stýrdir av teimum eins og grenlendingar vera tað. So eg meti m.a okkum Men er tað so danskir figgjarstovna blint trúgva uppá Feroyar og Hans Mortensen? Teir trúgva uppa Feroyar sum fiskivinnu tjóð og har alingin fær meiri at siga. Teir trúgva tí eisini uppá Depilin á Sundi Vónsvikin — Hvat heldur tå um mótsteðuna ímóti tínum projekti? — Eg eri sera vónsvikin av, at Tórmóður Dahl hevur verið so negativur, ti eg eri helst ein av teimum fáu í Feroyum, sum meti Tórmóð Dahl sera hegt, ti hann er ein sera íðin persónur. Hann hevur bert verið skeivt brúktur av samfelagnum. Eg veit væl, at stór mótstaða er. Men hon er ikki so nógv ímóti pro- jektinum sum ímóti per- sóninum Hans Morten- sen. Eg havi hoyrt fólk siga, at politikarar hava sagt, at teir ganga inn fyri projektinum, men ikki at Hans Mortensen stendur fyri tí. Lat meg enda við at siga, at við hesum pro- jektinum hevur samfel- agið alt at vinna, eg sjálv- ur alt at tapa.