leygardagur 26. mai 1984síða 24
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Frakkin hjá drotningini:
Tit ringja — vit skriva
Er nakað á vási? — Ivamål?
Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara.
Vit eru til reiðar!
Tilfarið var gjørt á
Tetingarvirkinum í Getu
Tá Margretha, drotning,
vitjaði í Feroyum herfyri,
var hon í hvítum, bundn-
um frakka, sum upprun-
aliga stavar frá Tetingar-
virkinum í Getu
Ellen Maria Gregersen,
stjóri á Tetingarvirkinum,
sigur við Sosialin, at
Mogens Wahl, kabinet-
skrivari hjá drotningini,
vendi sær til Tetingar-
virkið í mai-mánaða í fjør.
Ørindi hansara vóru, at
fáa eina hespu av tvey- og
trýtráðaðum tógvi, fyri at
vita, um tað var hóskandi
til ein frakka til drotning-
ina.
— Eg vaskaði tvær
hespur og sendi tær til
drotningina í Danmark.
Stutta tíð aftaná komu
boð eftir tilfari til frakkan,
sum drotningin helt,
hóskaði væl.
Tógvið er tveytráðað
hvítt tógv. Frakkaklæðið
er bundið á maskinu í
Danmark og seymað
somuleiðis har.
Hevði tað ikki verið
meguligt, at frakkin varð
loystur úr lagdi á Tet-
ingarvirkinum?
— Vit hava gjert
royndir at binda og seyma
yvirklæðir úr tógvi, og tað
hevur vist seg at rigga
væl. Bert hava vit ikki
tær serligu maskinurnar,
sum skulu til, um rætti-
ligt skuldi verðið farið at
tilvirka slíkar verur. Okk-
ara bindinasminur kunnu
binda klæði í heilum
longdum, men so skal tað
klippast til í snið, — alt
eftir um tað skal verða
frakki, kjóli, skjúrt ella
annað tílíkt klæði. Tað
hevur við sær, at ov nógv
tilfar fer til spillis og tí
hava vit ikki gjørt nakað
stórvegis fyri at fremja
framleiðslu av hesum
slag
— Annars er tógvið hjá
okkum eisini væl hósk-
andi at veva burturúr,
eins og tað eisini verður
brúkt til at polstra mebl-
ar, sigur Elin Maria Greg-
ersen at enda
Orð og mynd
Dagny Joensen
Frakkin hjá Margrethu,
drotning, er bundin á
maskin, seymaður og
fóðraður í Danmark.
Tógvið er 2. tráða for-
oyskt tógu, frá Toting-
arvirkinum í Gøtu.
Upprunaliga var hesin
frakkin seymaður til
eina vitjan í Spaniu í ok-
tober mánaða í fjor
heyst. Á myndini vitjar
hon í Utvarpshúsinum,
har Niels Juul Arge,
stjóri, tók ímóti
Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritskum og
einstaklingum í lýsingaspurningum. Hetta verður
gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran.
Eisini vit
eiga at royna
Leikstjóraskeiðið var í Arbeiðsfelagshúsunum í Havn, har fimtan fólk úr øll-
um Feroyum vóru við
Í farnu viku skipaði MáF
(Meginfelag áhugaleikara)
fyri leikstjóraskeiði í Ar-
beiðsfelagshúsinum í
Havn. Á skeiðnum vóru
15 fólk, sum fingu undir-
vísing í at seta leikir upp á
palli, eins og fyrilestrar
vórðu hildnir um sjón-
leikarviðurskifti og seg-
una innan hetta yrki.
Tað er Ásdís Skúla-
dóttir, leikstjóri í Íslandi,
sum skpaði fyriskeiðnum.
Hon hevur áður sett tveir
sjónleikir upp í Feroyum,
ein í Havn og ein í
Klaksviik.
Gulla Øregaard, for-
madur i MåF, sigur vid
Sosialin, at felagið vendi
sæt til Ásdis Skúladóttir,
tá tað var komið upp á tal
at skipa fyri leikstjóra-
skeið.
— Vit valdu Asdis
Skúladóttir, tí hon kennir
viðurskiftini hjá leiklistini
í Feroyum, eins og hon
hevur víst serliga mið-
vísan leikstjórahátt, sum
sjónleikararnir her hava
fingið nógv burturúr. Ikki
bert hevur hon gjert stórt
arbeiði við at seta upp
sjónleikir i Føroyum, men
eisini hevur hon dugað at
ment leikararnar meira
enn bert í teimum leik-
lutum, teir hava havt.
Sum heild vóru skeið-
luttakararnir ógvuliga
væl negdir við skeiðið,
sigur Gulla Øregaard og
skoytir uppí, at hetta var
triðja leikstjóraskeiðið í
Feroyum. Í 1981 var Bent
Rasmussen úr Danmark
og skipaði fyri og í 1983
Henning Nielsen, somu-
leiðis úr Danmark.
Ætlanin er at halda
fram við leikstjóraskeið-
virkseminum, út frá teim-
um sjónarmiðum, at eisini
sjónleikarar og onnur á-
hugað kunnu fáa megu-
leika at fáast við at seta
leikir upp á pall. Um-
stødurnar gerast betri, um
ein ávís menning innan
leikstjórnalistina fekk
meguleika at royna seg.
Hetta er ein umráðandi
partur av virkseminum
innan sjónleik í Feroyum,
at fáa ment, sigur Gulla
Øregaard at enda.
Dag.