leygardagur 2. juni 1984síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
„tíðindablaðið
Utgevari: p/f sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Miller
tíðindablaðið
Argjavegur 26
Postsmoga 76,
3800 Tórshavn
telefon 11820
Politiskur- og fyritaksblaðstjóri: Krisjan Dahl
Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen og Jóhann Mortensen
Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981
Hon átti
at tagt
Í ODDAGREINUM sínum
dregur Dimmalætting fram
klandursemið í undanfarnu
samgongu. Hetta ger blað-
ið av og á. So seint sum
hósdagin nam blaðið við
hendan spurning.
TEIR FLOKKAR, sum eru
við í sitandi samgongu,
áttu at tagt, tá talan er um
klandur. Tað sama átti at
verið galdandi
fyri blød
teirra. Eisini ella ikki minst
Dimmalætting. Tí ongatíð
áður hevur nøkur sam-
gonga sýnt slíkt klandur-
semi sum hendan vit nú
hava.
Í UNDANFARNU sam-
gongu gjørdu vit støðuna
upp. Vit komu til ta niður-
stóðu, at samgongan
kundi ikki halda fram, og
tóku avleiðingarnar av tí.
Vit fingu val í úrtíð og aðrir
fingu møguleikan fyri at
royna seg. Men illa roynd-
ist. Tað munnu flestu før-
oyingar ásanna í dag.
SAMGONGAN, ID sitid
hevur seinastu fyra årini
hevur ongatíð gjørt stød-
una upp og tikið avleið-
ingarnar av klandursemin-
um. Í hesi samgonguni
hevur verið klandur um
berghol. Klandur um utt-
anlandsskip. Klandur um
tyrlur. Klandur um forsorg-
arlóg. Klandur um alt mill-
um himmal og jørð.
TAÐ ER ENNTA komið so
langt, at klandur hevur
verið um støddina á tele-
fongjøldum, um støddina á
útvarpsgjaldinum og sjón-
varpsgjaldinum. Fyri stutt-
um var um reppið at sam-
gongan ikki fór í sor
orsakað av útvarpsgjaldin-
um og sjónvarpsgjaldin-
um. Tað var líka við at
samgongan fór, orsakað
av 100 kr. Skrivað eitt
hundrað krónum.
KLANDRIÐ HESI fýra árini
hevur darvað politiska ar-
beiðnum rættiliga nógv.
Um sitandi samgonga
hevði gjørt sum undan-
farna samgonga, hevði
mangt verið gðrvísi. Hon
skuldi gjørt støðuna upp
fyri langari tíð síðani. Hon
átti at komið til ta niður-
stóðu, at arbeiðslíkindi
ikki vóru nóg góð, og
síðani átti hon at lagt frá
sær.
HETTA HEVÐI verið ein
stóða, sum øll høvdu virð-
ing fyri. Men áhaldandi
klandur hevur ongin virð-
ing fyri. Samgonguflokk-
arnir hava hvørja ferð valt
at lata samgonguna larra
víðari. Ella sum formaðurin
í fólkaflokkinum málber
seg. Teir hava valt at lata
hana ana víðari.
MEN EITT ÁTTU sam-
gongublødini tó at gjørt.
Tey áttu at tagt um kland-
ur í ødrum samgongum.
Hetta er eisini galdandi fyri
Dimmalætting. Hon átti at
tagt.
Nr. 64 — 2. juni 1984
Nýggjur kittflokkur
Tað var tann hittinorðaði
Erlendur Patursson, sum
fann upp á at nýta heitið
»kittflokkur« = um ein
flokk, sum letur seg brúka
til líkt og ólíkt. Erlendur
brúkti hetta heitið um
sjálvstýrisflokkin, sum av
sonnum hevur verið uni-
versalkittið í feroyskum
politikki tey seinastu
mongu árini.
Men nú er annar flokkur
komin á fyrsta pláss sum
universalkitt ikki bara í
Føroyum men í ellum
kongaríkinum. Hesin
flokkur er Hin feroyski
fólkaflokkurin = (Radikalt
sjálvstýri).
Hesin flokkur, sum fór
til val undir rakstrar-
rópinum: „Eingin
uppílegging í danska
flokkspolitikk«, er nú
sjálvboðin vorðin til kitt
hjá borgarligu donsku
sjórnini!
Hetta ger ongan
føroying bilsnan — vit
kenna jú fólkaflokkin.
Men neyðar óseku danir,
sum einki hava gjert
okkum uttan gott — at
teir skuldu fáa slíkt oman-
yvir seg! At tann flekkuta
skurvblanding, sum í dag
skal eitast at stýra Dan-
mark, skal vera hildin
saman av tí feroyska
fólkaflokkinum!
Tað er næstan ovmikið
Vit feroyingar, sum eru
komnir eitt sindur upp í
árini, vit vita jú, at fólka-
flokkurin altíð loypir frá
sínum orði og vit vita, at
hann tá ið á stendur
stingur halan millum bein
ini. Hetta man neyðardýr-
ið Schliitter fara at sanna
ein dag. Í letuni loysir tað
seg fyri fólkaflokkin at
stuðla Schliiter, men tann
dagin tað veruliga stendur
á, stingur hann halan
millum beinini, sum hann
er vanur.
Eg haldi tað tí vera
hóskiligt at enda við
einum uppskoti til fólka-
flokkin. Hann hevur jú
eina parantes í sínum
heiti. Hevði tað ikki nú
verið upp á tíðina at skift
hesa parantes út við
nekrum orðum sum
eyðkendu flokkin í dag?
Hetta haldi eg sjálvur
t.d. hevði riggað væl
„Hin feroyski fólka-
flokkurin (Halan radikalt
millum beinini)
Nestor.
Um fantasifostrið
á Sundi
Seinastu bleðini hava
heilsan til mín frá Hans
Mortensen stjóra um ta
atfinning, eg hevði at
hansara atburði, tá hann
letur ein vissan bókling
gera i København heldur
enn í Feroyum, tó at hann
kann gerast líka penur
her. —
Mær segði álítandi
maður, sum var á sama
fundi, at H.M. segði, at
ongin prentsmiðja her
kundi gera arbeiðið, og av
tí at tað var eitt loyndar
mál, helt hann eisini tað
fara at leka út. —
Nú sigur H.M. at hann
stendur við tað, hann
hevur sagt: at feroyskar
prentsmiðjur ikki kundu
gera tílíkt arbeiði eins
bíliga og skjótt.
Hetta er ikki tað sama,
sum aðrir hava hoyrt hann
siga á fundinum. Men er
tað bara bíligheitin alt
snýr seg um, so verður
lítið eftir av hansara
»høpisleysu idealismu«
(hansara egnu orð), sum
hann rósar sær av í blød-
unum. —
Til sammetan um dygd-
ina á feroyskum og
donskum prenti havi eg
sent H.M. eintak av bók-
lingi (»Trygd umborð< hjá
Global Chemical
TAnkers), sum EINARS
OFFSETT nýliga hevur
prentað. — Men kanska
hann fer at siga sum
maðurin á sinni: A
benægter Fakta. —
Hann tykist grúiliga
fornermaður, tí hann
heldur meg hava sagt, at
hann ætlar sær almennan
stuðul, tí hann hevur
higartil goldið alt úr
egnum lumma 500.000 kr.
stóð í einum blað). — At
hann hevur andstygd fyri
almennum stuðli, sum
hann sigur, haldi eg ikki
vera so, tí hann hóttir jú
við at rýma av landinum
(til Íslands?) við milliard-
unum, um hann ikki fær
Havnar Býráð at gloypa
Býráðsins stuðul haldi
eg vera almennan, antin
hann er kontantur ella
annað. —
Um ídnaðaruppskotið
sjálvt munnu helst aðrir
enn eg, sum hava meiri
skil á slíkum og meira at
missa, fara at siga sína
meining. Eg skal bara siga
sum H.M.: Eg standi við
tað, eg havi sagt. —
Hetta man neyvan vera
ætlað serliga Feroyum at
gagni, men helst tí at
vissir útlendingar, serliga
í oljulondunum svimja í
pengum, sum teir vilja
sleppa at læna út fyri góða
rentu og helst til almennar
stovnar. — Feroyar
standa næstovast á lista-
num hjá S.T. (Unesco) yvir
lond, sum hava sterstu
bruttotjóðarinnteku eftir
fólkatalinum. Tað er tí
onki at undrast yvir at
pengamenninir venda sær
til Feroya. Tað krevst
vist ikki meira handils-
kunnleiki til enn hitt ofta
tiltikna frímerki at fáa
samband við Kresusarnar,
so aðrir kunna jú eisini
royna seg. —
Einar Joensen, prentari
Doris í Smiðjuni í Lítluvík
Komandi dagarnar, frá
legardegnum 2. til og við
mikudegi 6. juni verdur
høvi til at vitja forvitnis-
liga listaframsýningina
hjá Doris Jakobsen í
Smiðjuni í Lítluvík.
Hetta er fyrsta fram-
sýning hennara í Feroyum
og júst tí ikki sert
spennandi.
Glógvandi hiti og huldis-
ligur hugni er tað, ið alt í
einum sermerkir verk
hennara. Fjálgir litir, ið
ikki á nakran hátt kennast
áleypandi, men linnandi
fyri sjón og sinnið.
Við sær til Feroya
hevur hon eini 20—30
verk. Einamest málningar
úr føroyskum umhvørvi,
landslagsmyndir. = husa-
trunkar og eitthvert list-
arliga heilt upprunakent,
sum t.d. fråliku pappirs-
myndina av fámjiningun-
um, ið ikki kundu semjast
um, hvat tað var, ið dróg
á luftina fyri mánan. Við
góðum samdust teir ikki,
ei heldur við illum. Ein-
astu ráðini vóru at styðja
gamla konu útum til at
gera av. hvat ið var ella
ikki >Jú lukka, hatta er
Markuskirkjan«. Eftir
slika »opinbering« kundi
eingin ivast longur.
Doris er føroysk, og
listaverk hennara íkki
minni. Men útiseta-lista-
verk av fólki, ið stundum
kanska hevur lyndi til at
endurgeva upprunapara-
dis ovurfagurt. er arbeiði
hennara ikki.
Hon heldur seg til
motivið og ikki minni per-
spektivið, men haðani og
til lidna verkið er tað
hegni hennara við liti og
ljósi, ið ber myndunum.
Hetta kemur ikki minst til
sjóndar við málninginum
(bátur á biti, kundi hann
itið). har hon ikki skarvar
burtur, tað í motivinum,
ið kanska kundi gjørst
óruddiligt sum málað,
men snildisliga nýtir tað
sum andsagnartilfar og
harvið gevur myndina
vannað liv«, alt meðan
litirnir kortini leggja frið-
sæla kyrru yvir verkið.
Doris er fødd i Vest-
manna, men einamest
uppvaksin á Tveroyri.
Sum 19 ára gomul fór hon
til Danmarkar. hagar hon
giftist og setti búgv.
Hugin til myndandi list
hevur hon átt frá barna-
árum, men serliga nógv
hevur hon fingist við
listina seinnu árini, væl
eggjad og stuðlað av
denda listalæraranum,
málaranum og grafikaran-
um Ejvind Schaldemose.
Sum gestur á framsýn-
ingini er Oscar Herman-
son við eini fýra verkum.
Vit ynskja henni væl-
komnari við list síni.
KR.