týsdagur 5. juni 1984síða 10
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Brotna árin hjá nólsoyingum
muni millum fremsta og
triðja bátin og bert ein
tíggindapartur av einum
sekundi millum nr. 2 og 3.
Um hetta verður gongdin í
teimum komandi 8-mann-
afarsróðrunum, verður
spennandi. Serstakliga
spennandi verður at
síggja, um Ørvur veruliga
kann klára at halda seg í
fremra endanum í ár.
Hinir bátarnir hava jú
altið — nærum — verið
millum teir fremstu, með-
an Ørvur í nógv ár hevur
verið av »konstantastu«
bátunum i aftara end-
anum
Brotin år
Ein brákað ár seinkaði
byrjanini av 10-manna-
farsróðrinum nakað. Tá
byrjast skuldi, vóru nóls-
oyingar varir við, at ein av
árum teirra var heldur illa
brákað — fyri ikki at siga
brotin. Við hjálp frá
dómarabátinum fingu teir
tó vavt so mikið um hana,
at hon so dánt kundi
nýtast — ein av part av
teininum, tí tá Nólsoy-
ingur nærkaðist málinum
brotnaði árin og róðu bert
nýggju mans seinasta
teinin
Tað var annars Tverá-
báturin. ið kom best frá
byrjan og legði seg á
odda, men munurin mill-
um bátarnar var lítil. Tá
bátarnir hevdu róð umleið
1000 m., fór Vestmenn-
ingur, ið jú vann FM
1983, fram um hinar.
Munurin millum bátarnar
var tó framvegis lítil og
kappingin var sera horð.
Tá bátarnir nærkaðust
málinum, kom Nólsoying-
urin — hóast brotnu árina
— eisini við í kappingina
um at gerast nr. 2, tí
fremsta plássið kundi
einkin taka fra Vestmenn-
ingum.
Bátarnir fóru um málið í
hesum talradi:
1. Vestmenningur 9.44.0
2. Tverábáturin 9.50.6
3. Nólsoyingur 9.50.9
4. Floksbáturin
5. Havnarbáturin
6. Vágbingurin
Vert er kanska at leggja
til merkis, at nýggi bátur-
in, Floksbáturin (fyrr
Eysturoyingur) hjá nýgg-
ja róðrafelagnum í Havn,
Floksmannafelagið nevnt,
gjørdist nr. fýra framman
fyri bæði Havnarbátinum
og Vågbingi, ið annars
Bátsformaðurin á Vestmenningi við steypinum
tíðindablaðið
Føroyameistarin frá i fjor, Vestmenningur, vann eisini fyrsta róður í ár. Frá vinstru
eru teir: Jón Nielsen, Jógvan Hansen, Jóan Hendrik Davidsen, Pauli Zachariassen,
Virgar Hansen, Hanus Olsen, Óla Jákup Hansen, Rodmund Andreassen Rúni
Nielsen, Hilbert Funn og Aksel Haraldsen
Floksbáturin kemur at landi eftir fyrsta róðurin
Sognini trúgvir høvdu limirnir i nýstovnaða Floks-
mannafelagnum málað bát sín eftir uppskriftini: hvít
ur í annað borð og bræddur í hitt
hava verið millum bestu
bátarnar seinnu árini.
Næsti FM-róður verður
á Skálafjarðarstevnuni
um tvær vikur tann 16
juni. Tá fæst so at vita,
um tað verða somu bátar,
ið fara at gera vart við
seg, ella um aðrir megna
at koma við í stríðið um
fremstu plássini og týdn-
ingarmiklu FM-stigini
Vestmanna —
róðrabygd
Á Norðoyastevnu kláraðu
bátarnir úr Vestmanna og
teir hjá Havnar Róðrarfel-
ag seg væl Havnar
Róðrafelag hevur verið av
fremstu r6drafeløgum í
nógv ár, meðan Vest-
manna kanska er meira
kent innan hondbóltin.
Men nú tykist Vest-
manna eisini at gera
veruliga vart við seg
innan róður aftur og ikki
ber til at kalla Vestmanna
fyri hondbóltsbygd burt-
urav longur, ti bygdin er í
eins stóran mun ein róðra-
bygd.
Á Norðoyastevnu vóru
tað 5-mannaferini og 10-
mannafarið, ið gjørdu um
seg, men vestmenningar
hava eisini ætlanir um at
luttaka í 8-mannafars-
róðri. a Norðoyastevnu
frættu vit, at teir hava
útvegað sær eitt átta-
mannafar úr Vágum og at
teir eru nærum lidnir at
mála tað og gera tað til
reiðar til kappingarlut-
tøku. Ætlanin er so at
luttaka á fyrsta sinni á
Jóanseku í Vági, ti vest-
menningar meta ikki, at
teir verða í nóg góðari
venjing at luttaka á
Skálafjarðarstevnuni
FM-stigini —
stødan
I kappingini um FM fåa
seks teir fremstu båtarnri
stig. Fremsti fær sjey
stig, næsti fær fimm,
Nr. 65 — 5. juni 1984
triðji fær fýra, fjórði fær
try o.s.fr
Aftaná róðrarnar á
Norðoyastevnu er stødan i
ymsu bólkunum hendan:
5-mannafer, gentur:
1. Sílið
2. Blíkur
3. Bylgjan
4. Firvaldur
5. Havfrúgvin
6. Tjaldrið
nÐ
&
NNGOAD DR
5-mannafør, dreingir stig
1. Fortuna 7
2. Svanur 5
3. Havfrúgin 4
4. Silid 3
5. Båran 2
6. Aldan ]
6-mannafør, kvinnur stig
1. Gongurólvur 7
2. Smyril 5
6-mannafør, menn stig
1. Gongurólvur 7
2. Hvessingur 5
3. Påll Fangi 4
8-mannafør: stig
1. Oyndri 7
2. Húsavíkingur 5
3. Ørvur 4
4. Kvivikingur 3
5. Argjabåturin 2
6. Sjóriddarin 1
10-mannafer: stig
1. Vestmenningur 7
2. Tverábáturin 5
3. Nólsoyingurin 4
4. Floksbáturin 3
5. Havnarbáturin 2
6. Vágbingurin 1
Virksiítróttar-
felag sett á
stovn
Á fundi tann 29. mai
varð Havnar Virkis-
itrottarfelag sett á
stovn
Í starvsnevndini
sita Erling Nielsen,
Niels Juel Akraberg
Poulsen og Jan Jac-
obsen, meðan Hjalti
Samuelsen, Jóan Pet-
ur Michelsen og Heð-
in Luid
Manningin á Vestmenningi helt tað ikki vera nóg mikið at hita upp við at rógva út á
2000 m málið, so teir runnu áðrenn róðurin