Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-06-14, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. juni 1984síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 tíðindablaðið Útgevari: p/f sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Múller Argjavegur 26 Postsmoga 76, 3800 Torshavn telefon 11820 Politiskur- og fyritaksblaðstjóri: Krisjan Dahi Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen og Jóhann Mortensen Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981 ØLL MINNAST hvussu sjålvstyrisflokkurin leikadi i tå seinasta samgonga sat. Uttanlandsskuldin var alt ov stór. Almenni stuðulin til vinnulívið var somu- leiðis ov stórur. Og veð- haldsskyldurnar hjá lands- kassanum vóru eisini ov stórar. TÁ VALIÐ VAR av kom sjålvstyrisflokkurin uppí eina borgarliga samgongu. Og ikki nokk við tað. Gamli sjálvstýrarin fekk figgjarmál at umsita í landsstýrinum. Nú nærum fýra ár eru liðin rokna fólk sjálvandi við at sonn vend er komin í á fíggjarliga økinum. SJÁLVANDI HAVA fólk roknað við at nú var uttan- landsskuldin munandi minni ella heilt burtur. Somuleiðis hava fólk roknað við at almenni stuðulin til vinnulívið nú var lítil ella ongin í mun til tað hann var framman undan. Eisini hava fólk roknað við at veðhalds- skyldurnar hjá landskass- anum høvdu sæð sínar bestu dagar. At nú vórðu ikki fleiri landskassaveð- hald givin. MEN SO HOYRDU vit For- mannin í ráðgevandi nevndini viðvíkjandi Før- oyum. Uttanlandsskuldin er tvífaldað eftir tveimum árum. Vit hava ta størstu uttanlandsskuldina í Eur- opa. Vit skulu til londini í Latínamerika fyri at finna eina eins stóra uttanlands- skuld. Almenni stuðulin til vinnulívið hevur ongatíð verið stórri enn i dag. Og tað sama segði Skak Nielsen um veðhaldsskyld- urnar hjá landskassanum. MEN SO KEMUR gamli sjálvstýrarin. Seinasta fríggjadag skrivar lands- stýrismaðurin hjá gamla sjálvstýraranum í Tinga- krossi. Hann roynir at ugga sínar landsmenn við, at frágreiðingin frá ráðgev- andi nevndini ikki er skriv- að til føroyingar, men til danir. Til forsætisráðharr- an. Hvor skal siga: hasa frágreiðingina eiga føroy- ingar hvorki at lesa ella at lurta eftir. Sjálvandi spyrja fólk nú um gamli sjálv- stýrarin er í ørviti. UTTAN MUN TIL hvønn frágreiðingin er skrivað til, so sleppa vit ikki undan teimum veruleikum, sum ráðgevandi nevndin ger vart við. Formaðurin í ráð- gevandi nevndini varð spurdur, um føroyingar nú eru í somu støðu, sum danir vóru í, tá Knud Hein- esen á sinni ávaraði og segði, at danir koyrdu ímóti avgrundin á 1. klassa. Til hetta segði Skak Nielsen, at føroying- ar koyra ímóti avgrundini á luksus klassa, men hann vónaði kortini at vit lupu av áðrenn vit komu á trom- ina. HÓAST HESI orð sigur landsstýrismaðurin hjá gamla sjålvstyraranum at frågreidingin ikki er skriv- að til føroyingar. Tá und- anfarna samgonga sat, koyrdu nøkur å 1. klassa og onnur å 2. klassa. Mun- urin var ikki stórri enn tað. Í dag koyra nøkur á luksus klassa. Onnur koyra á 1. klassa. Uppaftur onnur koyra á 2., 3. og 4. klassa. HETTA VIL SIGA, at nøkur hava fingið munandi meira, meðan tann stóra fjøldin hevur fingið minni, við tað at fjøldin knógvar undir munandi hægri skatti, munandi hægri tolli og munandi hægri almenn- um gjøldum av ymiskum slag. Við vælsignilsi frá gamla sjålvstyraranum sitå nøkur få å luksus klassa meðan vit koyra ímóti av- grundini. Nr. 68 — 14. juni 1984 40 túsund krónur meira fyri hvenn føroying Hetta er rokningin fyri eitt borgarligt experiment í 4 ár Ti var tað ikki so logið, at tú hoyrdi setningar sum „nú gekk hon dekan ov nær<, »ja, nu er heilt galið<. »gott at vit hava Danmark at stuðla okkum til«, eftir at formaðurin í økonomiska ráðnum, Skak-Nielsen í útvarpin- um hevði sagt frá, hvussu hættislig okkara figgjar- støda var. tí vit høvdu ført ein ábyrgdarleysan figgj- arpolitikk við óhoyrt stór- um uttanlandslánum, sum í hesum árinum fara upp- um 3 milliardir krónur Eitt úrslit av borgar- ligum oyðslupolitikki í fýra ár. Hetta vóru snegt somu orðini, sum formaður Javnaðarfloksins nú hev- ur ávarað við ótalliga ferð- ir, um tann ábyrgdarleysa vina- og kenningapolit- ikkin, sum landsstyris- samgongan hevur fert Higartil hevur tað verið sum at sletta vatn á gás Men. sum onkur tók til, nú bleiv tað sagt á donskum, kanska tað nú fer at hjálpa. Kanska teir nú skilja hvat á leikar. Í ellum ferum, so er tað innispunna tógvið nú komið út. Nú kann sann- leikin bara ikki dyljast longur. Feroyar vorðnar samanliknadar við Latin- amerikonsku londini, sum eru so illa stødd av uttan- landsskuld, at búskapurin i mongum førum purasta er koppaður. Hetta er tad, sum Javn- aðarflokkurin åhaldandi hevur ávarað ímóti. A vara imoti at vit førdu ikki ein so einoygdan og so åbygdarleysan polit- ikk, sum feroyafólk nú stendur sum vitni til Eftir so fáum árum við borgarligum experiment- um, sum fyrst og fremst setti sær sum mál, at hver skal hugsa um sjálvan seg, áðrenn hugsað verður um heildina Tað er lítið at froðast um. hetta sum hent er Ti tað er eftirtiðin, sum kemur at kenna sviðan Hetta at hver feroyingur uppá seg nú skyldar í uttanlandsskuld 40.000 krónur meira, enn hann skyldaði. áðrenn núsit- andi løgmadur tók við Vorðið sum úrslit eftir politisk viðmerk- ing so stuttari tíð. Ein dýr rokning fyri vina- og kenningapolitikkin. Skak-Nielsen nevndi eisini hetta, at tað ikki bara eru føroyingar, sum sigla á heimsmarknað inum So týðiliga hevur tað ongantið verið sagt fyrr við danskari tungu At feroyingar hava handlað útavlagi ábyrgd- arleyst. At politikkurin, sum landsstýrissamgongan hevur rikið, hevur verið útav allari leið ábyrgdar- leysur, ja samfelagsskaði- ligur Ødrvisi kundi tú ikki skilja samreðuna í útvarp- inum fyri hvítusunnu við formannin i rfáðgevandi nevndini hjá Statsmin- isteriium, harra Skak Nielsen J. Lindenskov Aftur russar Vinarligast hýs mær hes- um greinastubba Tú letur ikki eitt einasta foroyskt blað upp uttan so, at skrivað verður upp og niður um russar á okk ara leiðum. At teir eru her i logligum erindum verður minni skrivað um. Heldúr ikki um. hver hevur sátt- málabundið teir higar Hví teir fram um aðrar út- lendingar skulu verða so illa hagreiddir av foroy- ingum, skilji eg og nógv við mær ikki. Í eini Dimmu herfyri gav Pauli Ellefsen undan- farna landsstýri >skuld- ina< fyri samstarvinum við russar. Vit, sum minn- ast fúlu sambandsagitat- iónina uppundir seinasta val, skilja ikki petti av teimum sáttmálum, sam- bands- og fólkaflokkurin síðani hava gjørt við russ- ar. Teirra er tøkkin aleina fyri at vorðið er sum er. Sjålvur haldi eg ikki, at hesir såttmålar eru mund- andi verri, enn teir, som flokkar hava fingid vid onnur lond. Vit minnast ju, hvussu jånkasliga at- borið var við laksinum, har sjálvur legmaður útvarpi. áðrenn samráðst varð. opinberaði fyri heiminum. hvussu lítið av laksi vit veruliga kundu meta verandi okkara egna, og at vit tískil ikki skuldu seta sterri krav enn hasar fáu stertarnar, aðrir untu okkum. Tað legna er bert, at fadrarnir at sáttmálanum við russar eru teir, sum í Dagblaði sum Dimmu eru mest harmir um egnu samráðingarúrslit. Í Dagblaðnum nr. 40 skrivar Hjerdis Djurhuus sera góða grein við yvir- skriftini „>Rúgvusmikil Vinskapur<. Hjerdis man vita, hver var til staðar, tá russarasáttmálin varð undirskrivaður, nevniliga Jógvan Sundstein. So eg fari at loyva mær at spyrja sama Sundstein um stødu hansara í mål- inum, eftir at hava lisið nevndu grein. Hvat, Jóg- van, høvdu okkara veiði- menn í Barents- eins væl sum í Eystursjónum sagt um teir vórðu riknir burtur. Eru tit sinnaðir til at beina fyri veidimøgu leikum okkara hjá Eyst- anlondum bara fyri í einum valári at gera heidninga- og racistaboll ar út á valsúpanina. Annars haldi eg, at alt tað, ið skilamaðurin Atli Dam undan seinasta vali fordi fram hesum við- víkjandi, er gingið út, og skuldin er sambandsins og fólkafloksins aleina. Til endans fari eg at taka afturiaftur nakað av tí, sum herfyri stóð at lesa í oddagrein 14': „Alt tað, tit vilja at menniskjuni skulu gera móti tykkum, eiga tit eisini at gera ímóti teimum, tí hetta er lógin og prefetarnir«. Terji Dalsgaard