hósdagur 14. juni 1984síða 8
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
HB—NSÍ, 1. deild:
Vatnpolo í Gundadali
— HB aftur á odda
Umsteðurnar at spæla fótbólt vóru vánaligar í Gundadali
sunnudagin. Vellurin var vátur, og lógu nógvir hyljar á honum.
Hóast hetta megnaðu HB og NSÍ at geva áskoðarunum ein
hampuliga væl spældan, men bæði spennandi og undirhaldandi
dyst. Við sigrinum kann HB halda summarfrí á einum tryggum,
uppibornum fremstaplássi.
Tá HB og NSÍ, 1. deild,
hittust á ovara velli í
Gundadali sunnudagin
vóru líkindini at spæla
fótbólt út av lagi vánalig.
Tað hevði regnað allan
dagin og lógu hyljar kring
allan vellin, soleiðis at
hesin í veruleikanum var
betri egnaður at spæla
vatnpolo.
Og nógvu hyljarnir er-
kymlaðu eisini í stóran
mun spælið. Ferð eftir
ferð kom fyri, at bólturin
steðgaði í hyli og einu
ferðina orsakðai ein hylur
kanska eisini eitt mál.
Í byrjanini av dystinum
tóktist spælararnir serliga
erkymlaðir av våta vøll-
inum. Spælið fekst ikki at
ganga hjá nøkrum av lið-
unum — serstakliga verj-
unum, ið hevdu ávísar
trupulleikar at fáa spark-
að bóltin burtur frá
málunum aftur. Og hetta
hevði eisini við sær, at
tvey mál komu tidliga í
dystinum.
Tá sjey min. vóru
farnir, fekk Eyðun Gaard-
bo fatur á bóltinum aftaná
verjuvillu hjá HB og
skeyt hann trygt skot í
netið til 1—0.
Stór frei á NSI-leikar-
um og -viðhaldsfólki.
Men gleðin varð stokk-
ut.
Bólturin var ikki meira
enn givin til leik, nú
hendir tað sama í hinum
endanum av vellinum
Tummas Óli Mortensen
sær, at NSI-verjan fær
ikki sparka burtur og
smoyggir hann seg I
millum og skjýtur gott
skot í netið til 1 —1
Hetta lovaði gott hóast
alt. Sjálvt um regnið
framvegis datt av himni
og vøllurin meira.og meira
líktist einum mórudíki, so
vóru vónir um gott undir-
hald, ti tvey mál innan
fyri fyrstu 10 min. er ikki
nakað ein sær í hverjum
dysti.
Hóast tað var HB. sum
hevði fingið seinasta mál-
ið, so var tað NSÍ, ið
hevði yvirvág í leiki, og
fimm min. aftaná javn-
andi málið, kom NSÍ aftur
á odda.
Eyðun Gaardbo fekk,
inni í HB-brotsteiginum,
fatur á bóltinum og legði
hann NSÍ á odda 2—1
Henda støda helt seg
hálvan tíma, men beint
áðrenn farið varð til
hålvleiks, í 45. min., fekk
HB eitt hornaspark
vinstru síðu. Í fyrsta um-
Nr. 68 — 14. juni 1984
fari eydnadis NSÍ at
sparka bóltin úr brots-
teiginum, men staddur
umleið 25 m. frá málinum
fekk Julian Hansen fatur
á bóltinum. Hann royndi
seg beinanvegin við skoti.
Og skotið var eitt væla
skot. Bólturin fór beina
kós móti málinum og
smeyg seg undir tver-
stondina í netið til 2—2, ið
eisini var hålvleiksstødan
Eitt korter fór av seinna
hálvleiki áðrenn næsta
málið kom og var tað
aftur HB. ið fekk mál.
Málið kendist fyri okkum
iskoðarar heldur legið.
Tummas Oli Mortensen
royndi seg við skoti móti
málinum hjá NSÍ. Skotið
var veikt og trillaði móti
málinum, men júst sum
málverjin hjá NSI skuldi
taka bóltin, sá út til at
hann broytt kós í einum
av hyljunum og rullaði
hann fram við honum og í
netið til 3—2
Hóast teir vóru aftan-
fyri í málum, so góvust
NSÍ-ararnir ikki at stríð-
ast. Roynt var at vinna
miðvellin frá HB. men
hetta eydnaðist ikki. HB
hevði harafturimoti fleiri
royndir á málið hjá NSI
aftaná at
odda
og tiggju min
liðið var komið á
3—2, tá bar aftur til.
Helgi Olsen fekk bóltin úr
hegru síðu og skeyt hann
gott skot dygst inni við
stongina til 4—2, ið varð
endaliga úrslitið
Vánaligu umstødurnar
tiknar við. so var dysturin
hóast alt bæði væl spæld-
ur, spennandi og undir-
haldandi
Við sigrinum hevur HB
aftur lagt seg trygt á odda
í Í deild, tvey stig
framman fyri B68, ið jú
tók oddasessin frá HB
aftaná sætta leikumfar
HB kann nú fara í
summarfri á einum uppi
bornum oddasæti
LÍF — B68, 1. deild: 2—0 (2—0)
Tað tykist at vera trupult hjá oddaliðum at klára seg á vellinum
í Lorvík. Fyrst mátti TB lata oddasessin frá sær eftir dyst móti
LÍF, og nú mátti B68 sanna, at trupult er at fáa tamarhald á
kviku LIF—framherjunum
Í góðveðrinum leygar-
vkeldið var nógv fólk
komið saman kring fót-
bóltsvellin í Leirvík at
hyggja at >lokaluppgerð-
ini« millum LÍF og B68.
Áðrenn dystin lá B68 á
odda í landskappingini í 1.
deild við sama stigatali
sum HB, men við betri
målårtøku, meðan LÍF lá í
neðaru helvt, við bert
tveimum stiguin fleiri enn
niðast stadda liðið, B36.
Á liðinum hjá LÍF var
henda dag ein nýggjur
maður at síggja, nevniliga
Leo Poulsen, ið áður
hevur roynt seg á 1.
deildarliðinum hjá B36 og
á liðinum hjá SÍF.
Leo er kendur sum mál-
sekin leikari og hann fekk
bestu byrjan, ið hugsast
kann, á nýggja liði sínum.
Longu í fyrsta minutti
kom LÍF á odda við máli,
sum Leo Poulsen skeyt.
Hetta mál kom beint
aftaná at bólturin var
givin til leik. LÍF fór í
álop og endaði bólturin
heilt afturi við baklinjuna
hjá B68, hegri megin
málið. Avleverað varð inn
fyri málið — eftir jorð —
og har kom Leo Poulsen
rennandi og kundi hann,
bert ein metur frá mál-
linjuni, púra ótarnaður
seta fótin á bóltin og beina
hann í netið til 1 —0.
Hetta var ring byrjan
fyri B68, sum jú stridist
fyri at vinna fyrsta meist-
araheitið sítt í 1. deild
nakrantið og ti hevur
hvert stig, ið vinnast
kann, fyri neyðini. B68
restaði henda dag Ingolf
Petersen, ið hevur leitað
sær til Fraklands at
hyggja at dystunum í
EM-kappingini, og í åvis-
an mun såst hetta eisini at
seta sín dám á álopsspælið
hjá B68. Men toftamenn
royndu tó at fáa veruligt
flótandi álopsspæl í lag,
og gekk eisini væl hjá
teimum at fáa bóltin fram
móti brotsteiginum. ØII
breiddin av vellinum varð
nýtt, men tá komið var
móti brotsteiginum var
eins og bilaði okkurt. Ikki
tí, B68 royndi seg við fleiri
skotum — og vóru nakrar
av royndunum sera vand-
amiklar — men tey skot,
ið ikki struku fram við
málinum, bjargaði Tor-
finn, LIF-málverjin
LÍF. sum í Kára Niel-
sen, Leo Poulsen og
Martin Nudget, hevur
álopsleikarar, ið kunnu
órógva allar verjuleikarar
í Føroyum, royndi seg við
eðrum spælihátti. Upp-
spælið var ikki so breitt,
sum tað hjá B68, men
royndu leikararnir seg
meira við skjótum álopum
— beinleiðis móti málin-
um. Mong av hesum tókt-
ist at vera vandamikil —
men skotini bilaðu oftast í
avgerandi lotum.
Men í síðsta minutti av
fyrra hálvleiki mátti Kjar-
tan Nesá, B68-málverjin,
enn einaferð tungu gongd-
ina í egna net sítt eftir
bóltinum. Hetta hendi tá
Martin Nudget einsamall-
ur royndi seg úti á vinstra
vongi. Hann rann oman
móti málinum, uttan at
tað eydnaðist B68-verjuni
at steðga honum, og
komin inn í vinstru síðu
av brotsteiginum, royndi
hann seg við skoti. Og
hesa ferð bilaði íkki.
Bólturin fór yvir hendur-
nar á Kjartani, ið varð
runnin út móti Martini í
verjuroynd, og í fjarara
síðuneti til 2—0, ið varð
hálvleiksstoða — og enda-
ligt úrslit av dystinum.
Hóast dúgliga varð
roynt at fáa mál í seinna
hálvleiki, so komu íkki
fleiri mál, og mátti B68
fyri aðru ferð í ár fara av
vellinum uttan at hava
tryggjað sær stig, meðan
LIF enn einaferð prógv-
aðo, at oddalið skulu ikki
kenna seg viss í at fáa stig
í Leirvík. Fyrst mátti TB
lata oddasessin frá sær
aftaná dyst í Leirvík — nú
vóru tað toftamenn, ið
vorår. noyddir at ásanna
tað sama.