hósdagur 14. juni 1984síða 10
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
So er kappingin um eur-
opameistaraheitið í fót-
bólti byrjað. Hetta hendi
týsdagin, tá Frakland,
vertstjóðin, og Danmark
spældu fyrsta dystin á
Parc des Princes fótbólts-
vellinum í Paris
Átta tjóðir luttaka í
endaligu kappingunum
um EM. Í bólki A eru lut-
takaralondini Frakland,
Danmark, Belgia og Jug-
oslavia, meðan Vestur-
týskland, Portugal, Span-
ia og Rumenia mynda
bólk B.
Spælt verður í sjey
fronskum býum, í Lens,
| — | EM í fótbólti:
So er kapp-
ingin byrjað
Kappingin um Em í fótbólti byrjaði í Fraklandi týsdagin
Lyon, Marseille, Nantes,
Paris, St. Etienne og
Strasbourg. Skráin fyri
kappingina er henda:
Í bólki A:
Frakland og Danmark í
París týsdagin og í gjár-
kveldið spældu so Belgia
og Jugoslavia í Lens.
Leygardagin spæla Frak-
land og Belgia í Nantes,
meðan Danmark og Jugo-
slavia sama kveld spæla í
Lyon. Seinastu dystirnir í
bólki A verða spældir
týsdagin. Tá hittast Frak-
land og Jugoslavia í St.
Eitenne, meðan Danmark
og Belgia spæla í Stras-
bourg.
Dystirnir í bólki B byrja
í dag. Í Strasbourg hittast
Vesturtýskland og Portu-
gal, meðan Spania og
Rumenia spæla í St.
Etienne í kveld. Sunnu-
dagin spæla Vesturtýsk-
land og Rumenia í Lens,
meðan Spania og Portugal
hittast í Marseille. Sein-
astu dystirnir í bólki B
verða, eins og í bólki A,
týsdagin 19. juni. Tá
spæla Vesturtýskland og
Spania í Paris, meðan
Rumenia og Portugal hitt-
ast í Nantes.
Nr. 1 í bólki A og nr
tvey í bólki B hittast so í
einu semifinaluni, meðan
nr. tvey í bólki A og
vinnarin av bólki B hittast
í hinari. Fyrra semifanal-
an verður spæld í Mar-
seilles leygardagin 23
juni, meðan tann seinna
verður spæld í Lyon
sunnudagin 24. juni.
Semifinaluvinnararnir
hittast so í EM-finaluni,
ið verður spæld á Parc des
Princes mikukveldið 27.
juni, klokkan 19.00 fer-
oyska tíð.
EM í søgu:
Vanliga vinnur
Vesturtýskland
Fyrsta almenna kappingin
um europameistaraheitið í
fótbólti fyri landslið var í
Ítalia í 1968. Áðrenn hetta
var tó ein onnur kapping,
ið nevndist Nations Cup,
men í hesari kapping lut-
tóku tó ikki øll lond i
Europa
Frá 1968 komu øll lima-
londini í europeisku fót-
bóltssamgonguni UEFA
við í kappingina — eisini
Vesturtyskland, ið ongan-
tíð hevði luttikid i Nations
Cup
Og Vesturtýskland hev-
ur so sanniliga gjørt vart
við seg í EM-samanhangi.
Burtursæð frá EM í Italia
í 1968 hava vesturtýsk-
arar altíð verið eina av
liðunum í EM-finalunum
Í 1972 og 1980 vann
Vesturtýskland, men
tapti finaluna í 1976 í
Jugoslavia móti Tjekko-
slovakia tá tann annars
framúrskarandi leikarin
Uli Hoeness »brendi« eitt
brotsspark
Aftaná longda leiktið og
brotssparkkapping vunnu
tjekkar við sjey málum
móti fimm
Urslitini av teimum
fýra EM-kappingunum, ið
higartil hava verið, eru
hesi:
1968 í Italia. Europa-
meistari Ítalia, ið vann á
Jugoslavia aftaná tveir
dystir. Fyrsti dysturin
endaði javnt 1—1 aftaná
longda leiktið. Nýggju
finaluna vann ITALIA
2—0.
I dystinum um tridja-
plássið vann Ongland við
tveimum málum móti
ongum á Sovjetsamveld-
inum.
1972 í Belgia. Europa-
meistari Vesturtyskland,
ið vann 2—1 á Belgia í
finaluni.
1976 í Jugoslavia. Eur-
opameistari Tjekkoslov-
akita, ið vann finaluna við
7—5 á Vesturtýsklandi
aftaná longda leiktið og
brotssparkkapping. Nr.
trý varð Háland, ið vann
dyst sín móti Jugoslavia
við trimum málum móti
tveimum aftaná longda
leiktíð.
1980 í Ítalia. Europa-
meistari Vesturtýskland.
ið vann finaludystin móti
Belgia við tveimum mál-
um móti einum. Í dyst-
inum um bronsumerkini
møttust Tjekkoslavakiid
og Italia og vann Italia
vid tiggju málum moti
niggju aftanå longda leik-
tid og brotssparskapping
EM og
sjónvarpið
Eisini føroyska sjón-
varpið verður ávirkað
av kappingini um EM
í fótbólti
Sjónvarp Feroya
viðkar um tænastu
sína og er ætlanin at
senda upptøkur av
dystunum longu dag-
in eftir at teir eru
spældir.
” Fótbóltsáhugað
hava okkurt at gleða
seg til.
Nr. 68
Leygardagin var dystur í Getu millum
kvinnuliðini hjá GÍ og B68.
Likindini at spæla vóru av teimum bestu.
Sólin skein, og lýtt var í veðrinum.
GI kvinnurnar høvdu at kalla alt spælið.
Leikliga yvirvágin var so stór, at tað var
heldur sjáldsamt at síggja, at B68 fekk bóltin
yvir á GI—hålvuna. Og kom bólturin um
miðjuna, so fekk verjan hjá gøtukvinnum
beinanvegin tamarhald á honum og sendi
hann móti B68—málinum aftur. Yvirvágin
var so stór, at GI stóran part av dystinum
spældi uttan málverja — uttan at hetta tó
merkti spælið á nakran hátt. B68 kom ongan-
tið ínánd av málinum.
Hetta spæl heuði sjálvsagt við sær, at GÍ
vann stórsigur. Gotukvinnur vunnu 13—0.
B68 hevur tapt allar sínar dystir við stór-
um málmuni, men kvinnurnar eiga tó rós
uppiborið fyri, at tær gevast ikki, hóast tað
gongst teimum illa í landskappingini.
Høvdu oll lið víst tilikan ítróttaranda !
8 26 í ferðslulógini sigur m.a.:
Kemur tú uppí
ferðsluóhapp
hevur tú skyldu at:
$ — veita meiddum hjálp
8 — boða løgregluni frá
ferðsluóhappinum
8 — taka lut í tiltøkum
sum tryggja ferðsluna
$ — fáa ferðslutalvur og aðra
merking í rættlag aftur
Hesar skyldur hava bæði sek og ósek.
e
fi
RÅDID FYRI FERDSLUTRYGD |
14. jurnu 1984
|
|}