leygardagur 16. juni 1984síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
tíðindablaðið
Útgevari: p/f sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Múller
Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl
telefon 11820
Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen og Jóhann Mortensen
Mála ikki við
tilvildarligum
litum
Í SEINASTU Dimmalætting spæl-
ir Pauli Ellefsen ta gomlu plátuna
aftur. Innihaldið er, at javnaðar-
flokkurin hevur broytt kós síðani
flokkurin fekk nýggja leiðslu.
VIÐ STÓRARI yvirskrift spyr log-
maður, hver málaði javnaðar-
flokkin reyðan, og hver kann
vaska reyða litin av aftur. Í sam-
full 10 ár hevur Pauli Ellefsen
spælt hesa plátuna. Tá javnaðar-
flokkurin fyri 10 árum síðani fekk
nýggja leiðslu, varð kósin løgd
longur til vinstru og meira á sjálv
stýrisleið, og tí varð neyðugt hjá
javnaðarflokkinum at finna
nýggjar samarbeiðsflokkar.
FERÐ EFTIR ferð hava vit víst
hesum pástandi aftur. Tey polit
isku stevnumiðini hjá javnaðar-
flokkinum eru óbroytt, bæði tá
talan er um javnaðarpolitikk mót
vegis borgarligum politikki, og
somuleiðis tá talan er um viður-
skifti okkara við Danmark. Har er
onki broytt frá javnaðarfloksins
síðu. Í dag roynir javnaðarflokkur-
in at fremja somu politisku
stevnu, sum hann royndi at
fremja í tíðini hjá ávikavist P. M.
Dam og J.Fr.Øregaard.
MEN NAKAÐ annað er, at fyri 10
árum síðani og t. v. s. í 1974, komu
tveir persónar fram í føroyskum
politikki og vórðu hetta ár valdir
inn á ting. Annar varð valdur fyri
sambandsflokkin og hin fyri
fólkaflokkin. Tann, sum varð
valdur fyri sambandsflokkin,
gjørdist beinan vegin leiðari i
sínum flokki, meðan hin, ið varð
valdur fyri fólkaflokkin, fekk íkki
Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981
oddagrein
tað stóra orðið at siga innanfloks
í fyrstu atløgu.
HER ER TALAN um tveir persón
ar, ið hava hug at mála og nýta
litir, sum ikki eru tilvildarligir. Tá
hesir báðir tosa og skriva, verða
tingini ikki nevnd við sínum rætta
navni. Teir venda ollum á høvdid.
Og hetta verður gjørt við einum
einasta endamåli. Nevniliga at
villleiða fólk fyri at fáa politiskan
fyrimun burturúr. Tað ræður um
hjá hesum báðum, at fáa javnað-
arfólk at trúgva, at javnaðar
flokkurin er nakað annað enn
hann veruliga er
TEY SEKS árini seinasta sam
gonga sat, varð javnaðarflokkurin
skuldsettur fyri at vera loysingar
flokkur. Fólkaflokkurin varð
skuldsettur fyri at vera sosialist
iskur. Og tjóðveldisflokkurin varð
skuldsettur fyri at økja um figgj-
arliga stuðulin úr ríkiskassanum.
Hetta var ein málningur hjá sam-
bandsmálaranum. Á sama hátt
hevur fólkafloksmálarin td.
málað landsstýrismannin hjá
sambandsflokkinum sum
sosialist.
SEINASTU 10 årini hava sam-
bandsmålarin og fólkafloksmálar-
in verið sera virknir. Teir hava
málað dúgliga. Teir hava nýtt
sterkar litir, tó ikki tilvildarligar
litir, men litir, ið tæna endamál-
inum, sum er at sverta hinar út.
VIÐ HESUM virksemi hava teir
drigið føroyskan politikk niður á
eitt óverdugt stødi — eitt stødi,
sum fær øll hampafólk at vaml-
ast. Ongin kann undrast á, at
javnaðarflokkurin meldaði pass
fyrst í 1974 og síðani í 1980.
Argjavegur 26
Postsmoga 76,
3800 Tórshavn
Skattafriir
folkapensionistar
Aheitan!
Til Harra Poul Michelsen,
hægsta skrivstovustjóra
Tórshavnar Býráðs.
Tan stætturin, sum
móttekur fólkatrygging,
hevur ikki nógv at geva
av. Tí verður tú biðin um
at gera so væl at fera
býráðssamtyktina, í sam-
bandi við figgjarætlanina
fyri 1984/85, um at hesin
bólkur skuldi fáa skattin
endurgoldnan, út í lívið.
Tað er skattur fyri
skjótt fýra mánaðir, ið
pensiónistarnir eiga til
góða.
Hevði tað verið sneisa-
erindi fyri tín egna stætt,
hevði tú ivaleyst runnið á
leistum.
Ingi Mohr
Nr. 69 - 16. juni 1984
Hava Vágar veruliga
nakað umboð á Legtingi?
Frank Davidsen, valevni javnaðarfloksins
í Vágum til komandi lgtingsval, skrivar:
Rættiligur rokfiskiskapur
var herfyri hjá snellu-
bátunum vestanfyri. Í út-
við 1 mánaða komu bát-
arnir aftur at landi, dag
um dag við óferum fongi,
frá 500 pundum og heilt
upp í 2000 pund upp á
mannin.
Vánirnar hjá útróðrar-
monnunum vóru sum vera
man sera góðar, fyr at
tann góði fiskiskapurin fór
at halda sær meginpartin
av sumrinum. Hetta
komst av, at hópur av
fiski aftur var at fáa á
„Guttamið<, aftaná at
púra sert hevði verið til
fisk har í fleiri ár.
Men hesum vónum út-
róðrarmanna kevdi lands-
stýrið. við tað at loyvi var
givið trolbátunum á
landleiðini at trola líka inn
á ytstu grynnirnar á
>Guttamið<. Ti dagin eftir
sum trolbátarnir vóru
komnir á leiðina har, fingu
snellubátarnir ikki ein
tann einasta fisk á bát, og
ikki sást ein skøva á
ekkoloddinum. »Gutta-
mið< var sum dustsogið.
Tað er ein so ótrúlig
undirmetan av heimaút-
róðrinum, at tað valla
finnast orð fyri tí, tá ið
landsstýrið uttan at ráð-
fora seg við teir lokalu út-
róðrarmenninar, gevur
trolbátunum loyvi at trola
inn at 5 fjórðingum úr
Gáshólmi og 4 fjórðingum
úr Mykinesi.
Sostatt verður trolað
vestur eftir >Guttamið=É,
og eru trolbátarnir bert 4
fjórðingar úr Mykinesi
líka vestur um Mykines-
hólm. Hervið verða
snellubátarnir riknir burt-
ur av allarbestu fiskileið,
har, ið servingar hava
fiskað við sneri í manna-
minnir, eins og miðvingar
og sandavágsmenn.
Henda avgerð landsstýr-
isins er einki minni enn
ótilgevilig. Og við hesi
skemdargerð mega vit
ásanna, at orðið bygda
menning hjá hesum lands-
stýrinum ikki er til long-
ur. Eisini mega vágamenn
ásanna, at bæði umbodini,
Vágar hevur á Løgtingi,
hava svikið. og tað við lit
Bæði í fjølmiðlum og á
Legtingi hava suðuroyð-
artingmenninir gjert vart
við seg, viðvíkjandi trol-
ingini inn á útróðrar-
leiðirnar vestan fyri Suð-
uroynna. At tað hevur
verið til fánýtis, kunna
teir ikki lastast fyri.
Umboðini á Legtingi
fyri Vágar harafturimóti,
hava fullkomiliga ignor-
erað hetta týðandi mál
fyri heimaútróðurin í Vág-
um, bæði áðrenn og aftan-
á, at kunngerðin frá
landsstýrinum varð sett í
verk.
Tað var einki minni enn
eitt bragd av táverandi
fiskimálaráðharra, at
hann í 1982 og 1983 við
vælsignilsi af legtings-
umboðunum fyri Vágar,
gav trolbátunum á Land-
leiðini loyvi til at trola
heilt inn á 4 fjórðingar úr
Sørvågsbjørgum.
At núverandi fiskimåla-
ráðharri hevur kunnað
gjørt tað sama, er ikki
minni bragd.
Skommin situr á løg
tingsumboðunum fyri
Vágar. Ívan Johannesen
og Svend Á. Ellefsen
Hóast játtað varð at
stuðla útróðrarmonnun-
um, hava teir ikki rætt
hond frá síðu — tvertur-
ímóti.
[ff LITE TT
Ongan áhuga meira
Herfyri helt Útvarpið
uppat at senda skipalistan
danska, sum annars
hvenn týsdag varð lisin í
Utvarpinum kl. 12.50.
Útvarpið hevur annars
sent skipalistan síðani
miðskeiðis í sekstiárun-
um, men hevur nú strokið
hann og ístaðin verður
bert foroyski skipalistin
lisin somu tíð.
Hetta eru langfaraskip-
ini, tað snýr seg um. Vitu-
liga eru føroyski farma-
skipaflotin vaksin so líð-
andi og tað eru mong, sum
hava stórsa áhuga fyri
skipalistanum.
Harafturímóti hevur
Útvarpið upp á fyrispurn-
ing svarað, at danski
skipalistin ikki kemur aft-
uríaftur og grundgevingin
er tann, at áhugin man
vera so lítil fyri honum.
Tað sigla stødugt nógv-
ir foroyingar við donskum
skipum og tað eru tey,
sum hava gjort vart við
ónvgd teirra, ti at útvarp-
ið ikki meira gevur hesa
tænastuveiting.
Tann einasti vegurin at
ganga, um åhugin stødugt
er frå fólki at hoyra
danska skipalistan, má
vera at tey sum fegin vilja
hava henda tåttin upp-
aftur, skrivliga venda sær
til útvarpið við áheitan
um at taka táttin uppaftur
um danska skipalistan.
J. Lindenskov