leygardagur 16. juni 1984síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
GÍ—B36, 1. deild: 1—1 (0—1)
Heppið, at B36 fekk
annað stigið
Annan hvitusunnudag
varð ein dystur i 1. deild
leiktur i Gøtu. Tað vóru
tvey lið úr nidaru helvt av
deildini, GI og B36, sum
mettust á vellinum.
Feroyaizneistararnir frå í
fjør, GI, hava ikki klárað
seg so væl í ár. Teir hava
stutt sagt ikki spælt sum
føroyameistarar. B36 hev-
ur heldur ikki havt nakað
gott ár higartil. Umframt
javnleikin móti HB hevur
B36 tapt allar dystir sínar
í ár, uttan tann síðsta
móti LÍF. Men tað, at
B36 vann á LÍF, hevði
onkur týtt soleiðis, at
kanska ein vend nú var
komin í hjá B36, hóast
sigarin móti B36 var
stórliga merktur av hepni
heldur enn góðum spæli.
Men dysturin í Getu
annan hvítusunnudag var
als ikki væl spældur.
Heldur tverturímóti.
Tað var sum heild vána-
ligt fótbóltsspæl at
síggja, skeivar avlever-
ingar og seinferir fót-
bóltsleikarar.
Men bert lítil løta var
farin av dystinum, tá B36
mundi komið á odda. Tað
var verjan hjá GÍ sum
leggur ein bólt inn til mál-
mannin, men ov hart og
skeivt, so málmaðurin má
blaka seg. Hann fær
hondina á óltin, sum so
spakuliga rullar inn móti
opna málinum, men, tí-
betur fyri GÍ, hann fór
fram við handaru stongini
og út til horna.
Annars vóru álopini fá í
fyrra hálvleiki, serliga
móti GÍ-málinum. Men tá
bert eini 20 sekund vóru
eftir av fyrra hálvleiki,
kemur Hartvig Joensen
hjá B36 leysur og setir
bóltin í netið til 1—0 til
B36.
Hetta var eisini hálv-
leiksstødan, men bert ein
lítil løta var farin av
seinna hålvleiki, tå Magn-
us Gregersen fær sett
bóltin i netið til javnleik
1—I.
Nú var trýstið hjá GI á
B36-málið ógvuliga stórt
eina løtu, men Jan Alberg
saman við verjuni megn-
aði at halda málið reint.
Síðani gekst størsti
parturin av seinna hálv-
leiki við heldur vánaligum
spæli aftur, tó at GÍ hevði
eitt vet meira spæl enn
B36. Men móti endanum
av dystinum menti B36
seg aftur, og teir fingu
sterra partin av spælin-
um. Men tíverri fyri teir,
tá var tíðin farin, og bæði
liðini fóru av vellinum við
hver sínum stigi.
Eitt úrslit, sum serliga
B36 skal vera nøgt við, ti
vit eitt sindur meira hepni
kundi GI lættliga verið
farið avstað við báðum
stigunum, tí teir høvdu
meira og betri álopsspæl
enn B36.
Dómaratrioin kom úr
Fuglafirði, og teir komu
væl frá uppgávuni.
KAPPRÓÐUR
Hesir bátar fara at lut
taka í FM kappróðr-
inum á Skálafjarðarstevn-
uni í dag:
5—mannafer,
gentur
3 Tjaldrið
í Bygljan
8 Firvaldur
15 Báran
16 Silid
19 Blikur
6—mannafør,
gentur
Í Smyril
2 Gonguról ur
8—mannafer
I Argjabáturin
2 Skúgvur
y Oyndri
5 Ørvur
8 Havrenningur
10 Sjóriddarin
11 Kvivikingur
12 Húsavíkingur
5—mannafer,
dreingir
Blikur
Aldan
|
3
5
Nr. 69- 16. juni 1984
DE LL Au
Studulssvimjing
Svimjisambandið skipar
sunnudagin 17. juni frá kl.
13—15 fyri Studulssvimj-
ing 84. Hetta tiltak varð
fyrstu ferð roynt í juni
1983 fyri at útvega pening
til feroyska svimjilands-
liðið m.a. til ferðir teirra
tilDanmarkar og Sveríkis.
Figgjarliga gav hetta
tiltak seinasta ár so nógv
av sær, at meguleiki
gavst fyri uttanlandasam-
bandi og ektum virkis-
fýsni.
Hvat er studulssvimj-
ing: Seinastu vikurnar
hava landsliðssvimjarar
okkara biðið einstakling-
ar, virkir og stovnar
stuðla seg við onkrum
ávísum tali av oyrum, fyri
1984
hvenn metur viðkomandi
kann svimja í tveir tímar
tann ásetta dagin 17. juni.
Svimjarin fær so eitt oyra
einaståni, tvey oyru aðra
staðni 0.s.v. og sum
orðatakið sigur: Mangir
lekir smáir, gera stórar
áir. Hetta mátti Svimji-
sambandið sanna við sein-
astu stuðulssvimjing, tá
útvið kr. 70.000 komu inn.
Í Havn og í Klaksvík:
Sum nevnt fara landsliðs-
svimjarar = okkara at
svimja so langt teir megna
hesar 2 tímarnar. Um
onkur hevur hug at stuðla
onkran einstakan, er
meguleiki fyri hesum við
inngongdina í hellunum í
Havn og Klaksvík, tá
stuðulssvimjingin fer fra
17. juni.
Hvussu langt verður
svomið - i 2 tímar. Eftir
tølunum frå 1983 svimja
landsliðssvimjarar okkara
6—8000 m í 2 tímar.
Ímillum ell tey, ið hava
stuðlað, verður drigið um
tvey krov í Havn, tvey í
Klaksvík og tvey í Vági.
Hesi eru frá Heilseluni
P/F Poul Hansen.
Undir stuðulssvimjing-
ini í Klaksvík spælir or-
kestrið Science Fiction
seinna tíma.
Ókeypis atgongd er i
báðum stødum.
Stuðulssvimjingin i
Vågi fer fram seinni i
månadinum.
HONDA
lakærust
garanti
-findes ikke bedre
9 Havfrugvin
11 Svanur
12 Fortuna
14 Royndin Frida
í Silid
19 Junkarin
20 Ritan
6—mannafør, menn
5 Gongurólvur
ÍHvessingur
10—mannafør
I vørabaturin
2 Vestmenningur
Í Vagbingur
» Floksbaturin
6 Havnarbatur
8 26 í ferðslulógini sigur m.a.:
Kemur tú uppí
ferðsluóhapp
hevur tú skyldu at:
3 — veita meiddum hjálp
8 — boða løgregluni frå
ferðsluóhappinum
8 — taka lut í tiltøkum
sum tryggja ferðsluna
8 — fáa ferðslutalvur og aðra
merking í rættlag aftur
Hesar skyldur hava bæði sek og ósek.
Hen /
RAÐIÐ FYRI FERDSLUTRYGD