leygardagur 16. juni 1984síða 19
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 69 - 16. juni 1984
Orð og myndir: Jan Miiller
mánaði hýsir hotellið
rættiliga nógvum fundum
og skeiðum.
M.a. fáa tey nógvar
størri bussvitjanir. Ras
mus sigur i hesum sam
bandi, at tunnilin er ov låg
til at taka
sum Toru. Hetta
sigur hann, ti tad ger, at
hotelli må vera nógvar
gestir fyriuttan. Hann
visir her å, at tørvur er å
at vidka tunnlarnar i
Norðoyggjum, so teir
svara til teir tunnlar, sum
verða gjørdir aðrastaðni i
landinum.
Vit spurdu Rasmus, um
ov lítið verður gjørt fyri at
fáa fleiri ferðafólk til Við-
areiðis um sumrarnar!
— Nú vita vit, at nógv
verður gjørt fyri at fáa
fólk til Mykinesar. Eg
haldi sjálvur, at dentur
slíkar bussar
er spell,
átti eisini at verið lagdur á
at fingið fólk her norður. ti
her er bæði lættari at
koma frá og til enn hvat
viðvíkir Mykinesi. Eisini
er veðrið á Viðareið
mangan gott, tá tað aðra-
staðni er vánaligt
Sesongin ov stutt
Ein felags trupulleiki hjá
ellum gistingarhúsunum í
Føroyum er, at sesongin
er ov stutt. Vit spurdu
Rasmus, um møguleiki er
at víðka sesongina. Hann
sigur:
— Tað er tað vit royna.
Fáa vit ta almennu ferða-
mannamiðsteðina, so fer
gongd at koma á. Meiri
tið, fleiri fólk og meiri
orku fer tá vónandi at
verða løgd i at fáa ferða-
fólk hendavegin.
Ein vansi við at fáa
fremmandafólk til Feroya
er ótryggleikin um ferða-
líkindini. Rasmus greiðir
frá, at teir eina tíð hevdu
nógvar amerikanarar,
knappliga kom
steðgur i. Tað visti seg, at
men so
fleiri teirra høvdu verið
noyddir at steðgað
Vágum orsakað av
mjørka. Hetta kemur
teimum mangan dátt við
og tað hevur so sína ávirk-
an á ferðahugin.
Tað má meir
vist, um fólk kunnu koma
og fara. Hetta er ein treyt,
skulu vit vidka sesongina,
heldur Rasmus fyri.
vera
Fara væl um
— Hvussu fara ferðafólk-
ini um náttúruna?
— Sera væl. Tað hevur
ikki verið nakar trupul-
leiki higartil.
— Hvat halda fólk úr
Viðareiði um teir mongu
turistarnar?
— Eg havi einki ilt orð
hoyrt. Ferðafólk eru sera
fitt fólk í heila takið. Í so
lítlari bygd sum Viðareiði
koma tey at práta við fólk
her, um hvat vit liva av
0. s. fr.
— Hvat hevur stersía
tydning fyri teg og Hotel
Nord í næstu framtíð?
— At vit fáa eina javna
tilgongd og helst so leingi
sum gjerligt. Eisini at
hava fólk búgvandi her, tí
maturin einans gevur ikki
so nógv.
Rasmus sigur víðari, at
tey kortini ikki kunnu liva
av hotellinum. — Tað
gekk fyrr, men nú er tað
ov strævið, raksturin er
vorðin ov dýrur
— Hvat gera tit so um-
framt?
— Tað er so tað. Her
ræður um at finna okkurt
annað eisini. Men hver
hevur so brúk fyri einum
bert eina tíð á árinum.
— Hvat manglar ann-
Malinsfjall hevjar seg hátt yvir Viðareiðis bygd
Tær báðar døturnar á Hotel Nord her einsamallar í ti stóra matarsalinum
ars á Viðareiði fyri at
kunna ganga ynskjunum
hjá fremmandafólki betur
á meti?
— Eitt nú handil at
selja ymsar serferoyskar
verur 0.1., sum fremm-
andafólkini kunnu hava
heim við sær. Hetta hava
vit hugsað um, men her
vóna vit, at ferðamanna-
staðin fer at taka stig til
okkurt tiltak, soleiðis, at
til ber at selja sermerktar
føroyskur verur — eisini á
Viðareiði.
— Kundi tú hugsað
tær, at feroyingar ferðað-
ust meira í sínum egna
landi?
— "a, so avgjørt.
— Ferðast vit ov lítið í
Føroyum?
Ja, men i fyrstani tå
Smyril for at sigla og tå
vit byrjaðu, tå var nógv at
gera her. Tað var heilt
vanligt, at fólk komu úr
Suðuroynni higar at ferð-
ast. Hetta sær ein ikki
nógv til longur. Nú skal
alt av landinum at ferðast.
Hetta sær ein ikki nógv til
longur. Nú skal alt av
landinum at ferðast.
— Men hvat skal gerast
fyri at fáa fleiri fólk til
Viðareiðis á sumri?
— Har kundi helst verið
nógv gjørt t.d. kundu vit
havt kondirúm 0.1. her á
hotellinum. Men eg má
tianverri siga, at fer-
oyingar hava tann feil
framum útlendingar, at
kemur eitt æl av himni, so
skal rúm avbestillast
beinanvegin. Hetta leggur
útlendingurin einki í. Ti
hann sigur, at regnið í
Feroyum er heitt.
— Kunnu tit ikki hýsa
ellum fólkunum, sum
koma til Viðareiðis, eru so
pláss fyri teimum aðra-
staðni í bygdini?
— Vit plaga tá at biðja
pláss á Sjómansheiminum
í Klaksvík.
Ongantíð lidnir at
mála
— Hvat eru tað fyri fólk,
sum koma til Viðareiðis
um summarið?
— Tað eru oll møgulig
fólk. Serstakliga fólk, sum
dáma at ganga túrar og
njóta náttúruna. T.d.
vitja nógvir listamálarar
ikki meira
so seta
her. Teir eru
enn innkomnir,
teir seg at mála.
Rasmus sigu frá einum
listamálara, ið hann tosaði
við nakað herfyri. — Ég
spurdi hann um hann ong-
antið bleiv liðugur at
mála, nú hann hevði verið
her so oftani. Hann svar-
aði mær, at á Viðareiði
bleiv ein ongantid liðugur
at mála. Ein skuldi bert
flyta seg nakrar fáar
metrar, so hevði ein eitt
heilt nýtt motiv.
Rasmus heldur, at tað
er bæði náttúran og so tað
avbera góða veðrið, sum
mangan er norðanfyri, ið
er atvoldin til, at so mong
leita til Viðareiðis.
Hóast tað oysregnar í
ollum grannabygdunum,
so er sólskin á Viðareiði og
fólk ganga hálvnakin og
hoyggja. Samanumtikid
kann sigast um Viðareiði
sum veðurplásas, at tað
man vera eitt tað besta í
Feroyum. Tá hitin aðra-
staðni liggur um 20 stig í
skugganum, so er hitin á
Viðareiði javnan fimm
stig hægri.