Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-06-23, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. juni 1984síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Limir í Amnesty International fáa blaðið Amnesty Nyt, ið kemur ut hvønn mánað. I blaðnum eru vanliga áhugaverdar greinir um samvitskufangar, politiskar fangar, viðurskiftini í totaliterum sam- felogum, um arbeiðið at fáa fangar leysar og um virksemi hjá AI víða hvar í heiminum annars. Norrønur amnesty- fundur i summar Føroya Deild i Am- nesty International veråur i summar vertur fyri ein norrønan am- nesty fund. Norrønur amnesty- fundur gongur å skift millum Noråurlond og i summar skal fundurin haldast Føroyum. Fundurin verður i døg- unum 10. til 12. aug- ust. I hesum sambandi fer Føroya Deild av Amnesty at skipa fyri ymiskum tiltøkum. Annars hevur deildin i Føroyum fingið egna skrivstovu og eitt folk skal nakrar timar um vikuna taka sær av ar- beiðnum. Skrivstovan hjá Amnesty er á Bryggju- bakka 14, í bygningin- um hjá Fiskimanna- felagnum. Tann, sum | skal taka sær av tí dagliga virkseminum, er Anna Berith Niel- sen, sum eisini er nevndarlimur í deild- ini. Nevndin er komin til ta niðursteðu, at skal ' deildin virka sum ein deild er neyðugt við einum fólki, sum fast tekur sær av åvisum uppgávum, og sum hevur ábyrgdina av dagliga virkseminum Amnesty Internatio- nal Føroya Deild hevði aðalfund fyrr í summ- ar. Í nevndini sita Halgir Winther-Poul- sen, formaður, Anette Wang, næstformaður, Óli Jacobsen, kassa- meistari, og annars Maud Heinesen og Anna Berith Nielsen, nevndarlimir. FJARÐA-HÚS tíðindablaðið Gestaroðari á Pisufundinum var Hans J. Joensen prestur Nr. 72 23. juní 1984 Fyri pisurnar og HF-ararnar helt Hjordis Winther Poulsen roðu Yvir fýra hundrað staðið provtøkur Yvir fýra hundrað ungir føroyingar hava hesar seinastu dagarnir verið uppi og hava staðið próv- tekur av ymiskum slag. Stersta er talið av studentum. Pisurnar úr Hoydelum er ikki færri enn 130. Harafturat koma 56 HF-arar úr Hoydelum. Á Feroya Sjómansskúla hava 19 skipsferarar fing- ið prógv. 22 hava staðið provtøkuna sum styri- menn, meðan fiskiskipar- arnir eru fimm i tali. Á Føroya Handilsskúla hava 26 tikið HH-prógv, hægri handilsprógv, með- an 55 eru liðug við grund- árið í tí nýggju FHS-út- búgvingini — handil, fyri- siting og skrivstova. Feroya Læraraskúli hevur eisini klakt nýggjar lærarar. Teir eru 26 í tali í ár. Fyri fyrstu ferð er endalig próvteka farin fram á Studenta- og HF-skúlanum við Getu- gjógv. 32 hava staðið próvtekuna sum HF-arar. Teir fyrstu studentarnir í Eysturoy verða lidnir komandi ár. Í Klaksvík hava 34 HF-arar tikið prógv, með- an 24 hava staðið roynd- ina í Suðuroya. Tað eru í ár 10 ár síðan farið varð undir HF-skeið- ini á bygd. Í samband við jubiléums-árið skuldi há- tíðarhald vera í skúlanum í Trongisvági í gjárkvold- ið, har Tveroyrar Horn- orkestur skuldi spæla, og Jóannes Dalsgaard, landsskjalavørdurog løg- tingsmaður, halda rødu. Hann var fyrsti fyristødu- maðurin á HF-skeiðnum har suðuri og leiddi tað í seks ár. jo-mo