Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-06-26, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. juni 1984síða 10

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 . - EM-fótbóltur: Danir úr kappingini! Hóast danir taptu tepran sigur i fyrsta dystinum i endaumfarinum av EM- kappingini, tå Frakland vann i—0, so hevur danska landsliðið í fótbólti klárað seg ófera væl í Fraklandi. Nógv betur enn fleiri høvdu væntað. Danir vunnu nevniliga við 5 málum móti ongum á Jugoslavia og við 3 málum móti 2 á Belgia, eftir eina letu í hesum dystinum at vera aftanfyri 2—0. Eftir hesar triggjar fyrstu dystirnar var so greitt, at Danmark kom í semifinaluna. Fleiri gittu, at í semifinaluni fór Danmark at meta Vestur- týklandi, men so hendi tað, at Spania vann 1—0 á Vesturtýsklandi í seinasta innleiðandi dystinum. Málið, sum kom í síðsta minutti av dystinum, gjørdi, at tað bleiv Span- ia, sum kom ímóti Dan- mark í semifinaluni. Tá 6 minuttir vóru leiktir av dystinum segði Seren Lerby Danmark á odda 1—0, men tá 22 minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, eydnað- ist tað spaniólum at javna út, við máli, sum Antonio Maceda setti í netið. Eftir vanliga leiktíð stóð sostatt 1—1, og so máttu liðini leika umdyst upp á tvær ferðir 15 minuttir. Men hesin um- dystur gav einki mál, og so var farið til brotsspark- kapping. Kenneth Brylle gjerdi mál til 2—1, Carlos Alonso »Santillana« til 2—2, Jesper Olsen til 3—2, Juan Antonio Senor til 3—3, Michael Laudrup til 4—3 (eftir at mål- maðurin hjá Spania bjarg- aði fyrru ferð, men hevði flutt seg ov tidliga), Francisco Guerri til 4—4, Seren Lerby til 5—4, Victor Munoz til 5—5. Síðani kom ftúrurin til Preben Elkjær, men hann setti bóltin upp um málið, meðan Manuel Sarabia setti sítt brotsspark í netið fyri Spania, sum so- statt vann dystin 6—5. Hin semifinaludystin, sum varð spældur leygar- kveldið, vann Frakland á Portugal. Men eisini her mátti umdystur til. Eftir vanligu leiktíðina stóð javnt 1—1 eftir at Portu- gal var á odda !-( í hálvleikinum. Í umdystin- um fingu bæði liðini eitt mál í part til tað í síðsta minutti eydnaðist Platini at leggja Frakland fram um 3—2, og harvið slapp Frakland í finaluna, har teir sum sagt skulu spæla móti Spania. Finalan verður leikt í morgin. tlf. 11820 — vit skriva »Ut vid Nr. 73 — 26. juni 1984 dåmaranumu« Tiverri hava tað eisini i ár verið ein- stakir trupulleikar í samband við fót- bóltsdystir. Dómaratrupulleikar. Dómarar eru ikki møttir til dystir og til aðrar dystir hava áskoðarar mett, at dómarin als ikki hevur verið upp- gávu sína vaksin. Eisini leikarar hava í ár gjort sínar metingar um dygdina hjá einstokum dómarum. Í bloðunum. Vit loyva okkum her at endurprent- að grein, ið stóð í 2. blaði hjá Glugga- num fyri 1971. Greinin, ið er skrivað av n. bar heitið »Domarar«. »Ut við démaranum« og onnur tilik rop eru ofta at hoyra frå åskod- arunum tå hand- og fótbóltsdystur verður spældur. Hevði ein dómari tikið sær slík róp nær, høvdu vit ikki havt nógvar at demt okkara dystir í lands- kappingini. Men ti betur eru flestu dóm- arar so mikið at sær komnir, at rópini koma inn gjøgnum annað oyrað og fara út aftur gjøgnum hitt. Aðrastaðni í heim- inum, har fólk helst eru lættari at øsa enn vit her í Norðurlondum, hendir ikki so sjáldan, at løgverjan má fylgja dómaranum út av vell inum, skulu áskoðarar- nir ikki leggja hond á hann. Og tað eru sjálvandi áskoðarar, ið halda við tí tapandi liðnum, ið vilja dómar- anum til lívs. Dómarar, ið dema í hesum londum, eru ti ofta >heimadómarar<, t.v.s. geva heimaliðn- um leysari teymar enn tí vitjandi liðnum. Flestu áskoðararnir halda jú við heimalið- num. Ti gerast dystir í Ítalia, Grikkalundi, Spania o.s.fr. ofta harðir og enda í roki; teir vitjandi gerast óðir inn á dómaran, og tað gongur tí ofta út yvir mótspælararnar. Tað er tí vanligt enn um okkara leiðir, at spæl- arar verða útvístir fyri hart spæl ella fyri at brúka seg móti dómar- anum. Heima hjá okkum kenna vit væl rópini eftir dómaranum, men tíbetur ógvuliga lítið til, at hond verður løgd á hann Einki er at ivast í, at dómararnir duga tær reglur. teir skulu døma eftir. men tað kann koma fyri, at lógirnar verða tolkaðar á ymsan hátt, sum allir kunnu vera líka rættir. Tað er hetta iskoðararnir ikki duga at skilja Onkur veit kanska, at ein maður er off-side tá hann bara hevur málmannin í hinum partinum millum seg og málið. Men at tað onga ávirkan hevur, tá tað t.d. er innkast ella hornaspark, ella bólt- urin kemur frá einum mótspælara, mugu tað vera heilt fáir áskoð- arar, ið vita. Annars eru tað oft- ast tey, ið minst skil hava á lógunum, ið rópa harðast, meðan tey, ið kanska hava lisið tær igjøgnum, tiga og halda sum so, at soleiðis kunnu teir eisini tolkast, ella eisini duga at síggja, at tað kann koma so fyri, at dómarin sær ikki eitt brot verða gjert, með- an áskoðarar, ið stóðu betur fyri, sóu tað skilliga. Ein dómari kann ikki doma annað, enn tað hann sær, ger hann tað, er hann ein ringur dómari Tí eini boð til tey, ið kunnu ikki lata vera við at rópa eftir dómar- anum: lesið lógirnar væl og virðiliga; er tað okkurt, tit skilja ikki, spyrjið so ein dómara til ráðs og luttakið annars í teimum skeið- um, ið meguliga verða fyri hand- og fótbólts- dómarar. 5