Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-06-28, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. juni 1984síða 6

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 tíðindablaðið ' Utgevari: p/f sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Múller Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl Argjavegur 26 telefon 11820 Blaðtólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen og Jóhann Mortensen Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981 Javnaðar- flokkurin hev- ur víst á gongdar leiðir Í BLAÐNUM týsdagin var onkur lesari firtin um, at andstødublød- ini og andsteðuflokkarnir á tingi bert finnast at politikkinum hjá sitandi samgongu, uttan at vísa á gongdar leiðir burtur úr búskaparliga 6førinum. TEY, SUM fylgja við í ti, sum fer fram á Føroya Løgtingi vita, at javnaðarflokkurin í flestu forum hevur víst á gongdar leiðir. Hetta hevur flokkurin gjørt ferð eftir ferð, bæði tá talan er um at fáa tamarhald á uttanlandsskuldini, tá talan er um at økja framleiðsl- una, um at fåa tamarhald å innøflutninginum og tå talan er um at økja útflutningsvirðið. FLOKKURIN hevur í fleiri år v$st á, at landsbankin er eitt neyðugt amboð, til tess at samskipa og stýra føroysku låntøkunum uttan- lands og til tess at stýra almenna búskapinum sum heild. Í samráð- ingunum um skipan av einum komandi landsstýri verður tað tí eisini eitt krav frá javnaðarfloks- ins síðu at hesin bankin verður settur á stovn sambært løgtings- lóg um Landsbanka Føroya. TIL TESS at menna verandi ídnað og til tess at seta nýggj ídnaðar- virkir á stovn, hevur javnaðar- flokkurin fleiri ferðir mælt til, at vit skulu hava eina menningar- stovu fyri ídnað, handverk og tænastuvirksemi. Slíkur stovnur skal verða ráðgevandi hjá teimum politisku myndugleikunum. Hann skal eisini verða ráðgevandi hjá teim- um grunnum, sum veita fígging til ídnað, handverk og tænastuvirk- oddagrein semi. Somuleiðis skal hann verða ráðgevandi hjá teimum, sum reka, ella hava í umbúnað at fara undir ídnað, handverk ella tænastuvirksemi. HESIN STOVNUR skal m.a. kanna tørvin á heimamarknaðin- um, soleiðis at vit sjálvi framleiða stórri part av tí vit nýta, og harvið minka nøgdina av teimum inn- fluttu vørunum. Slíkur stovnur skal somuleiðis kanna meguleikarnar fyri framleiðslu til útflutnings og meguliga eisini taka sær av at selja hesa fram- leiðslu uttanlands. Við slíkum stovni kunnu vit fáa eitt neyvari samsvar ímillum framleiðslu og tørv á heimamarknaðinum og millum framleiðslu og sølumøgu- leikar uttanlands. SOMULEIÐIS hevur flokkurin fleiri ferðir víst á, at tað ber til at fáa tamarhald á innflutninginum, m.a. við at vit framleiða sjálvi, men eisini við at tað almenna hevur neyvt eftirlit við innflut- ninginum og at vit samskipa inn- flutningin. Vit hava eisini víst á, at tað er neyðugt at tað almenna fær størri innlit í fiskasølumål, og at vit seta fleiri fólk ii arbeiði við at selja okkara utflutningsvørur. VIT HAVA dømir um, at eini 30 út- lendskir sølumenn eru her í Før- oyum samstundis, við tí fyri eyga at selja okkum útlendska fram- leiðslu, og hetta má geva høvi til at spyrja, hvussu nógvir føroyskir sølumenn eru uttanlands og selja okkara framleiðslu um somu tíð. TAÐ ERU gongdar leiðir soleiðis at vit kunnu koma burtur úr bú skaparliga éførinum. Men treytin er, at vit nú hetta dapra valskeið- ið er úti, fáa eina arbeidsføra sam gongu. Hesum vil javnaðarflokkurin virka fyri. Postsmoga 76, 3800 Tórshavn Sum ryssa yvir deyðum fyli Í samband við ta frá- greiðing. sum ráðgevandi nevndin hevur givið frá sær, var samreða í út- varpinum við legmann okkara. Er tað nakar, sum skuldi havt skil á figgjar- viðurskiftum, og hvussu landið skal stýrast, so skuldi tað verið Pauli Ellefsen, grannskodari og verandi løgmadur okkara. Í hvussu so er visti hesin maður alt um figgjar- politikk og stýring, meðan hann var andsteðuleiðari á tingi frá 1975 til 1980. Og honum á baki kom Hilmar Kass fyri sjálv- stýrisflokkin, sum umsitið hevur figgjarmål okkara seinastu árini Men hvussu hevur nú vignast, má einum vera loyvt at spyrja Demmus Hentze, fyrr- verandi figgjarmálaráð- harri, hevði mangan fyri munni á løgtingsins rød- arapalli, at nógv var at gera, hann stóð upp yvir øklar í uppruddingarar- beiði aftaná Sambandið. Hvussu verður nú figgjarnevndarformaður in Ívan Johannesen segði nakað aftaná, at samgonga var skipað og veranda! vid honum sum figgjar nevndarformanni. »Sann- leikin skal fram« segði Ívan í grein í Dimma lætting. Hver er sannleikin? Samreðan í útvarpinum við løgmann um fíggjar- viðurskiftini var beinrak- in, og ikki kann annað sigast, enn at væl vardi legmaður seg. Væl er hann skorin fyri tungubond, men tó av og á kom hitt gamla and- stødulyndid fram, júst tað sum ikki semir seg einum løgmanni. Tað vóru hinir, tað vóru samgongumenn sum kravdu, hvat vit skuldu gera. Eg minnist grein, sum legmaður hevði skrivað til figgjarmåla- ráðharra Torbjørn Poul- sen, har løgmadur sigur, at Torbjern skuldi smekka lokið í og sett seg á tað. Hví hevur legmaður ikki gjort tað, sum hann vil hava aðrar at gera. Uppá spurningin um ferðina út av eggini á luksusklassa, segði løg- maður, at út av eggini vóru vit enn ikki farin, men tað stóð illa til. Ein sum lurtað eftir fekk tó ta fata, at Pauli Ellefsen fegin vildi, at verandi samgonga skuldi halda áfram; tó tók hann afturi og segði, at valið fór at avgera hetta, og rætt er tað. Vónandi steðgar valið verandi samgongu at halda áfram við ábyrgdar- leysa politikki sínum Eitt sum legmaður førdi fram vóru tey vinnu- skapandi tiltøkini, sum framd eru. Eg havi hug at spyrja. fyri at geva log- manni meguleika at greiða Feroya fólki någreiniliga frá. Hverji vinnuligu til- tok og hvar? Legmaður legði dent á, at verandi samgonga hevði svarað hverjum sítt og tað er bara gott. men hvussu løgmadur Ein evkarokning bleiv útskrivað aftaná at ver andi samgonga hevði tikið undirskot Tad segði við at gjalda við. segði løgmadur er einki undirskot, legtingsformaðurin, og sama segði fólkafloksting- limurin Sven Áge Ellef- sen, men rokningin varð útskrivað uppá 50 millión- ir í tolli á neyðsynjar- verum. Hetta skuldi bert verða ta einu ferðina, men framhaldandi verður kravt, nú er rokningin bert ekt til 80 til 90 milliónir. Er hetta mátin at steðga og tálma nýtsluna? Og taka vit so hækk- anina í seluvirðinum, tå má sigast, at løgin borg- arligur politikkur er førd- ur, og sannast må, sum sjálvstýrisflokkurin boðar frá, at ikki so frægt sum eitt starv við sjúkrahús- verkið í Klaksvík er verandi landsstyri ført at Nr. 74 — 28. juni 1984 politisk viðmerk- ing avgreiða. Hetta eru skoðsmál, sum sam- gongumenn geva síni egnu samgongu. Men er tað ikki so, at tá krubban er tóm, tá bítast hestarnir. Latið okkum fáa eitt nágreiniligt figgj- arligt yvirlit um skuld og ábyrgd. og hvussu hetta er fordeilt um landið, hverjiir grunnar eru fullir og hverjir eru tómir. Legmaður segði um aft- urgjaldingarnar, at há honum, ið ikki lá fyri at avdraga 100 túsund, var illa statt. Tað er greitt, at við eini skuld uppá 100 túsund er ein vanligur løntakari, har er einki at gera, meðan demið um hann við milliónini. er nakað ann- að, hann er sjálvandi betur fyri, hann hevur ta rettu grannskoð- arafyritøkuna at hjálpa sær, so at avskrivingarnar bert eru i lagi Veruleikin tann, at steðan er ring. ikki a kkeypi førovinga av vid eotólum harra legmaður men meira av byggjan og keypið av skipum. ikk trolan á landleiðini. har ikk: plass meira, men til troling i landskassanun Og hetta kallast borgar ligur politikkur Fibetur stendur valg fyri durum, og vónandi fara Føroya folk at skilja, at hetta er ålvara og vonandi fara tey at seta åbyrgdarfullar flokkar til ræðið fyri at greiða fløkj- una. Tað verða tung tek, men tey mugu takast. Ti ikki ber til at gera sum verandi samgonga, sum, meðan vit eru á ferð á luksusklassa út av egg- ini, sita og stara sum ryssa yvir deyðum fyli. Sannleikin má fram, segði Ivan Johannesen figgjarnevndarformaður, latið okkum fáa tað figgj- arliga yvirlitið og sann- leikan. Sverre Midjord | Miseydnaður kappróður Kappróðurin á Eystan- stevnu var ikki væl fyriskipaður — í hvussu so er ikki væleydnaður. Dreingjaróðurin var tvær ferðir rógvin, fyrru ferð var tá 8 mannaførini skuldu róð, hendan róður vann Silid við tidini 5.19.0 tå luttóku 7 bátar. Seinna róður vann Svanur við tíðini 5.08.5, hesaferð lut- tóku 5 bátar. Tað sum undrar meg og ivaleyst fleiri við mær: Hví dreing- irnir sum luttóku í fyrra róðrinum ikki gjerdu startdómaran varugan við, tað vóru fleiri bátar, ið manglaðu, — teir vistu tað, og dómarin skuldi vita tað, var tað tí, at teir sóu sær ein meguleika at vera fyrstir? bátarnir sum manglaðu, vóru jú júst teir, sum hevdu bestu úrslit á Norðoyastevnu. Ongar møguleikar høvdu teir at luttaka i ti fyrra róðrinum, og ti meti eg, at tað eru hesir, ið hava tapt mest á Eystanstevnu. Áhugin fyri kappróðri er minkandi í flestu bygd- um, neyvan betir tað um, at tilrættisleggingin er so út av lagi vånalig, at ikki ein gang startdómarin veit raðfylgjuna á róðr- unum, ei heldur sær hann at 5 bátar mangla av teimum 12, ið rógva skulu. Kappróðraáhugaður