Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-06-28, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. juni 1984síða 8

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Ein foðingardagsheilsa til EINAR Í VÁGI => á 90 ára degnum Í morgin 29. juni eru 90 ár liðin síðani Einar Waag ella Einar í Vági, sum hann eisini verður róptur millum bygdamenn sínar, var borin í heim Í hesum sambandi er ymiskt skrivað í blaðn- um í dag um hendan merkismann. Um und- angongumannin, stríðs- mannin og hugsjónar- mannin Einar í Vági. Her er skrivað um hans- ara tilknýti til politikk og samfelagsmál. Um hansara tilknýti til javn- aðarflokkin. Um hansara lut á vinnulivsøkinum bæði á sjógvi og landi. Fyri ikki at endurtaka skal eg i størst meguliga mun lata hendan partin av hansara lívssogu liggja. Eftir álmannakkanum er Einar borin í heim 29. juni 1984. Foreldur hansara vóru S. F. Hansen — Símun í Tunghúsinum og Karen Helena Hansen, ættað úr Havn. Símun var bóndi í tunghúsinum. Men hann var eisini út- gerðarmaður, keypmað- ur og bryggjari. Einar var fjórður av átta bern- um. Elsti sonurin, sum æt Hans, festi garðin í Tunghúsinum, meðan Einar yvirtók ídnaðar- virkið hjá pápanum — øl og mineralvatnsvirkið Feroya Bjór, ið fór undir virkið sitt í 1888, og sum sostatt verður 100 ár nú um fimm ár. Í 1939 giftust Einar við Elisabeth Olsen úr Vestmanna. Men longu tvey ár seinni doyði Elisabeth. Í 1946 giftist Einar uppaftur við Onnu Malenu (Annulenu) Joensen úr Servági. Einar og Annulena fingu tveir synir. Einar og Heina. Tey búsettust á Fornagerðum, har tey bæði skaptu eitt framúr gott og hugnaligt heim fyri báðar synirnar, ið nú eru giftir og hava sett búgv. Eitt heim sum er kent fyri gestablídni. Eitt heim har mangur hevur sitið væl í hugna- ligum práti við Einar og Annulenu. Og altíð er Annulena skjót at seta á broðið. Sum nevnt er í blaðn- um í dag hevur Einar verið undangongumaður og vinnulívsmaður bæði á sjógvi og landi. Hann hevur eisini rekt fleiri almenn álitissterv. Hev- ur verið løgtingsmadur, kommunustýrislimur og skúlanevndarlimur í drúgt áramál. Eisini rekti hann álitissterv í javnaðarflokkinum — tí flokki sum hann vigdi stóran part av sínum lívi til. Men tá Einar var millum 70 og 75 ár gjerdi hann seg leysan av nógvum. Í stóran mun yvirtóku synirnir leiðsl- una av fyritøkuni. Einar segåi tey almennu ålitis- størvini frå sær. Tad sama gjørdi hann vid ålitisstørvini hann hevði í javnaðarflokkinum. Men hóast hetta var og er Einar framvegis heilhjartaður og eldhug- aður javnaðarmaður. Hann hevur verið og er framvegis stridsmadur- in, ið stríðist fyri tí politisku hugsjón, sum hann vigdi stóran part av sínum manndóms- árum til. Og her hevur hann verið hollur í ávik- um. Her hevur hann verið åhaldandi i strid- num. Hann gevst ikki å hondum, men nýtir hvert hevi við tí fyri eyga, at savna fólk um hesa politisku hugsjón. Og ofta hevur tað eydn- ast Einari í Vági at savna tað stersta taliðav veljarum í Klaksvík og í Norðoyggjum um javn- aðarflokkin. Hetta hevur hann gjørt við at hava samband við fólk. Við at tosa við fólk. Og nú brynjar hann seg út til valið í heyst. Eg gav lyfti um ikki at koma ov nógv inn á politikk. Einar hevur altíð verið ein sera virkin maður. Hann hevur altíð havt stóran áhuga fyri at savna tel og upplýsing- ar. Á yngri árum savn- aði Einar tel um fiski- skapin hjá útróðrarbát- unum í Klaksvík. Yvir fleiri ár ferdi hann statistikk yvir útróður- in. Hesin statistikkur umfataði veiðunegd og tal á útróðrardegum hjá hverjum báti sær. Í nógv ár gjørdi Einar sær eitt savn av feroyskum blødum. Hetta savn umfataði tey flestu før- oysku bleðini frá fyrst í hesi eldini ella frá tí árinum, tey komu út á fyrsta sinni. Vit vita eisini at hann alla sína tíð hevur savnað valtel. Úrslit frá løgtingsval- um, landtingsvalum, fólkatingsvalum og kommunuvalum. Stóran part av hesum tølum gav hann út við bókini Val og valtel, sum kom út í 1966. Eg nevndi at Einar, tá hann var millum 70 og 75 legði tað mesta av tí dagliga frá sær. Men hugurin at savna var har framvegis. Hann fór nú fyrst undir at savna frímerki. Tað var bert stutt tíð fráliðin, tá hetta ikki var nog mikið. Virkin sum Einar er, hevði hann savnað øll tey frímerkini, hann hevði áhuga fyri. Hann fór síðani at savna myntir. Har er hann eisini komin so langt ávegis, at hann nú tosar hann aftur um at savna fólk — um at savna atkveður til sín gamla flokk. Umframt at savna fri- merki, myntir, tel, upp- lýsingar og atkveður, hevur Einar eisini verið jarðbrúkari og urta- garðsmaður síðani hann legði frá sær í tí dagliga yrkinum. Tá hann hevur verið liðugur í sínum egna jarðarstykki og í sínum egna háva hevur hann verið at sæð í jarðastykkjunum og havunum hjá synunum. Einar er lættur sum ein unglingi. Fyri bert fáum degum síðani sá eg hann renna inn um dyrnar á posthúsinum í Klaksvík áðrenn dyrnar fóru aft- ur. Og Einar er heldur ikki gamal. Við hvert kalla vit hann Einar Waag eldri, men tað kemst ikki av at hann er gamal. Tað er bert tí, at hann er eldri enn sonur- in, sum eisini eitur Einar Waag. Á hesum merkisdegi tínum fari eg at takka tær fyri hollan vinskap. Eg fari eisini at takka tær fyri dyggan stuðul og trúfesti ímóti tí politisku hugsjón vit báðir stríðast fyri. Góði vinur og parta- maður! Hjartaliga til- lukku við níti ára føding- ardegnum við bestu ynskjum um Harrans signing og eitt blítt og vakurt lívskveld. vi i Einar í miðjuni sum altíð Foroya Javnaðarflokkur heilsar EINARI WAAG Maður í ellisárum verður ofta mettur unglingi at vera, og ikki er saman- beringin altíð so bein- rakin, men tá talan er um Einar Waag má sannast, at var hann ikki so ungur í sinni og so fúsur og ferðugur, sum hann altíð hevur verið, untust hon- um helst ikki hesi mongu ár. Hugsjónarmaður og stríðsmaður hevur hann altíð verið, og hava hesar hugsjónir saman við ein- um sterkum virkishugi verið grundsteðið undir einum ótrúligum bjart- skygni og einari optim- ismu:sum altíð bar tá á stóð. Virki Einars hevur verið sera fevnandi. Á vinnuliga økinum hevur hann stóran ferning at lata frá sær, bæði í egnum virki og sum stuðlari og igongdetari av eðrum. Samfelagsviður- skifti eins væl og ment- unnarlig og andalig viður- skifti hava átt hansara stóra áhuga og hevur hann mangt takið tikið á hesum økjum, men tað sum Feroya javnaðar- flokkur fremst kann takka honum fyri, er hitt ótrú- liga dygga og drúgva politiska arbeiði, sum hann hevur gjert fyri flokkin. Altíð hin ákoyrandi fyri at tiltøk kundu setast í verk fyri flokkin. Eggjarin, sum gav megi til at halda á, tað veri seg aftaná tap til at vinna á aftur, ella aftaná sigur til at halda fast og vinna longri fram. Dagin eftir valið vart tú hann, sum hevði ætlan- ina greiða fyri komandi tíð, hann sum vísti á, at í politikki kann onki liggja á láni, men at samfelags- broytingar, tíðarandi og mannaynski alla tíðina krevja eina mýking av for- treytum, hugsjónum og praktiskum grundvelli. Valdur næstformadur floksins í 1950 og virkandi il 1970, harav tvey tey seinastu sum formaður vart tú ein slóðari í tí arbeiði, sum loksins gjerdi flokkin nóg sterkan til at fáa verunliga ávirkan á samfelagsmenningina. Hesa menning, sum síðani seint í fimtiárunum á vinnuliga og sosiala økinum hevur verið ótrú- liga sterk, men sum eisini royndist á mentunnarliga og útbúgvingarliga ekin- um. Tú vari ongantíð ímill- um teirra mest væltalandi umboðsmenn floksins, sum í eggjandi ella há- floygdum rødum kundu vinna flokkinum viðhald i styttri ella longri tíð, men tú vart í tí drúgvara part- inum, tí sum við per- sónligum kontaktum greiddi frá, sannferdi og knýtti varandi bond í millum flokkin og veljar- an. Í mong ár vart tú saman við nekrum fáum álitismonnum og nekrum unglingum burturav org- anisatoriski ryggurin í flokkinum, uttan hendan åtti flokkurin onga veru- liga megi. Hóast tú legði álitis- stervini frá tær í 1970, hevur tín partur ongantíð Nr. 74 — 28. juni 1984 á nítiáradegnum ligið eftir kortini, flokk- urin hevur staðið tær eins frammaliga í huga síðani við. Mær er sagt, at tá maður nú ein dagin vísti til, at nú nærkaðist dag- urin, svaraði tú beinan- vegin: »Ja, og tað stendur væl til, hesaferð vinna vit storsigur«. Tær kom ikki til hugs, at tað var nitiåradag tin, hann sipaði til. Valdag- urin i heyst lå tær fremri i huga. Stríðsvilji og gott mót hevur sermerkt titt virki, og hevur hetta eisini borið í sær at tú ikki bert hevur givið flokkinum ein so stóran part av tíni egnu arbeiðsorku, men eisini, at hús og heim vórðu latin upp fyri arbeiðnum í javn- aðarrersluni. Hvat hetta krevur av teim nærmastu kundi undirritaði sagt eitt sind- ur um, men vil heldur minnast hvat hetta eisini kann geva. Fyri meg persónliga hevði tað velduga ávirk- an og týdning, at vit, Hast 40-åra aldursmun, kundu knyta vinarbond og virka saman, sumvar tað fyrsti dagur báðir tóku við í tænastu hjá sama flokki. og takki eg tær hjartaliga fyri dyggan stuðul, vegleiðing og góð ráð. - Floksins vegna takki eg eisini hjartaliga og ynski tær tillukku í nítiára- degnum. Atli Dam