týsdagur 3. juli 1984síða 6
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
Útgevari: p/f sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Miiller
tíðindablaðið
telefon 11820
på
Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen og Jóhann Mortensen
Ogan turist-
pelitikk
Ferðamannastreymurin er
nú upp á tað mesta. Hvørja
viku spræna skip og flogfør
meira enn tvey túsund ferða-
fólk upp á land i Føroyum.
Hvussu eru vit so fyri at
taka ímóti hesum fólkum?
Hvat hotellum viðvíkur
stendur jú rættiliga væl til,
so tey, sum hava hug og ráð
at nýta henda formin fyri
gisting eru væl fyri.
Verri er hjá teimum, sum
ynskja at búgva í tjaldi. Hesi
eru framvegis slept upp á
fjall. Tey reika um og brúka
ein stóran part av teirra fritid
her til at finna eitt líkinda
tjaldpláss. Eisini er her vandi
fyri umhvørvi eins og tey
ofta gerast illa lýdd av tí, at
Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981
oddagrein
tað so í bandi, at vit
óskammað kunnu bjóða
øllum sløgum av turistum
hendan vegin.
Campingpláss mugu
gerast við øllum hentleikum,
gøtur eiga at verða gjørdar í
haga og fjøllum, so ferða-
fólkini ikki gera skaða á
umhvørvid, og so tey ikki
villast. Ráðgevingar- og upp-
lýsingarstovnur eigur at
verða settur á stovn, og
høvdu hesir verið eitt gott
ískoyti hjá t.d.
skúlaungdómi nú tað er at
kalla ógjórligt at fáa
frítíðarstarv.
Í heila tikið eiga vit at bera
tað so í bandi, at allir partar
eru nøgdir, og soleiðis at
arligum støðum.
tey seta tjøldini upp í tilvild-
Logtingið hevur samtykt
eina lóg um turismu. Nú er
upp á tíðina, at landsstýrið
setir hesa lóg í verk og ber
best.
ferðafólkini
við góðum minnum úr
Føroyum.
seg aftur i adru atløgu, og
hetta sømir okkum eisini
fara heimaftur
Hetta fer at løna
Hvat hendir i byrådnum?
Eg eri ein av teimum
javnadarveljarum, sum
vid undran havi eygleitt
tað, sum hevur gingið fyri
seg í býráðnum seinastu
tíðina. Og satt at siga havi
eg ikki skilt tann leiklut,
sum javnaðarmenn hava
havt í hesum spæli.
Vit vita, at javnaðar-
flokkurin byrjaði hetta
valskeið við at fara upp í
eina samgongu við m.a.
fólkaflokkinum. Væl vita
vit, at fólkaflokkurin ikki
er nakar ynskipartnari.
Men hóast tað, var tað
trupult at skilja, at tað
skuldi vera neyðugt at
rýma úr hesi samgongu
fyri at gerast makkari hjá
tí fremsta valfallmann-
inum hjá
stavnamanninum. Hava
vit lítið til felags við teir
reguleru fólkafloksmenn-
inar í býráðnum, hava vit
enn minni til felags við
oddamannin á uttan-
flokkalistanum.
Men lat tað so fara. Men
tað er tó sera trupult at
skilja, at javaðarmenn
hava kunnað verið við í tí
intrigumakarí, sum er
farið fram í seinastuni.
Her verður hugsað um
atkveðuuppteljingina frá
seinasta vali. Meðan
javnaðarmenn vóru í
samgongu við fólka-
flokkin minnist eg einki
til, at flokkurin helt tað
vera skeivt talt upp. Men
síðan hevur flokkurin
verið við til fleiri óskilji-
ligar stødutakanir, sum
lutvíst stríða móti hverji
aðrari, og lutvíst hava
verið undirkendar av
landsstýrinum. Og tann
seinasta blokadan av bý-
ráðsfundunum hevur veri
b urtur úr vón og viti. Bert
tað at hava Inga Mohr
sum talsmann og penna-
ferara í hesum máli sigur
nóg mikið.
Tað seinasta vit hava
frætt er, at samai Ingi
skal kunna rokna við
javnaðarmonnum at
avskeiða ein mann, tí hann
samb. IM hevur eina
skeiva politiska steðu.
Hesum nokti eg tó at
trúgva uppá. Og vit mugu
rokna við, at javnaðar-
menn beinan vegin av-
sanna, at teir kunnu vera
við til nakað slíkt!
Havnin er ein góður og
vælskipaður býur, har tað
er gott at liva. Hesum
eigur javnaðarflokkurin
sín part í. Tað kann ikki
vera nekur sum helst
orsek, at okkara flokkur
skal luttaka í einum spæli,
har tað stórt mest gongur
út uppá at vinna hverjum
eðrum neisur. Slíkt hava
vit annars nóg mikið av,
men hetta er ikki tað, sum
byggir land og bý.
Nr. 76 — 3. juli 1984
Virknir seyðamenn og
skiparar úr lívsins skúla
Óli Breckmann, blaðstjóri
á Fólkafloksblaðnum, ið
nógv fólkafloksfólk ikki
vilja kennast við, hevur
tikið sær nýggjan marg-
háttligan = ólevna fyri,
nevniliga at viðgera
valevnislistarnar hjá
ødrum flokkum.
Higartil hava listarnir
hjá Tjóðveldinum og
Javnaðarflokkinum
í Sandoynni staðið fyri
skotum, og minnist meg
rætt, vidgjørdi hann eisini
javnaðarlistan í Vágum á
sinni.
Sjálvandi skal Óli
Breckmann hava iov at
skriva og spilla út tað
hann vil, tí skrivifrælsið
vilja flest ell (uttan nakrir
av itarstu føraratilbidjar-
um Ólasar, td. Levi
Niclassen) verja og seta í
hásæti.
Í vikuni hevði hann
javnaðarmenn undir og
hond og gjerdi ikki sert
gjøldur burtur úr teimum.
Harðast fyri skotum
stóðu sum vituligt er,
løgtingsmadurin, Tórálv-
ur M. Olsen, og
bygdaráðsformaðurin,
Birgir Mohr. Nú eru hetta
menn, sum hava avrikað
nakað og sjálvir duga at
verja seg, um teir halda
tað vera neyðugt, so eg
skal ikki gera tað, men
bert vísa á okkurt smá-
vegis.
Eg skilji væl, at fólka-
floksmenn rista eitt
sindur í brókunum, tí
ongantíð hevur Sands
bygd upplivað ein slíkan
útvikling, sum hesi árini
Birigr og undangongu-
maður hansara, Hergeir,
hava siti sum sóknar-
stýrisformenn, og onkur
hevur kanska lurtað Óla
Breckmann í oyra, at tað
er meira enn tann eini
fólkafloksmaðurin, ið
ætlar at stemma upp á
Birgir. Tað skilji eg so
væl, tí ein og hver veit,
hvussu tað hevði verið við
arbeiði her, um ikki menn
við dirvi og áræði hevdu
skipað fyri, tí nú er knapp-
liga arbeiði til nærum allar
hendur i bygdini, og
skipaflotin er sterri enn
nakrantíð, sum siglir út
við eyðkennisbókstavu-
num SA — og tað eru vit
sanniliga stoltir av!
Skal nakað spyrjast
burtur úr, skal meira
gerast enn fara út á geilar
eftir fundir í kommunal-
inum og reypa um avrik.
Tá er lagað manni, men at
standa við ábyrgd, nei, og
gera nakað til nyttu, nei, tí
tá er rassurin ov tungur.
Rætt hevur Dagblaðs-
stjórin, tá hann gevur
skiparunum rós. Bæði
skopuningar og skálvík-
ingar, fyri ikki at siga allir
sandoyingar, vita hvat
virði, vit eiga í Eyðsteini
og Eisenberg. Ja, teir
hava ført manga lastina til
landið. Jú, Eiler visti,
hvat hann gjerdi, tá hann
fyri skjótt mongum árum
síðan bað malarmannin til
skipara. Um reiðarans
politisku = áskoðan er
okkum líka mikið, tí henni
ræður hann sjálvur á, men
ta var tann tíð, tá hann
ikki hevði latið seg taka
av vestfallinum, harra Óli
Breckmann. Men hetta
briksla vit ikki honum
fyri. Sum so mangan
annan góðan mannin
hevur Sandoyggin eisini
fostrað hann.
Halt tú bara fram at
viðgera politisku valevnis-
listarnar og verð eisini
atfinningarsamur móti
fólkaflokslistunum, so vit
ikki tá bert fáa undirbrot-
ligt og snikursett rós. Tú
kanst kanska passandi
byrja við fólkaflokslista-
num í Sandoynni, tí har er
lítið at reypa av, so tú fær
hevi at vera í kritiska
lagnum eitt vet afturat. Tí
kann kanska byrja við t.d.
havnalagnum í Skálavík,
sum hevur havt
fólkafloksmann til
formann í eini 10 ár —
prýðilig havn!!!
Aftaná kann tú halda
fram við býráðslistanum í
Havn, og eftir tí sum illar
tungur vilja vera við,
kann tú kanska heinta tær
upplýsingar frá, ja, tí
finnur tú kanska út av.
Ella?
stillari
Rúgvismikið valagn
Almkið verður gjert
burtur úr, at danski
kenslumálaráðharrin = er
komin higar okkum at
vitja, við ikki minni enn
15 mill. av donskum
krónum í posanum — til
skúlabyggingar, verður
sagt. Tá so illa stendur til í
Danmark, sum vit dagliga
frætta, mátti hetta ikki
havt slíkan skund, tí í
flestu skúlum okkara er
enn vítt til veggja. Hetta
man eisini hava aðrar
grundin, og
sambandsmenn sum
umsita skúlamál, munnu
hava harðliga brúk fyri
størtingnum valagni,
aftan å eitt so miseydnad
landsstyrisskeid — og
stutt er til val.
Legið at teir
sparihugaðu danir eru so
rundhandaðir við okkum,
samstundis sum teir
kyniskt avlíva stersta
arbeiðspláss í Grenlandi,
Godtháb Fiskeindustri.
Man sparingin i
Grønlandi ikki vera hevnd
fyri, at teir vilja ut år EF,
og man »gåvan« til Føroya
ikki vera styrd av, at
okkara EF-
Sambandsflokkur er i
rættiliga trongum skóm,
nú valið nærkast.
obs
Leysar fløskur
Vit taka leysar fløskur (øl- og sodavatnsfl.) hvønn dag frá
kl. 8.30-12.00 og frá kl. 13.00-17.30.
Tygum fáa kr. 1.00 fyri hvørja.
i. Di
Bryggjarí
— TIf. 1.2830