Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-07-03, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. juli 1984síða 12

‹ fyrra síða allar 12 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Lýsingar: Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritøkum og Tit ringja — vit skriva Er nakað á våsi? — tvamál? Ein spurningur, efla tíðindi, so ring til okkara. Vit eru til reiðar! einstaklingum í lýsingaspurningum. Hetta verður gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran. 'usir fuglfirðingar: Fyrsta umlætting av sinum slag Eftir fáum vikum hevur tað eydnast í Fuglafirði, at stovna eitt umlætt- ingarheim, har fyribils fýra fólk fáa innivist í tríggjar vikur ella ein mánaða, fram til september í ár. Hetta er royndarstovnur, sum Fuglafjarðar Kommuna hevur sett í verk saman við Heimahjálparstovn- inum Steintór Larsen, bygdaráðsformaður Í Fuglafirði, sigur við Sosialin, at Oluffa Eng- hamar í Fuglafirði lat set- ongum gearum. Tað loysir seg at velja eina góðsku-súkklu Høg góðska og gjøgnumførd finish sermerk- ir allar súkklur í PUCH's 84-programminum. Stórt úrval av súkklum við 3-5-10 gearum og við Fa. André Andresen TIf. 11829 Umboð í Vági Osvald 9 Vardagøta 19 hus sini til bygdina i fyrr- åri, at nyta til eitthvørt góðgerðar endamál. - Vit vistu ikki rættu- liga, hvat vit skuldu nýta húsini til, men tá heima- hjálpin og læknin í bygdini komu til okkara og kærdu sína neyð, at so nógv avvarandi hevdu brúk fyri umlætting til teirra gomlu, helt bygdar- ráðið, at húsini hjá Oluffu Enghamar júst vóru nýtilig til slíkt endamál. A fíggjarætlanini varð 50.000 krónur til eitt hálvt ára sett av rakstur i Husini hjå Oluffu Enghamar eru i trimum hæddum. Oluffa byr sjålv i ovastu hædd, umlættingarheimid er å midhæddini. Seinni er ætlanin at stovna dagstovn fyri eldri fólk í kjallarahæddini. royndarskeið. Síðan vendu vit okkum til Sonju á Argjaboga, leiðara á heimahjálpini, sum saman við Jónu Eliassen, eftirlitskvinnu í Fugla- firði, Getu og Leirvík saman við kommunu- læknanum her, gjørdu av, hvussu umlættingin skuldi skipast. Umlættingarheimið er bert ætlað teimum eldru, sum kunnu klára seg sjálv, men bert hava brúk fyri einum stað at vera, um húsfólkið skal burtur í summarfrí. Tað er ikki soleiðis, at vit kunnu hýsa sjúklingum, sigur Steintór Larsen. Viðvíkjandi kostn- aðinum, so gjalda fólk 1500 krónur um mánaðin til kost og at búgva á um- lættingarheiminum, eins og tíðarskeiðið er av- markað til hægst ein mánaða. Av tí at húsið er í sera góðum standi, og áður hevur verið nýtt sum sjómannastova, so bar til hjá okkum at gera hesa skipan, uttan tó at gera sterri umvælingar. Hava tit ikki fingið stuðul úr Landskassanum? — Nei, tað hava vit ikki. Vit vóru í Landsstýrinum og tosaðu við Eilif Samuelsen, landsstýris- mann og Klaus Herman, almannastjóra, í januar mánaða í ár. Teir vístu á, at eingin lógarheimild er fyri at stovna smærri umlættingarheim, men at stuðul kundi fáast til dagstovnavirksemi. Tí hava vit ikki sekt um stuðul. Annars hava vit giørt skipanina soleiðis, at heimahjálparstovnurin rindar fyri dagtímarnar á heiminum, meðan kommunan rindar fyri nåttartimarnar. Er tørvurin å umlætt- ingarheimi stórur? — Tad hevur vist seg, at nógv eldri fólk býr heima, sum eru so mikið væl fyri, at tey kunnu klára seg sjálvi. Tó hava tey fyri neyðini, at onkur er um tey um dagarnar. Tí hevur tað týdning, at húsfólkið kann sleppa í summarfrí uttan kortini at senda síni gomlu ov langt heiman- ífrá, sigur Steintór Larsen at enda. DAG. Óli í Áarstovu Men vit hava úlvar í seyðaskinni á okkara lista. Eyðun og John * Bóndakonan í Dals- garði segði: Mín góði Eyðun, eg hoyri tú hevur nógvan seyð til avmagring á Slætta- num? Tú ert vorðin sum rektingarmaður! * Kommunali vatn- brunnurin í Skopun verður gjørdur upp á fólkaflokstilboð. Val- evnið kappaðist við seg sjálvan, nú eingin Pól var. Hver mundi geva honum arbeiði? Eg var sjálvur á tingi og valdi meg sum næstformann i náttúrufriðingar- nevndina fyri Sandoy, men eg havi ongantíð mett á fundi í nevndini, tó vel meg kortini. Valevni fólkafloksins Spreingiknøttur funnin Um vikuskiftið fann ein maður ein spreingiknett við Norðara Horn norðuri í Havnardali, har nýggja útstykkingin í letuni fer fram. Spreingiknetturin er ein sonevnd handgranat, sum var ógvuliga gomul og rustað. Maðurin vendi sær til løgregluna, sum sendi boð á Marinusteðina at fáa teir serkenu har at kanna spreingiknettin. A Marinusteðini sigur vakthavandi E. B. Petersen, at spreingiknetturin helst er frá eðrum heimsbardaga ella eldri. Spurdur um spreingiknetturin var vandamikil, sigur vakthavandi, at tað var hesin ikki. Tó at spreing- iknettar liggja í áravís, so kunnu teir kortini verða vandamiklir. Hann sigur tí, at skuldi fólk komið fram á slíkan spreingiknett, so mugu tey ikki nerta við hann, men senda boð til Politi- garðin ella Marinusteðina, sum síðan tekur sær av málinum. Hví eru spreingiknettar at finna norðuri í Havnar- dali? — Tað er ikki lætt at siga, men kanska hava bretar undir krígnum havt venjingar har. Verður ekið kannað fyri meguliga fleiri spreingi- knettar? Til hetta svarar vakthavandi á Politigarð- inum, at teir ikki bein- leiðis leita eftir spreingi- knettum, men at teir hava havt eyguni við sær, tá teir vóru á staðnum. Dag.