hósdagur 5. juli 1984síða 6
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
Útgevari: p/f sosialurin'
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Miller
Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl :
Bladfélk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen og Jóhann Mortensen
Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981
Argjavegur 26
Postsmoga 76,
3800 Tórshavn
telefon 11820
Ut til arbeiðsloysi | oddagrein |
Í HESUM degum fer eitt nýtt lið
av ungdómi út úr skúlunum og
mong spyrja, hvat hava hesi ungu
at fara til?
ERU TAÐ nóg mikið
arbeiðsplássum, eru tað nóg
mikið av læruplássum, er pláss
fyri hesum ættarliðið?
SVARIÐ átti sjálvsagt at verið eitt
samfelag JA, men soleiðis er tað
bara ikki.
SUM KUNNUGT skulu í minsta
lagið 250 nýggj arbeiðspláss
skapast um árið, um sleppast
skal undan arbeiðsloysi. So er
uppaftur at spyrja, um teir
flokkar, sum nú hava rátt fyri
borgum í fýra ár hava hildið hesa
minstukvotu. Svarið kenna tey
hundaðtals ungu, sum f dag ringja
runt til virki og almennar stovnar
at biðja um arbeiðið. Svarið
kenna foreldur teirra, sum royna
at vera teimum til hjálpar!
— STØRST! parturin av tí
ungdómi, sum fyri viku síðan
segði skúlanum farvæl hevur
einki at fara upp til um morgunin.
TAÐ ALTERNATIVA borgarliga
samfelagið hjá fólkaflokkinum og
sambandsflokkinum tykist ikki at
hava brúk fyri sínum ungdómi!
IKKI EITT tað einasta arbeiðs-
pláss hevur hetta
sambandsfólkaflokksstýri skap-
að, sum ikki var planlagt av fyrru
samgongu. Stór orð, brigsl og
tóm lyfti tað er, hvat okkara
ungdómur, sum í flestum førum
vil siga tað sama sum okkara
framtíð, hevur fingið frá
borgarligu teggjuni Breckmann
Kass og Ellefsen.
FYRI SO vítt tey, sum ætla sær í
vinnu alt fyri eitt. Men hvussu
stendur so til hjá teimum, sum
ætla sær í læru ella ætla sær undir
hægri lesna? Her er saman skilið.
Í Danmark hevur ideologiski
gubbi landsstýrisins, Haarder,
gjørt tað nærum ómeguligt hjá
ødrum enn »11/13 børnum« at
byrja hægri lesnad ella vidari
útbúgving. so hér stendur
bummur fyri!
SOLEIÐIS hava teir borðreitt
hesir borgarligu í Føroyum og í
Danmark. Hesir vóru teir, sum
vistu alt, dugdu alt og skuldu
klára alt nógv betur enn nakar
annar.
OG HVAT liggur so eftir?
Arbeiðsloysi, uttanlandaskuld og
svartasta vónloysi hjá sellum
uttan teimum fáu, sum eru so
heppin at vera í ætt við trímenn-
ingarnar ella sum hava gjørt
flokkum teirra nóg góðar
tænastur!
TEY UNGU, sum nú fara út í lívið
og teirra avvarandi, hava bert
eina framtíðarvón, og hon er, at
veljararnir til heystar sópa hesar
tríggjar politisku ónytturnar sam-
bandsflokkin, fólkaflokkin og
sjálvstýrisflokkin út úr Tinganesi,
so tað eisini politiskt slepst aftur
til arbeiðis í hesum landi.
MEN UPPTAKIÐ verður ikki
tespiligt! Tað verður helst so
ótespiligt, at bert ein flokkur er
førur fyri at skipa fyri hesum
sama upptaki, og tað er javnaðar-
flokkurin — tann flokkur, sum
førdi føroyingar út úr neyðini og
fátæktini í fimtiárunum og inn í
tey góðu og fjálgu seksti og
sjeytiårini.
Skålavik. Tad er
ikki
meiningar
Ein stillari gevur i Sosial-
inum týsdagin Dagblað-
num tað tips at fara eisini
at viðgera fólkaflokslistan
í Sandoynni og býráps-
listan í Havn og nevnir
neyðugt hjá honum at fara
so langt suður. Nokk man
eisini vera at skriva um
kandidatin hjá fólkaflokk-
inum í Skopun fyri tann
skuld.
Veljari
P.s. Takk fyri, at tit á
Sosialinum prentaðu hasa
taluna, Johan Hendrik
helt í Álvabe, sum var
óalminidliga áhugaverd.
Nr. 77 — 5. juli 1984
Hvør stendur vid endan
— eingin lurtar eftir sjålvstyrisflokkunum
Sambært Tingakross hesa
seinastu tidina, er tad
sum hendir i samfelagnum
fyri tað mesta burturi av
allari leið, tí eingin lurtar
eftir teimum.
Meistarliga hava teir
evnað at siga veljarum
sínum frá, at tað í veru
leikanum ikki er
Sjálvstýrisflokkurin, sum
ræður fyri borgum her í
landinum, men flokkarnir
í andsteðuni, og tað
vanliga er, at Sjálvstýris-
flokkurin leggur skuldina
á Javnaðarflokkin
Somuleiðis er tað heldur
ikki Sjálvstýrisflokkurin
sum hevur nakra sum
helst ábyrgd av ektu utt-
anlandaskuldini, tí tað eru
sjálvsagt »teir sum undan
vøru«, sum hava alla
ábyrgdina og skuldina.
Hetta er í høvudsheitum
Sjálvstýrisagitasjónin.
Og spyrt tú, hví teir so í
allari víðu verð sita í
landsins stýri, tá teir lítla
og onga ávirkan hava, so
er patentsvarið, at teir
annars vóru uttanfyri alla
ávirkan.
Sjálvstýrisflokk
hann
T.v.s
trin er ikki »vid«, ti
vil åvirka gongdina i sam-
hann er
felagnun men
við<, fyri ikki at vera
heilt uttanfyri alla ávirk-
an! Soleiðis skriva menn
Skiljið hver, sum vil!
Ikki kemst tó burturfrá
tí veruleika, at løgtings-
figgjarlogin er tvífaldað,
síðan Sjávstýrisflokkurin
tók við fíggjarleiðsluni í
Tinganesi, og at
uttanlandaskuldin er trí-
faldað, síðan Sjávstýris-
flokkurin tók við fíggjar-
leiðsluni í Tinganesi.
So nekur úrslit eru tó at
vísa á.
At Tingakrossur kallar
aðrar tápuligar, sum váða
sær at peika á skeivu
gongdina í tí ferda poli-
tikkinum, man helst vera
óneyðugt at gera við-
merking til.
Flokkar, sum undan
legtingsvalinum segdu
tað vera burtur av allari
leið og ringur figgjar-
politikkur, at Feroyar
yvirhevur høvdu nakra
uttanlandaskuld, vilja nú
politisk
viðmerk-
ing
hava fólk at halda, at vit
við trífelt ektari uttan-
landaskuld eru meira enn
væl fyri.
Men Sambandsflokkur-
in og Sjálvstýrisflokkurin
kunnu sjálvsagt breggja
sær av at hava gjert tað
avreksverk at hava
tvífaldað fíggjarlegtings-
lógina og trífaldað uttan-
landaskuldina = upp á
rekordtíð
Og at tað somuleiðis
næstan ongantíð er annar
enn landskassin, skatta-
borgarin, sum stendur við
endan.
Sig so, at tað privata
initiativið = ikki hevur
dugað at virka, tá tað
almenna stendur við
endan!
J. Lindenskov
Floskutrot
Nú líður til dlavsøku, og til hesa hátíð hava vit brúk fyri
nógvari embalasju. —
Farið tí við fullum køssum til
avgreiðslu okkara í Dj. í Geilsgøtu 49, har tygum fáa kr. 45,-
fyri kassan.
Latið ikki
tóma embalasju standa
»deyda« sum
húsaskorð og órudd, men gerið hana til pening. Flest øll
hava brúk fyri kontantum peningi nú í feriutidini.
3 kassar
=kr. 135.00
0.s.fr.
2 kassar
4 kassar
ek
= kr. 180.00
Henda skipan er sjálvandi í gildi fyri hinar avgreiðslurnar í
Føroyum.
Heilsan Pf. , „storff
“ Bryggjarí
tif. 1 4728