Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-07-12, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. juli 1984síða 3

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 80 — 12. juli 1984 Fær 190.000 i yvirtidarløn i hesum figgjarårinum Orsøkin: trot å lærarum. Eilif Samuelsen: — Vit royna at avmarka yvirtimarnar Kopi ur í ! fylgiskjølunum t.v. ætladu føstu lonirnar. Í miðjuni yt irtidarlønir og høgrumegin landskassans partur at eftirlønargjaldinum Hjå einum av lærarunum i Hoydølum fer yvirtidar- lønin í hesum fíggjar- árinum upp um vanligu sáttmálabundu lenina. Sambært fylgiskjelum til fíggjarlóg legtingsins kemur hægsta yvirtíðar- lenin hjá einum lærara upp á 188.672 kr., meðan lenin hjá viðkomandi lærara bert er 175.523 kr. Eingin yvirtíðarlen kemur so langt upp, men summar toga kortini upp í móti: 174.685 kr, 155.542 kr. og 155.541 kr., meðan nakrar liggja úr 105 upp í 131.000 kr. Orsekin til hesar hegu og nógvu yvirtímalenirnar er tervurin á lærarum. Serliga í lærugreinunum matematikk, fysikk og kemi, upplýsir Snorri Fjalsbak, inspekterur. Hann sigur, at talan er um lærarar, sum næstan hava tvey sterv um hendi. Tað skylduga tímatalið hevur verið 22 tímar um vikuna. Sambært nýggja sáttmálanum hjá felagnum fyri studenta- skúlalærarar fer skylduga tímatalið niður í 21'/2 tíma um vikuna 1. august. 200 kr. í yvirtíð um tíman Fyri tímarnar oman fyri skylduga tímatalið, fáa lærararnir = yvirtidarløn. Henda er umleið 800 kr. um mánaðin fyri ein yvir- tíma um vikuna. Ella umleið 200 kr. fyri hvenn yvirtiman. Fyri fyrireiking, sum er ætlað til munin millum skyluugt timatal og vanliga 40 tima viku, fåa lærarnir einki. Tó fáa teir, sum hava rættingarar- beiði, eitt ávíst endurgjald. Tilsamans eru 2,7 mill. kr. settar av á fíggjar- lógini til yvirtidarløn. Snorri Fjalsbak visir å, at hetta er ikki heilt rætt meira, ti eitt sokallad til- sagnargjald er fallið burtur nú. Hetta er ein viðbót fyri tað, at lærarar- nir geva tilsegn at átaka sær fleiri tímar enn skyld- uga tímatalið. Henda við- bótin hevur verið 1300 kr. um mánaðin og er komin undir yvirtíðarlen, men er nú farin undir ta festu lenina. Í meðal 62.000 kr. í yvirtíðarlen Teir flestu av teimum 44 sáttmálalentu lærarunum, ella adjunktunum og tí eina lektorinum, fáa yvir- tíðarlen. | Nógvar eru kortini heilt lágar. Niður í einar 5000 kr. Tær nógvu liggja kortini um 40- 50.000 kr. Í meðal liggur yvirtiåarlønin um 62.000 kr. Umframt teir 44 sått- målaløntu lærararnar eru fimm tænastumenn: rekt- arin, ein lektor, tveir lærarar og ein Rektarin og skúlatænarin hava onga yvirtíðarlen. Hinir hava knappar 59.000 kr. í meðal yvirtíðarlen. Av tænastumonnum liggur rektarin annars vid ovastu lønini, 258.000 kr., meðan skúlatænarin liggur lægst við knappliga 135.000 kr. Men tá rektarin onga yvirtíðarlen hevur, fara nakrir av teimum við tí nógvu yvirtíðini meira enn 100.000 kr. upp um hann. Tann hægsta lenin kemur upp á 364.195 kr. Tað er tann við tí hæstu yvirtíðarlenini. Í hølunum á honum kemur ein lærari við 361.541 kr. Hann hevur nógv minni yvirtíð, nevniliga 155.542 kr., men hann hevur 205.999 kr. í fastari løn. Annars liggja tveir aðrir lærarar yvir 300.000 kr. Ein kemur upp á 346.571 kr. og ein liggur á 310.739 kr. skúlatænari Fasta lenin 165.000 í meðal Tær festu lenirnar liggja annars í meðal á knappliga 165.000 kr. Leggja vit fastar lenir og yvirtíðarlenir saman koma vit upp á 227.000 kr. í meðal. Umframt teir sátt- málalentu lærararnar og teir tænastumannaløntu, eru 10 tímalent fólk. Hetta eru fólk, ið ikki eru fult kvalifiserað, t.d. fólk Síða 3 Hóast talið av lærarum á Foroya Studentaskúla og HF-skeidi í Hoydølum liggur um 50 umframt timalærarar er trot á lærarum. Ti fer næstan ein triðingur av lønarutreidslunum til yvirtíðarlonir. sum ikki eru liðug at lesa ella. t.d. ikki eru liðug við spesialið. Í meðal fáa hesi 107.620 kr. Samlaðu lenarútreiðsl- urnar á Feroya Studenta- skúla og HF-skeiði í Hoy- delum liggja um 11 mill. kr. Harafturat kemur so studentaskúlin og HF- skeiðið í Eystur og HF- skeiðið í Suðuroy og í Klaksvík. Hesar upp- hæddirnar eru ikki allar útgreinaðar í fylgiskjel- unum til fíggjarlógina, men samlað kemur eingin av hesum uppá eina millión, men tilsamans upp á stívliga tvær mill. kr. Eisini eftirlenar- gjald Umframt len — og í flestu førum eisini yvirtíðarlen — hava sáttmálalentu adjunktarnir eisini eina eftirlønarskipan. Eftir hesi skipan gjalda teir sjålvir ein triding, meðan arbeiðskeyparin — í hesum feri Feroya Landsstýri — rindar hinar báðar triðingarnar av eftirlonargjaldinum, ið er 15% av lenini. Landskassans partur av hesum gjaldinum er rættuliga ymiskur, alt eftir hvussu lenirnar eru, men í meðal liggur upp- hæddin úr 15 upp í einar 18.000 kr. árliga. Royna at avmarka yvirtíðarlenina Landsstýrismaðurin i skulamålum, Eilif Samuel- sen, upplysir, at lands- stýrið og landsskúlafyri- sitingin hava eitt vakið eygað við teimum nógvu yvirtímunum. Landsstýrið hevur roynt at avmarka ta nógvu yvir- tíðina, og landsstýrið hevur mælt til at skera so nógv av henni, sum forsvarligt er. Eilif Samuelsen vísir eisini á, at tendensurin er, at yvirtímatalið minkar. Í hesum sambandi upplýsir hann, at í fólkaskúlanum er yvirtímatalið næstan heilt burtur nú. Men, leggur hann afturat, hevuðsorsekin til teir nógv yvirtímarnar á studentaskúlanum er trot á lærarum. Serliga feroy- ingum. Og serliga í teimum náttúruvísindalig- u lærugreinunum. Í hesum lærugreinunum ber heldur ikki til at fáa útlendingar, tí trot er eisini á lærarum í hesum lærugreinunum í t.d. Danmark. Ynskja heldur ikki ófaklærd ella ov nógvar útlendingar Og fyri m.a. at sleppa undan at hava ókvalifiser- að fólk, hava skúlamynd- ugleikarnir heldur valt at lata lærarar hava fleiri tímar enn skylduga tíma- talið. — Annars kundi man eisini avskaffa ein stóran part av yvirtíðini við at seta fleiri útlendingar, men so var meginparturin av lærarunum útlend- ingar, sigur Eilif Samuel- sen. Hetta hevur ikki verið ynskiligt, og tí hava skúla- myndugleikarnir heldur valt at lata summar lærar- ar havt yvirtímar. Harafturat vísir Eilif Samuelsen á, at tað er ikki altíð, at tað loysir seg at seta ein lærara. T.d. hendir tað seg, at hann fær bert nakrar fáar tímar í sínari lærugrein og fær tí ikki fult tímatal. Tí verður heldur tann loysnin vald, at aðrir lærarar átaka sær nakrar yvirtímar. jo-mo