hósdagur 12. juli 1984síða 6
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið |
Utgevari: p/f sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Miller
Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl
tíðindablaðið
Argjavegur 26
telefon 11820
Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen og Jóhann Mortensen
Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981
Raktu beint
og meint
EILIF SAMUELSEN reagerar.
Hann ikki bert reagerar — hann er
i luftini yvir eina oddagrein, vit
høvdu herfyri um løgnu vitjan
Haarders og tær figgjarligu
avleiðingarnar av yvirtøkupoli-
tikki landsstyrisins.
AT VIT HAVA RAKT beint, er øll
grein Eilifs eitt fullgott prógv um,
tí sjáldan hevur hann verið so illur
sum í sínum omanfyrinevnda
aftursvari.
TAÐ, SUM HANN roynir at føra
fram sum verju fyri tann
harðrenda og stokkkonservativa
útbúgvingarpolitikkin hjá
Haarder, skulu vit lata liggja í
hesum umfari, men vit venda
aftur til hetta seinni.
HELDUR FARA VIT at vísa á, at
undanferslan fyri yvirtøkunum
heldur ikki, og tað gongur eisini
týðuliga fram av greinini.
VERULEIKIN ER nevniliga tann,
at henda samgongan hevur
góðtikið ein niðurskurð í statsins
parti av havnaútreiðslunum úr
25% niður í 10%. Hetta stendur
svart upp á hvítt í teimum
fylgiskjølum, sum liggja við
galdandi fíggjarlóg.
Haldarar uttanands:
Bert
Navn
Bústaður
Kannað posthusinum
Postsmoga 76,
3800 Tórshavn
| oddagrein
Ja! Eg tekni meg sum haldara av
Tíðindablaðnum SOSIALINUM.
Haldaragjaldið er kr. 115. —
Øll trý blødini um vikuna: 125 —
leygardagsblaðið:
PÁLL VANG, landsstýrismaður,
upplýsti undir fíggjarlógarvið-
gerðini, at her var talan um eina
yvirtøku uppá 18 til 20 milliónir
árliga. Eilif Samuelsen var sjálvur
til staðar í tingsalinum, og tað
kvøtti ikki úr honum — sjálvandi
ikki, tí hann visti, sum var, at
hetta var sannleikin og einki
uttan sannleikin.
AT HENDA VYVIRTØKA, sum
kostar okkum 20 milliónir í
hesum fíggjarári, so er eitt úrslit
av, at hann og hansara løgmaður
ikki duga at samráðast við danir,
er ein onnur sega og bert eitt av
mongum dómum um, hvussu lítið
hald var aftan fyri alt teirra reyp
og breggj áðrenn valið.
VIÐVÍKJANDI skålabyggingu-
num so stendur fast, at Eilif
Samuelsen fleiri ferðir í tinginum
hevur upplýst, at vit skulu byggja
fyri 80 milliónir í vinnuskúlum.
SAMSTUNDIS stendur tað
rimmarfast, at Haarder á síni
Føroyaferå upplýsti, at staturin
bert vildi gjalda 15 av hesum
milliónum.
HETTA REINGIST ikki av illsinnis-
greinum í Dimmalætting, so kann
Eilif Samuelsen kalla tað, hvat
hann vil.
ca
44,—
AA
er |
Box 76
3800 Torshavn
vær
7
*
Í
I
Øpostað vig á
SØSTALURIN þe
rindar —. >
postgjaldið
HARE
Sigur tú teg vera friðar-
fólk, verður tú beinan
vegin kravdur til svars
fyri sovjet-russiskan
uttanríkispolitikk. So
stendur tú har.
Kríggj er váðaverk.
Maktjavnin verður altíð
fluttur. Tvey stórveldi
komu burtur úr seinasta
heimsbardaga. USA og —
ímóti ellum vónum
Sovjetsamveldið.
Tíðin hevur ikki verið
fridarlig sidan henda
bardag. Hjålond og til-
afturskomin lond royna at
bróta seg ur fjøtrum og
avoldadum styrislagi.
Annað stórveldið roynir at
styðja her og har, eftir
forimuni, hetta frælsis-
stríð, meðan hitt roynir at
køva tað. Mær nýtist ikki
at nevna, hvert ger hvat.
Hvenn veg eins samhugi
vendur, velst um eins
lyndi.
Eitt av hesum londum er
Friðarfólk skifta orð
Afghanistan. Tað liggur
langt av leið, og ilt er hjá
okkum at siga rætt, hvat
hendir har. Vit hoyra
ræðuligar = segur, sum
flóttafólk skal hava borið,
sum eru flýdd inn í Paki-
stan ella frá álítandi
keldum. Nógv verður
seinni avsannað — tó
ongantíð í føroyskum fjøl-
miðlum, so vit mugu bara
ansa eftir, hvaðan tíðind-
ini koma, og so síla sjálvi.
I hvussu er, har heldur
eitt drúgt stríð á
Tá Indira Gandhi, for-
sætismálaráðharri í India,
herfyri var í Keypmanna-
havn, hevði hon ein blað-
mannafund, har hon
greiddi frá viðurskift-
unum og fløkjunum í landi
sínum. Ein andbráður
blaðmaður stingur knapp-
liga nesina fram: »Og
Afgnanistan?< Henda
tignarliga og vituga
kvinnan svaraði stutt:
Nr. 80 — 12. juli 1984
>Tað bað um hjålp«.
Skalt tú ganga friðar-
gongu, má tað verða á
stoðum, har tú kanst
vænta, at krev tíni verða
borin til rætta avvarandi.
Við sendistovur ella
hersteðir ella herskip. Vit
fylkjast í Mjerkadali, har
fremmandir hermenn
óbodnir hava grivið seg
niður.
Ein, sum sigur seg vera
friðarelskandi, skjýtur
upp í Sosialinum leygar-
dagin, at gingið verður út
á bryggjuna, tá sovjetisk
for eru inni. At fara at
ganga kravgongu til
russisk fiskiskip, sum
liggja við bryggju, man
tískil verða til fánýtis.
Russiskir fiskimenn
munnu neyvan vita meira
um heimspolitikk, enn
summir løgtingsmenn.
Janus Kamban
[ye II
Tað sidsta hálmstráið
Í grein í Dimmalætting
fyri stutum ger Pauli
Ellefsen við merkingar til
tað. ið Atli Dam hevði at
bera tram um ta vanaliga
handalag. sitandi
gonga hevði havt og sum
hevði fert við sær. at utt-
anlandsskuldin var vorðin
trífaldað. Pauli heldur. at
hetta er síðsta hálmstráið
av andsteðupolitikki og
sigur víðari. so legið tað
sam
ljóðar. at hann hevur
saknað verunligan and-
stødupolitikk.
Oivad samanliknar Pauli
egnu andstødutid sina vid
hesi årini, hann sjålvur
hevur siti3 sum sam-
gonguleidari, men »gloym-
ir«, at samanlikningar-
grundarlagið er ikki til
stadar.
Sjålvandi er eingin sam-
gonga lýtaleys. og tað
mundi undanfarna nokk
heldur ikki vera. Men tað.
ið eyðkendi ta samgong-
una var, at roynt var at
reka miðvísan politikk,
sum var merktur av hegni
og dirvi, merktur av
ábyrgd. Av hesum sama
var lagaligt hjá ábyrgdar-
leysum persónum í and-
støduni at pilka ymiskt
burturúr og at mála ta
svertu skrivtina á veggin.
Og tá ferari fólkafloksins
sá. at afturhaldsstríðið
gav politiskan vinning,
legði hann í vaðið.
Úrslitið = av hesum
gjørdist, at tað ikki longur
bar til at fora ein miðvísan
politikk. Givin lyfti frá
fólkaflokkinum blivu brot-
in, og ábyrgdarfólk tóku
avleidingarnar av hesum
og slitu samgonguna.
Hvat var annað at gera?
— her sást jú tydiliga, at
ábyrgdarleysur persónur
innan samgonguna hevði
sett sær fyri at reka and-
stoðupolitikk móti flokk-
unum, hann samstarvaði
við.
Júst hetta hevur verið
eyðkenni fyri sitandi sam-
gongu. Í tíð og ótíð hava
teir triggir: sambands-
flokkurin, fólkaflokkurin
og sjálvstýrisflokkurm lig-
ið í andstaðu, hver mót
eðrum. Eitt hava teir tó
verið samdir um, og tað
hevur verið at jarðleggja
tey mangan frálíku upp-
skot, ið løgd hava verið
fram á tingborð av javn-
aðarflokkinu og tjóðveld-
isflokkinum, landi og fólki
til frama.
Var Pauli eitt sindur at
sær komin og hevði kent
ábyrgd sína sum sam-
gonguleiðari, hevði hann
fyri langari tíð síðan tikið
avleiðingarnar av tí óskili,
ið hevur valdað innan hesa
samgongu: Nevniliga, at
slitið samgonguna og farið
har, hann hoyrir heima.
Í andstødu í orðsins sanna
týdningi.
Sol.
Utstykkingar,
byarplanur o.a.
> >
I Sosialinum nr. 78. 7.7.
84. er samreða við Gunnar
Hoydal, býararkitekt. um
gongdina í byggingini í
Havn hesi seinastu 12
árini.
Vit sum eru borgarar
her i Havnini siggja
týðiliga ta stóru fram-
gongd. sum er hend hesi
árini. Býurin er fríðkaður
sum ongantíð fyrr. nyggj-
ar útstykkingar. nýggir
vegir og mangt annað.
Eitt. sum eg beit merki
í í samreðuni. var, at
Gunnar Hoydal altíð
hevði vart Handilsmið-
staðina (SMS), við ti bak-
tanka at hetta fór at
hjálpa miðbýnum. og eg
minnist eisini neyðarróp-
ini frá fólki í miðbýnum ta
fyrstu tíðina eftir at
Midstødin var bygd. Nú
sæst urslitid, og eg gevi
Gunnri fullan rætt. Vit
hava fingid ein væl skip-
aðan miðbý. flisalagdur
næstan frá A til Z, MEN
nú er bert upp til eigararn-
ar av (handils) håsunum
har at fáa tey at standa í
mát við frálíka umhverv-
ið.
Eg haldi, at Gunnar
Hoydal og býráðið annars
eigur rós uppiborið fyri
fállíkt arbeiði.
Sjálvandi er altíð okk-
urt. ið kundi verið gjort
betur. men sum orða-
takið sigur: Um tú íkki
gert mistok. gert tú ov
lítið!
Gunnar nevnir sjálvur
tekjurnar á Kommans-
mýru. byggingina av
Eysturskúlanum í staðin
fyri fleiri minni skúlum í
íbúðarokjunum.
Gunnar gloymir ein
»generalbrølara«, og tað
er ferðslan í samband við
útstykkingina á Flat. og