hósdagur 12. juli 1984síða 11
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 80 — 12. julí 1984
Judy Morris sæst her sum Tessa, barnagentan, ið eini hjún hava fingið at ansa barni teirra, meðan tey
fara til operafram førslu.
Krimi til 22.35
Barna-
i
gentan
I annadkvøld sendir sjón- er gjørdur í samstarvi
millum fólk i Australia og
varpið ein krimileik, sum
' sjónvarp
Fríggjadagin 13. juli
19.30 Eina oyggj kanst tú ikki taka við tær
20.30 Soleiðis sæð
21.15 Eldorado
22.05 Soleiðis missir tú pundini
22.35 Barnagentan
23.45 Liðugt
Leygardagin 14. juli
19.30 Bernini á Westmare 2
20.20 Ikki bert sum at siga tað
20.45 Tað er leygarkvøld
22.05 Hill Street
22.55 Tað er leygarkveld
23.45 Liðugt
Oyggin hjá Nailju
Eina oyggj kanst tú ikki taka við tær. Nailja og
foreldur hennara pakka niður viðferið, tey skulu
hava við í summarfrí. Nailja er 10 ára gomul og
skal við foreldrunum út á eina oyggj at ferðast,
har bert ein gomul kona býr. Nailja hevur als
ongan hug at fara.
Tað gongst tó ødrvisi enn Nailja hevði hugsað,
tí oyggin hevur eisini nógv gott og spennandi at
bjóða. Har eru hópin av djórum, sum verja áhuga
hennara. Seinast í filminum vil Naijla hava oynna
vid sær heim aftur. Filmurin er gjørdur i Sovjet
samveldinum.
USA. Hendingin fer fram í
Sydney. Eini ung og rík
hjún David og Helena,
eru við soni teirra á ferð í
vikusiftinum í Sydney
Eitt kveld skulu tey vitja í
operahúsinum, og fáa tí
starvsfólkið á gistingar-
húsinum at fáa teimum
eina barnagentu, ein
ógvuliga smæðin og
bangin genta, sum kallast
Tessa.
Av óvart kemur Tessa
fram á tveir brotsmenn,
sum hava í hyggju at rana
barnið, meðan foreldrini
eru úti.
Meðan foreldrini njóta
framfersluna í operahús-
inum, sum er tað, ið Jørn
Utzon hevur bygt, fer
fram ein harðrend
jagstran á jarnbreytar-
steðini í Sydney.
Judy Morris hevur leik-
lutin sum barnagentan, og
Gerard Kennedy“ sum
m.a. eisini spældi við í
»Métburdi«, er tann, ið
jagstrar Tessu, barna-
gentuna.
Fríggjadagin 13. juli kl. 20.30
Soleiðis sæð
Hetta er heitið á sendingini um, hvussu tíðindi
verða til í blødunum, og hvussu tey verða sett
upp. Vitjað verður á blødunum, har vit fáa innlit í
arbeiðið. Á myndini sæst ein umbrótari á einum
blaði í Danmark, sum stendur við ljósborðið og
arbeiðir.
Fyri 120 milj. kr.
í plastikk leikum
Nógv, sum verður sagt í sjónvarpinum, ljóðar so
ótrúligt, at tað er torført at skilja tað. Eitt nú
sendingin um donsku skipafelegini. Eitt konteyn-
araskip, sum kostar 400 milj. krónur siglir við
góðsi, sum er mett til 600 milj. krónur. Ein heil
milliard tilsamans. Av hesum flytir skipið í eini
last fyri 120 milj. krónur plastikk leiku.
Sendingin var annars um vánaligu umsteðurnar
hjá danska handilsflotanum, har íroknað
Scandinavia hjá DFDS, sum siglir millum
Keypmannahavn og Oslo. Her var undirhald fyri
allar pengarnar, tað er helst eisini handilsflotin
Eitt Super Las Vegas show kundi tú uppliva á
ferðini millum Norðurlond!
Preben Meller Hansen, kendi formaðurin í
»Sømændenes Forbund« helt, at reiðararnir í
Danmark vóru púra uttan tjóðskaparligar
kenslur. Teir hugsaðu bert um vinningin. Hvat
skal ein fakfelagsformaður annars siga?
Sendingin fór víða um í heiminum, har donsk
skip sigla, so tað var eisini torfert at fáa eyga á
nakað tjóðskaparligt í hesum. Eitt eitur showbi:
annað buisness og so var tað okkurt un
manningareglurnar og tryggleikan á skipunum
sum vóru eðrvísi í Danmark enn í Noregi
Týsklandi, Panama og Bahama
Tú fekk eina kenslu av, at tað var fakfelags
maðurin í Danmark, sum einsamallur lá í buktini
men so einfalt kann tað ikki vera'
)
onga umtalu i yvirlitinum, sum sjónvarpið í
Danmark sendi út frammanundan. Ég visti ikki í
hverjum tíðarskeiði, hann skuldi siga frá. Tó so
kom fram, at hetta var í 1937. Kortini kundi tú
ikki í umhvervinum sum heild ímynda tær, at
soleiðis var í Íslandi um hetta mundið. Har hevur
fåtækradømid helst verið sjónligari enn hjá
okkum, og umsteðurnar at bróta upp úr gomlu
sidalæruni enn torferari. Ti dugi eg illa at hugsa
mær, at konurnar borðreiddu við borðdúki og
porselenkoppum, tá menn fóru á fjall. Mær rann í
huga tær gomlu fløskurnar við eini ullintari hosu
at halda hitanum i temunninum. Tað hevði
hesi fólk livdu í
Annars haldi eg, at filmurin var mest trúgvur
mótvegis náttúruni og sinnalagnum hjá hesum
fólki. Innihaldið var ikki ein sega um nakað åvist
tó at Einar og genta hansara gingu sum ein
reyður tráður gjegnur: hendingarnar
Fylgispælið var blandaður tónleikur við sang-
kóri og tónleikagreinum yvirhevur, sum órógvaðu
myndirnar, eins og klædnadraktin eins væl kundi
verið frá 1960 sum 1970 í mongum feri. Attu
íslendskir bendur veruliga so flottar klædningar,
tá teir fóru í dansistovuna? Tú fekst kenslu av, at
leikstjórnin og pallarbeiðararnir fóru heldur
lættliga um. Og bilurin, sum var so gamal og tó so
framkomin, at hann hevði sjálvstartara. Tað var
eisini legið.
Ein fyri henda filmin og tað, sum helst liggur
okkum feroyingum nærmast, er frein um náttúru-
myndirnar, sum í >Landi og Synum« fingu so
stórt innivist. Eisini samreðurnar millum
leikararnar, sum í letum vóru sannar perlur. Tú
hómaði hesi fólkini, sum hóast fátæka umhvervið,
vóru fer fyri at varðveita skemtiligan hugsunnar-
hátt og speiliga aftursvarið. Hetta var fyrsta
íslendska royndin.
Í Finnlandi eru teir komnir longur í royndini at
gera filmar til sjónvarp og spælifilmar. Har er eitt
åvist samljóð millum náttúru og menniskju. júst
sum vit sóu í »Land og Synum« Hóast Finnland
ikki er tað landið, sum er nærmast Feroyum og
Íslandi, so er tað kortini líkleiki í endurgevingini í
leikriti og uppseting. Hóast finskir filmar ikki fáa
nógva umtalu, so havi eg altíð funnið eitt ávíst
samlag og havt meguelika at kenna aftur tað.
sum fer fram, sum bert kann koma av, at tú hevur
meguleika at kenna serliga náttúru og folkasløg,
sum kanska búgva á fjarskotnum ekjum so sum
bygdafólk her á landi, ið ikki koma í samband við
stórplássini í gerandisdegnum.
Lagnusøgur er frålik og snotilig uppseting, sum
oftast i innihaldi er møsn. Tu veist, hvat skal
henda. Bert veist tu ikki, hvør verdur myrdur!
Hetta er sjónvarps undirhald av besta slagi
sigst — og legið er tað, at hetta er oftast tað, sum
vit fáa inn í stovurnar, áðrenn farið verður til
songar.
Og so er tað náttúrumyndin at enda, sum
verður nýtt sum »skråpappir«. Løgid, tí tá sæst
hverki tað, sum kemur í sjónvarpið næstu ferð.
ella hvat myndin skal sýna!!
Dagny Joensen
Síða 11