Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-07-14, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. juli 1984síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

—i Nr. 81 — 14. juli 1984 tíðindablaðið Harry Fonsdal, orkuserfrødingur, um SE V-ætlanina: Óhoyrt at sama felag projekterar, kostnaðar- metir og ger arbeiðið fyri rokning ! Tað er spinnandi galið, at sama fyritøka projekterar, ger kostnadarmetingar og síðan ger arbeiðið fyri rokning. Hetta er ófor- svarligt, sigur Harry Fonsdal, fyrrverandi el- verkstjóri Hann sipar til allar orkuætlaninar hjá SEV, sum hevur latið danska byggifelagið Højgaard á Schultz projektera og kostnaðarmeta ætlaðu vatnorkuútbyggingarnar í Vágum, norðantil i Streymoynni og i Eystur- oynni. Eins og ætlanin er, at H&S eisini skal hava arbeiðið. Hann sigur, at slíkt hevði ikki komið fyri í Noregi, har hann hevur verið stjóri á elverkinum í Kongsberg í eini 30 ár og metingarmaður hjá sterstu norsku orku-mið- steðini, Tokka, í 24 ár. Henda framleiðir úr vatni 100 ferðir so nógvan streym sum SEV ger. Hann tosar ti av roynd- um. Eitt annað, sum Harry Fonsdal heldur vera burt- urvið, er, at Højgaard á Schultz eisini hevur vid tað figgjarliga at gera, nevniliga við at útvega fígging, eins og at byggi- harrin, sum er SEV, skal útvega útgerð. Hann ivast ikki í, at nógvar fyritekur, millum annað norskar, høvdu ver- ið hugaðar at bjóða uppá vatnorkuætlanina hjá SEV. Gjørdi upprunaætlanina Sjålvur hevur Harry Fonsdal havt nógv við upprunan til SEV og fyrstu vatnorku-ætlanir- nar at gera. Sjálvur tók hann verkfrødingsprogv í 1935 í SEV-ætlanini. Hann kom at arbeiða við hesi ætlanini beint eftir stríðslok, men mótsetn- ingarnir millum ymisku partarnar var so stórur, at endin var, at Harry Fons- dal fór burtur úr Hann var eisini logting- sins verkfreðingur tá. Tað var longu í 1937, at logtingið bjóðaði honum hetta starvið, sum hann var í, tá heimsbardagin brast á. Hann var í Noregi tá og kom ikki heimaftur fyrr enn eftir krigslok. Grundarlagið undir SEV -útbyggingini tá, vóru ætlanirnar hjá Harry Fonsdal. Men ætlanin varð kortini ikki fylgd av H&S. — Við teimum royndum eg havi av Højgaard á Schultz má eg heita á for- oyingar um at vera varn- ar, sigur Harry Fonsdal. Veðranes-ætlanin tiltalandi Í letuni vil hann ikki siga nakað itøkiligt um Veðra- nesætlanina, ti hann hev- ur júst fingið hevi at sæð hesa og nyggjastu ætl- anirnar hjá SEV. Men kortini sigur hann so mikið. at hann heldur, at Veðranes-ætlanin sær ógvuliga tiltalandi út. Ætlanin at gera eina vatnorku-útbygging á Veðranesi, norðan fyri Selatrað, kom fram fyri almenningin um ársskift- ið. Annars hevur SEV áður viðgjort henda møg- uleikan, men vrakaði hann, og valdi istadin Eid- is-ætlanina. Berdal ålitandi og fremstir i vatnorku Tá málið tók seg upp i løg- tinginum, fekk Orkuráðið álagt at kanna hesa ætl- anina. Orkuráðið hevur biðið norsku verkfrødings- fyritøkuna A. B. Berdal A/S gera sínar metingar um hesa ætlanina. Harry Fonsdal sigur, at henda fyritøkan er ein Harry Fonsdal vitjar i Føroyum í hesum døgum. Hann steðgar bert nakrar fáar dagar, men Sosial- urin fekk høvi at hitta hann hjá einum ødrum orku- serfrødingi, Tórmóði Dahl, hóskveldi. Her síggja vit teir báðar, sum báðir hava starvast á norskum orkuverkum í mong ár tann fremsta og stersta á vatnorkuøkinum í Noregi. Hann sigur, at hon er tann mest álítandi til bæði projektering, útbjóðing og eftirlit. Fyritøkan er ein av sterstu kapasitetunum í landinum, og Harry sigur seg ikki hava hoyrt eitt niðursetandi orð um Berdal. Tí kann hann siga, at tað sum kemur frá henni, er eftirfarandi og ålitandi Tað sigst nú, at A. B. Berdal A/S hevur gjørt kanningina lidna og at hon kemur til Feroya í næstum. Kannaði eisini Eiðisætlanina Hendan fyritøkan kannaði eisini Eiðis-ætlanina. Hon segði tá m.a. í nidurstødu síni: >Vi beklager derfor á mátte uttale at det er vár bestemte oppfatning at de foreliggende posjekter er for lite bearbeidet til á utgjøre forsvarlig grunn- lag for en beslutning om utbyggning og låneopptak for dette. (I tillegg komm- er som før nevnt at det hydrologiske grunnlag er usikkert)«. Grundarlagaið undir hesi kanningini var gylta uppskotið frá 1981. Síðan hevur Hejgaard og Schultz gjørt tvær broyt- ingar, soleiðis at samlaða upphæddin, sum SEV nú hevur goldið til H&S fyri ráðgeving, liggur um 10 mill. kr. Tað nýggjasta í SEV- ætlanini er, at SEV ætlar nú at fara suður um tað, sum landsstýrið og yvir- friðingarnevndin hava givið loyvi til, nevniliga 1 og 3. Fyrr í vikuni upplýsti landsstýrismaðurin i orkumålum, Eilif Samuel- sen, Sosialinum, at SEV hevur ikki sekt av nýggj- um at taka part av økinum sunnan fyri eki 1, nevniliga eki 2, uppi. Orsekin til, at SEV er farið longur suður er at fáa meira burtur úr. Fyrsta byggistigið av Eiðis-ætlanini er mett at geva 28 mill. kwh, meðan Veðranes-ætlanin er mett at geva einar 40 mill. kilowatttimar. jo-mo Síða 3 Vandamikið at brenna plastikk- rusk PVC alir fram »Seveco-eiturid«, dioxin, tå tad verdur brent i brenniovnum. I Hamburg i Tysklandi umhugsa polit- ikkararnir at steingja brennistødir fyri- bils og leggja ruskid i ruskdungar Tað er so vandamikid at brenna plastikk-iløt, at umhvervisborgmeistarin í Hamburg, Wolfgang Curilla, úr SPD, roynir nú at fáa brúkararnar at lata vera við at blaka voghurt-ilei og slik úr evninum PVC saman við restini av ruskinum Hesi íletuni mugu skiljast frá restini og til- einkisgerast fyri seg, ti PVC-iletini ala fram so- kallaða Seveso-eiturið, dioxin, tá tey brend í vanligum rusk- ovnum, sigur umhvørv- isborgmeistarin vid danska dagblaðið Polit- iken mikudagin. Roykkanningar frá ruskbrenniovnum i Hamburg hava vist, at i roykinum er 700 ferðir so nógv dioxin, sum eitur- verksmiðjan Boehringer fann út av at hon hevði, og ti avgjørdi at steðga verksmiðjuni í norður- týska havnarbýnum. — Hetta er kortini ikki bert ein trupulleiki í Hamburg. Hesin vandin er allastaðni, har rusk frá vanligum húskjum verður brent, sigur Wolfgang Curilla Kanningar í Hamburg visa, at í roykinum eru 0,7 nanogram í hverjum kubikkmeturi. Mest loyvda virðið, Boehring- er kundi loyva at vera í roykinum, var eitt piko- gram, ið er 1/1000 part nanogram Alheims eitur-serfreð- verða ingar settu hetta markið á eini visindaligari råd- stevnu, sum skuldi finna ut av, hvat Hamburg skal dioxin-trupulleik- royna at loysa an Ofullførd Børn Serfrødingarnir eru samdir um, at roykurin frå brennistøåunum er vandamikil. Teir hava m.a. vist á, at nogv o- fullførd børn eru fødd i teimum byarpørtunum, sum fáa roykin frá brennisteðum yvir seg Tað er komið óvart á politikarar og umhverv ismyndugleikarnar, at dioxin-roykur eisini kemur frá vanligum rusk-brennistødum. Roknað varð bert vid, at hetta evnið bert fanst i restunum frá brenning- ini og í dustinum frá reinsifiltrunum. Málið í Hamburg er so mikið stórt, at umhvørv- isbormeistarin fer at leggja tað fyri samveld- isstjórnina í Bonn. Fyri- bils umbugsar umhvery isborgmeistarin at steingja brenniovnarnar og leggja ruskið í dungar eins og áður Tað er ikki eydnast Sosialinum at fáa nakað at vita um, um hesin vandin eisini kann taka seg upp við ætlaðu rusk- brennisteðina við Air norðuri í Sundalagnum