Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-07-14, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. juli 1984síða 16

‹ fyrra síða allar 16 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Lýsingar: Tit ringja — vit skriva Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritskum og Er nakað á vási? — tvamál? Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara. Vit eru til reiðar! Gamla Apotekið — Tó at ongar tablettir verða seldar um skivuna, so er kortini hugaligt, at lív kemur aftur í hetta umhvervið Í vikuni lat upp kunning- arstova, sumskal hjálpa og vegleiða ferðafólki, sum koma til Havnar. Tað er Felagið Tórshavn, sum stendur fyri Kunningar- stovuni. Dagligur leiðari er Jákup Veyhe. Hjálpar- fólk eru Astrid McDonald og Mikkjal Helmsdal Jen- sen. sum bæði eru sett í hálvdagssterv. Fyribils skal Kunning- arstovan virka til 30. september, og er hetta tíðarskeiðið at rokna sum ein royndartiå, sigur Ják- up Veyhe. Hverjar uppgávur skal Kunningarstovan rekja? — Fyrst og fremst skulu vit veita ferðafólki stuðul og upplýsing. Eitt nú hvar fólk kunnu fara at ferðast. Vit lata býarkort 0.a., sum kann vera ein hjálp fyri fremmanda fólk. Umframt hetta so kunnu vit siga ferdafolki, hverjar framsýningar o.a. eru í letuni, hvar tær eru 0. s. fr. Er tað ikki sama virk- semi sum Ferðamanna- stovan? — Jú, fyri ein part, men vit samstarva um upp- gávurnar. Kunningar- stovan er fyri Tórshavnar bý, meðan Ferðamanna- stovan skal virka fyri alt Feroyar. T.d. taka vit ikki móti bíleggingum til gistingarhús ella Vallara- heim. Vit selja heldur ikki ferðaseðlar o.a., tó at vit kunnu siga ferðafólki, hvar tey skulu venda sær, fyri at fáa greiði á slíkum. Felagið Tórshavn var stovnað við ti í hyggju, at ein Kunningarsova skuldi setast á stovn. Handils- fólk hildu. at alt ov lítið varð gjort fyri at fáa ferðafólkið í talu. Í nevndini sita: Jóhann Restorff, Tita Vinther, Solveig Isfeld, Såmal Blå- hamar, Hans Joensen, Sverri Djurhuus og Eirik Suni Danielsen. Fyribils er hetta eitt royndarskeid, og vit hava fingið innivist á gamla apotekinum til 30. sept- ember, men vithalda, at slík kunningarstova átti at verið alt árið. tá tað er í vetrarhålvuni, at arbeiðið skal fyrireikast til kom- andi summar. Hverjar royndir hevur tú, sum gera teg skikk- aðan til júst hetta starvið? — Eg havi meir ella minni fingist við slíkt virksemi í mong ár. Eg sigldi úti frá 1956—74 og sá, hvussu menn skipaðu seg aðrastaðni, eins og eg síðan 1974. tá eg kom heimaftur. havi arbeitt innan hotelvirksemi og verið limur í Ferðamanna- felagnum øll hesi árini, At enda sigur Jákup Veyhe, at tað er av týdningi, at fólk geva boð á Kunningarstovuna, um eitthvert tiltak, framsýn- ing, ítróttardystir o.a. fer fram í Havn, so stovan kann geva upplýsingin víðari til ferðafólk. Enn er stovan so nýggj og besta summartíð er, so tað hevur verið ov stutt skot- brá hjá okkum, at fáa skipaðar umsteður, hes- um viðvíkjandi, sigur Jákup Veyhe. einstaklingum í lýsingaspurningum. Hetta verður gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran. Astrid McDonald og Mikkjal Helmsdal Jen- sen starvast í Kunning- arstovuni. Tey kunnu tosa enskt, franskt og > týskt umframt Norður- landamál. Uppvaskimaskinur — eisini elektroniskar Telefon 14949 Á Hálsi - 3800 Tórshavn