hósdagur 19. juli 1984síða 2
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið.
Nr. 83 — 19. juli 1984
Hvagar skal ein flýggja
undan 5.000
atombumbum?
Tað nyttar onki hjá teim-
um, sum vilja frið, bara at
rýma undan harðskapi og
kriggt.
Hetta hava vit aldar-
gamalt dømi um heri Før-
oyum, sigur Arant Hansen
úr Gøtu m. a. í roðuni hann
helt á náttarhugnanum á
summarstevnuni í Kambs-
dali seinastu sunnunátt.
Vit prenta røduna her:
Tað sigst, at tá ið írsku
munkarnir komu til Fer-
oya á sinni, so var tað
fyri at fáa frið. Teir
flýddu frá ellum tí harð-
skapi og kríggi, sum
valdaði í heiminum tá.
Óivað hava teir havt ein
dreym um eina tilveru á
hesum oyggjum, hvar
teir kundu útfera teirra
gerning í friði og náðum.
Men spurningurin fyri
eftirtíðina hevur verið,
um ikki munkarnir hóast
alt at enda blivu offur
fyri akkurát tí
harðskapi, sum teir av
fyrstan tíð vóru flýddir
undan. Er tað so, at
Legtingið ger
gjøldur burturúr
sínum egnu sam-
tyktum, so leingi
tað góðkennir
NATO her á landi
Tí er einasta loysnin at
arbeiða ímóti eini og
hverjari hernadarligari
yvirmakt !
Tad må arbeidast
fyri fridi!
Nu skal eg ikki måla fan-
an uppå veggin, men
ikki kann tað dyljast, at
tað er nógv, sum hóttir
heimin í dag. Millum
annað dálking, avlopið
av einum stinkandi ídn-
aði, sum er við at oyða
náttúruna nógva staðni
Teknologiska fram-
gongdin í dag er so stór,
at ein ikki veit, hverjum
beini, ein skal standa á í-
morgin.
Og síðst, men ikki
minst, tann sinnissjúka
vápnakappdubbingin
millum eystan- og vest-
anlond. Alt hetta hoyra
vit um dag og dagliga í
útvarpi og sjónvarpi og
er hetta alt hóttanir,
sum vit ikki kunnu lata
eyguni aftur fyri og
flýggja frá.
Hvagar skal ein
flýggja undan 5000 at-
ombumbum?
Nei. her hava vit ell
skyldu til at taka saman
lógvatak og mótmæla.
Og lukkutíð eru tað fólk,
ið gera tað
Runt um í
eru seinastu árini kykn-
aður upp sonevndar
„friðarrerslur“, sum
fyrst og fremst arbeiða
fyri avvápnað, bæði fyri
eystan og vestan. Hesar
tvørpolitisku fylkingar
eru vorðnar ein týðandi
tåttur í millumlanda
politikki í dag. Sjálvsagt
er tað eitt ævintýrligt
mál at seta sær, at skula
forkoma ellum vápnum
her á jørdini, og tí må ar-
beiðast stigvíst. Av hes-
heiminum
um kemur so heitið
»atomvåpnafritt eki<.
Til demis arbeiða
fridarrørslur i Norðan-
londum fyri at gera
Norðanlond til
atomvápnafrítt eki. Og
her skal sigast, at Fer-
oya Legting til ein viss-
an mun skal eiga rós
fyri fyrst í 1970unum at
hava samtykt, at einki
hernaðarligt vald og
eingi vápn skulu vera í
Feroyum.
Nú, síðsta vetur,
endurtók Legtingið hesa
samtykt við at skoyta
uppí, at Feroyar frá nú
av eru at rokna sum
atomvápnafrítt eki.
Onkur kundi so verið
freistaður til at trúð, at
nú kundu feroyingar
bara leggja seg afturav í
liggistólinum, tí
Legtingið hevði borið so
í bandi, at eingin atom-
bumba fór nakrantíð at
bresta her hjá okkum.
Men tíverri er ikki so.
Løgtingssamtyktirnar
eru einki verdar, fyrr enn
tær verða hildnar og
virdar av fyrst og fremst
okkum sjálvum og
síðani eðrum.
Og virdar verða tær
ikki. Tí kundi ein spurt:
hver tjóð er so illa skikk-
að, at hon ikki virðir
samtyktirnar hjá okkara
fólkavalda tingi? Men
her verða feroyingar
noyddir at taka bjálkan
úr egnum eyga, áðrenn
teir taka flísina úr ann-
anmans eyga. Legtingið
ger gjøldur við egnu
samtyktum, so leingi tað
góðkennir NATO her á
landi. tí NATO er eitt
hernaðarligt vald. Av tí
at vit eru við í NATO, so
eru vit feroyingar eisini
við til at framleiða atom-
bumbur og sjálvandi
eisini við í vápnadubb-
ingini.
Men fyri ein stóran
part av feroyingum tyk-
ist tað tó, at Feroyar
hava ein meira passivan
lut í hesum sonevnda
NATO-samarbeidi. Men
fyri kortum vísti tað seg,
at flestu feroyingar
vórðu snýttir. Uttan at
vita tað, hava vit feroy-
ingar hýst eini njósnara-
stød uppi á Sornfelli, ein
stød, ið er eitt av fyrstu
álopsmálum hjá russum,
um kríggj skuldi brostið
á. ein ið verjir seg við
vápnum, verður álopin
við vápnum.
Okkara uppgáva má tí
vera at vísa eðrum lond-
um. at vit feroyingar eru
tað sama friðarelskandi
fólkið, sum vit altið hava
verið. Vit vinna einki við
at bera vápn.
Tí skulu vit vinna í
einum fyrifallandi
kríggi, so má tað vera
við atomvápnum. Og vit
vita, at í einum atom-
våpnakriggj finst hvorki
vinnari ella tapari!
—