leygardagur 21. juli 1984síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
RA VE
Nr. 84 * leygardagur 21. juli 1984
frælsi
javnadur
brødralag
57. årg. * kr. 5,-.
Aftur til 1935
#5
Hvíta kioskin í Kommunuskúlagarðinum í Havn
er nú aftur, har hon stóð nýbygd fyri 50 árum síð-
ani.
Hon bleiv flutt hóskveldið. Mest spennandi
var, tá hon skuldi upp um ellinjurnar. Men tað
gekk.
Síða 5
Alkoholisma
— Vit hava fingið at vita,
at ein av okkara gestum á
Mallorca er deyður av
vanlukkutilburði. Meira
vita vit ikki, segði Lars
Larsen, stjóri á Flog-
felagnum, í gjár.
Flogfelagið rekur SMS-
Turist, sum mikudagin í
síðstu viku sendi 128
føroyingar til Midalhavs-
oynna Mallorca. Ein
teirra, hin 25 ára gamli
Magnus Pauli Sivertsen
úr Funningi, er deyður har
suðuri.
— Vit fingu at vita frá
Uttanrikismålaråånum í
gjár, at ein føroyingur var
druknaður i einum
svimjihyli á Mallorca,
segði vakthavandi á pol-
itisteðini í Havn.
— Vit fingu boðini hós-
dagin, so tað er helst hent
mikudagin. Politiið visti
heldur ikki meira at siga
um ta syndarligu hend
ingina. Spanska politiið
og danska konsulátið á
Mallorca arbeiða við mál
inum, varð uppiýst á
politisteðini í Havn í gjár
hd
kann lekjast —
uttan tablettur
— Nýggj viðgerð móti alkoholismu gevur góð úrslit í Ís-
landi.
Vit hava vitjað SÅÅ-felagsskapin, sum fyrst roynir at
fáa brennivinssjuklingar at viðganga at teir eru sjúkling-
ar. Síðani ber til at hjálpa teimum úr óforinum.
Formaðurin í SAÁA er eitt gott dømi um hetta
Dýrari at senda post
— Hækkingin 1. oktober
gevur Postverkinum 3,5
milliónir í meirinntoku
Hækkingin av postgjeld-
um 1. oktober fer at geva
Postverkinum 3,5 mill. kr.
meira í inntøku um árið,
upplýsir stjórin á Post-
verkinum, Esbern Mid-
jord.
Hækkingin 1. oktober
er tann fyrsta í hálvt-
annað ár. Seinast, gjøldini
hækkaðu, var 1. april
1983.
Esbern Midjord sigur,
at Postverkið fyri at
kunna fylgja við teimum
stødugt hækkandi út-
reiðslunum helst vil
hækka gjeldini eina ferð
)
um árið, men tað hevur
gingið illa at fingið Lands-
stýrið at játta hækkingar
so ofta.
Tað fer frá 1. oktober at
kosta 2,80 kr. at senda
eitt vanligt bræv eila eitt
kort. Hetta hevur síðani
1. april í fjør kostað 2,50
kr.
Í Danmark kostar frí-
merkið á vanlig brøv 2,70
sidani januar i år.
B-brøv, hetta eru bræv-
asendingar við minst
hundrað brevum, sum
ikki hava skund, til dømis
tá felog senda limum sín-
um brøv, fara úr 2,00 upp
i 2,50 kr.
Tað kostar nú 7,00 kr.
at senda eina postávísing.
Hetta fer 1. oktober upp í
8,00 kr.
Og pakkar: skal pakki,
sum ikki vigar yvir 5 kg.,
sendast innanoyggja,
kunna sparast triggjar
krónur vid at senda hann
leygardagin 29. september
i stadin fyri at bida til
månadagin 1. oktober, ti
tå fer gjaldið úr 15 í 18 kr.
Fyri pakkar til Danmark-
ar fer gjaldið úr 30 upp í
35 kr.
hd
Eftir 1. oktober verður
hetta vanligasta frimerk-
id. Tad kemur ut 10. sep-
tember
Midsidurnar
Sjúkrahúsið hjá SÁÁ