Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-07-21, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. juli 1984síða 6

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

humør«, ikk er hann blið- tíðindablaðið Útgevari: p/f in Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Miller * Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen og Jóhann Mortensen Munurin er lítil — helst ongin Í ODDAGREIN hósdagin skrivar Dimmalætting um friðargonguna í Mjørkadali og samanber hesa við sonevnda pálmasunnudags- slagið í 1959 tá fyrrverandi for- maður Føroya Javnaðarfloks, P. M. Dam, sáli varð móttikin av mótmælisfólki úti á bryggjuni í Havn. DIMMALÆTTING gloymir kortini at siga alla søguna. Søgan er nevniliga tann, at alt Mjørkadals- málið var avgjørt áðrenn P. M. Dam og javnaðarflokkurin komu í landsstýrið, men onki kom al- ment fram, fyrr enn landsstýris- skifti hevði verið. Tað var sam- gongan, ið sat frammanundan, sum gav øll loyvi í sambandi við staðina í Mjørkadali, meðan P. M. Dam, sáli stóð fyri skotum, av tí at hann var løgmaður, tá loyni- verkið hjá sambandsflokkinum, fólkaflokkinum og sjálvstýris- flokkinum kom fram í ljósið. MEN TAÐ, SUM Dimmalætting vil við samanberingini millum friðargonguna í Mjørkadali og pálmasunnudagsslagið á sinni, er at vísa á, at ungmannafelag javn- aðarfloksins var við í friðargong- uni og hetta tekur blaðið sum prógv um, at javnaðarflokkurin ikki er tann sami undir leiðslu Atla Dam's. Dimmalætting held- ur, at hesar báðar hendingarnar avdúka, at munur er á javnaðar- flokkinum tá og nú. Men hetta er sjálvandi tómt mesn úr enda í annan. JAVNAÐARFLOKKURIN hevur eina virkisskrá og eini grundsjón- armið. Virkisskránna endurskoð- ar flokkurin fjérdahvørt ár, með- an grundsjónarmið javnaðarfloks- Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981 oddagrein ins hava staðið óbroytt øll árini, og tann sum lesur hesi, varnast beinan vegin, at tað er sjálvur P. M. Dam, sáli, sum hevur orðað hesi grundsjónarmið floksins. Og har stendur: »Føroyar skulu, so lítið vit enn evna, gera sítt besta til frama fyri friði og semju mill- um allar tjóðir og á besta hátt og eftir førimuni stríðast ímóti milit- arismu.«. TÅ UNGMANNAFELAG javnadarfloksins er vid i fridar- gongum og å fridarfundum ella ødrum tiltøkum av tí slagnum, so er tað fyri at stuðla tey orðini, sum sjálvur P. M. Dam, sáli feldi niður í grundsjónarmið javnaðar- floksins, um at virka fyri friði og semju og at virka ímóti militar- ismu. At virka ímóti hermegi og hernaðardubbiing uttan mun til hver tað er sum vil nýta hermegi ella fremja hernaðardubbing. DIMMALÆTTING minnir á, at hin minniliga pálmasunnudagin í 1959, var ætlanin at sláa løgmann við einum gassa. Og síðani heldur blaðið fyri, at so royndust friðar- fólk tá. Hver skal siga, at fridar- fólk eru nakrir ófriðarkroppar. Vit skulu á ongan hátt bera í bøtu- flaka fyri gassanum, men munur- in er ikki serliga stórur, tá talan er um at gera ófrið við einum gassa, og so tað at órógva gravarfriðin. HETTA SEINNA ger Dimmalætt- ing seg seka í. Blaðið pentar sam- an ósannindir um deyðan mann, fyri so at nýta hesi ósannindi í- móti tí flokki, sum hesin maður vígdi alt sítt lív til. Munurin ímill- um gassan pálmasunnudag í 1959 og oddagreinina í Dimmalætting 19. juli 1984 er lítil. Helst ongin. Væl heimafturkomin harra logmaður Sannleikin skal fram um løgmadur vil tað ella ikki Ikki er løgmadu í »feriu- nir, nú nærkast. heystardagur unum í veruleikan her heima; tí Rom til kalda Men væl skilji eg hann. Óhugaligt er at verða ryktur frá seguligu leivd- ur í Dimmalætting 14/7 1984. Kanska eru tað nervar- sum partamaður løgmans á sinni segði i Dimma- lætting, »Sannleikin skal fram«, so segði Ivan. Góðan morgun Sverre Midjord, kallar løgmadur grein sína, sum skal vera ein verjan fyri hann og førda politikkin hjá sam- gonguni, fyri tey tiltøk og tær avgerðir, sum eg havi víst á eru framdar uppá mangan løgnan hátt. Legmaður leggur meg undir at skuldseta hann fyri bæði líkt og ólíkt. Harra legmaður, tað skuldi verið so langt frá mær at gjørt slíkt, tað eg havi gjørt og framvegis fari at gera, er, at lesa blødini, at lurta eftir út- varpi og soleiðis vísa á, hvat egnu samgongumenn løgmans siga og vísa á. Hilmar Kass, Asbjern Joensen og ikki at gloyma Torbjørn Poulsen hava í skriving og talu sagt Fer- oya fólki frá, at tað verður fordur ein vinar- og kenn- ingarpolitikkur, at tað ræður um at hava tað rætta grannskodaravirki fyri at vinna semdir hjá verandi samgongu og landastýri. Eg havi ong- antíð ivast í, at hesir menn siga sannleikan, og so leingi sum hetta ikki er afturvíst, tað sum eg havi citerað, so leingi er tað sannleikin, og sum Ivan Johannesen so ramandi segði, »Sannleikin skal fram«. Uppá spurning um hverji arbeiðspláss henda samgonga hevur skapt, vísir løgmadur til skipa- smiðjuna í Vági. Um so var, at sam- gongan hevði loyst hetta mál, so skuldi eg verið fyrstur at takkað teimum fyri tað, men tað er bara ikki so. Her. sum tíanverri so mangan, fer legmaður lætt um sannleikan. Tað var ikki samgongan, sum loysti hetta mál, men javnaðarflokkurin, sum altíð tá tað viðvíkir vinnu- lívinum og arbeiðsskap- andi tiltøkum eisini hesa- ferð gjørdi sín politikk galdandi. Hetta er jú okk- ara politikkur. Vit skor- aðu á fyri at vinna hesum tiltaki semdir. Við okkara atkvødum á løgtingi bleiv nýggju arbeiðsplássini við skipasmiðjuna i Vági skapað. Legmaður, sum sjálvur umsitur ídnaðarmál, var ikki ferur fyri at fáa egnu samgongu sína at taka undir við hesum átrokandi máli. Legmaður fekk ikki grønt ljós frá egnu sam- gongumonnum sínum til at fremja skipasmiðjuna í Vági. Men málið bleiv tibetur loyst á legtingi við hjálp frá javnaðarflokkinum og hinari andsteðuni á tingi. Og fyri líka at nevna eitt annað mál av sama slagi, skipasmiðjuna í Vestmanna, har sam- bandsmenn eisini vóru ímóti. Men eisini har var tað javnaðarflokkurin, sum saman við andstød- uni bjargaði hesum stóra arbeiðsplássi, og hetta vita bæði vestmenningar og vágbingar. Viðvíkjandi koyring til Hvalbiar, fyri har aftaná at hava gníggjað eyguni, skal eg síggja teirra fiaka- virki. Ikki nýtist mær at gníggja eyguni harra log- maður, men vaknið heldur Nr. 84 — 21. juli 1984 úr svevni tykkara og loysið teir trupulleikar, sum nevnda virki, sam- bært skriving í blødunum er komið i. Men kanska hevur skriving mín órógvað so mikið, at legmaður og samgongan eru vaknaðir og so fara til verka. Men løgmadur er lættur á sær, loypur langt, úr Hvalba til Vágs og tillutar sær tað, hann einki eigur í. Ikki kendist hann við egnu partamenn sínar á Tveroyri, tá teir við sjálv- um formanninum á odda bóðu um eina samtalu um ymisk vinnulívsmál her, teimum varð víst dura- bakið. Teir fingu ikki so frægt sum góðan morgun, har eri eg munin betri. Viðvíkjandi teimum tómu grunnunum, sum tit hava fylt, er bert at siga — við eykatolli og skatti, og við framvegis at ogn- arskriva partabrev av virkjum, sum eru seld og avhandað, sum tað fram- gongur av roknaskapar- yvirlitinum 1983. Tá ber væl til at vísa yvirskot. Men hetta veit løgmadur alt um. Eg veri nøgdur við ta avgerð, sum nú suðuroy- ingar einaferð fara at geva mær, men sannast má, at við einari samgongu av slíkum »formati« sum hesari, krevjast sterkar kreftir at standa ímóti við. Og hetta sannar sjálvt løgmadur. Sverre Midjord Sig heldur sum er Samgongan vid sambandinum å odda fremur kostnadarmiklar yvirtøkur. Havnastudningin lorkadi hon burtur og studningin til bygging av tekniskum skúlum hava teir fingið lækkað vid umleið 80 prosentum Í eini longri politiskari frágreiðing fortelur Pauli Ellefsen okkum hvussu óferur hann er sum gar- antur fyri statsstudning. P.E. koyri somu slitnu plátuna um blokkstudn- ingsskipan og javnaðar- menn, sum bara vilja yvirtaka. Men Pauli Ellefsen, tað er nú meðan løgmadur eit- ur Pauli Ellefsen, at vit hava fingið teir fyrstu blokkarnar. Tað vóru annars javn- aðarmenn, sum bremsaðu teirri hóttandi blokkstud- ningsberferðini, sum myndugleikarnir í Keyp- mannahavn vóru so hug- aðir fyri, ikki minst frá embætismanna síðu. Og tað eydnaðist at bremsa, men tá var Atli Dam lø- maður. Hví ikki siga sum er. At vit hevdu rent okkum fastar í danska blokk- studningskravið, um javnaðarmenn ikki høvdu talað harðliga at, og høvdu statsministaran at góðtaka, at vit gjørdu tað nevndarálitið, sum í dag liggur sum eitt gott sam- ráðingargrundarlag fyri framtíðar studningsveitan til Feroay. Hesum arbeiði hevur P.E. av taktiskum polit- iskum grundum steðgað. Ístaðinfyri hevur hann framprovokerað ta stødu, vit kenna i dag At rikis- styrid å einum øki nå og eðrum tå, smoygir nidur- yvir okkum blokkstudn- ingini ella kanska heldur sagt, blakar okkum blokkarnar i hevdið. Við- hvert 0 blokkar. Eitt dømi er havna- studningurin, sum P.E. hevur svølgt, tað bleiv eitt 0. Annað demi er tað, sumEilif Samuelsen mátti svelgja. Vit fáa 15 milj. kr. av 70 milj. kr., sum tað kostar at byggja tekn- isku skúlarnar. Her er so eitt dømi um yvirtøku uttan samráðing, sum fyrr var figgjad 100 % úr stats- kassanum. Hetta er hverki meira ella minni enn blokk- studningur, sum er smoygdur niduryvir okk- um, ti at sambandsflokk- urin av taktiskum polit- iskum grundum ikki hev- ur viljað samrådst um framtíðar studningsskip- an til Feroya úr ríkiskass- anum. Soleiðis er tað bara. J. Lindenskov