Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-07-21, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. juli 1984síða 12

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 84 — 21. juli 1984 tidindabladid B | 5 É | | | | | | | 02:28 Hitt ljós á gøtu mini v/ Johs. A. Næs Men teir føru allir sum ein at umbera seg. (Luk. 14,18). Men teir fóru allir sum ein at umbera seg til ta stóru kvøldmåltidina. Tá ið ein avhildin krúnprinsur heldur brúd- leyp, koma fólk langa leið bert at síggja. Og tey fáu, sum eru boðin, tala í langa tíð bæði undan og aftaná um eydnu sína. Men tá ið Guð býður menniskjum til hátíð- arhald við sær, fara tey ell at umbera seg. Hin fyrsti umbar seg vid jerð, hann hevði keypt. Annar umbar seg við oksum, hann hevði keypt. Hin triði umbar seg við, at hann var beint nú giftur. Hvat hevur tú at umbera teg við? Tú hevur kanska ikki jørd, men tú heldur teg kanska vera ov ungan. Tú hevur kanska ikki arbeiðsdýr, men tú umber teg kanska við vinum tínum. Tú hevur kanska ikki gift- armál at umbera teg við, men so umbert tú teg kanska við tínum stuttleikum. Tú ert greiður yvir, at alt hetta eru bert umberingar. Hin veruliga orsekin fyri tíni umbering til ta himmalsku hátíðina hjá Guði er, at tú vilt ikki. Tú vrakar innbjóðingina, og tað vil siga, at tú vanvirðir hann, sum beyð tær. „Komið, tí at nú er alt tilgjørt,« sigur hús- kallurin við tey bodnu. Minst til hvussu nógv hesar fyrireikingar kastaðu Guði. Hann sendi son sín úr dýrdar- hásætinum í himlinum til jarðar at verða føddur í einum fjósi og at doyggja á einum krossi. Jesus leið deyðans ótta við kensluni av, at Guð var farin frá honum. Men tá ið Jesus á krossinum rópaði: >Tað er fullgjert,< tá var alt tilgjørt til hátíðar- haldið. Og nú kann hann bjóða ellum syndar- um. Eisini í dag ljóðar tað: >Enn er rúm !< Hví vilja tá so mong siga nei til tað náðiga Himmiríkið? Hvat kann heimurin bjóða, sum er betri enn Jesu brúdleypshátíð? Friðarsteyna í Klaksvík Í døgunum 4. — 5. august, verður Friðarstevna í Klaksvík. Tiltakið skal fevna um fyrilestrarrød um friðar- spurningar, fólkafundir, konsert, kvøldsetu, midnáttarsamkomu og friðarguðstænastu. Fyrireikingarbólkurin sigur í tíð- indaskrivi m.a.: Alheimssteðan er í dag merkt av kriggi og hótt- anum um kriggj. Tey londini sum ikki beinleiðis eru í bardaga standa tilreiðar við nútímans út- gerð, harimillum okkara lítla land Føroyar. Negdin av vápnum í heiminum kann útrudda Guðstænastur 5. sunnudag eftir trinitatis Havnar kirkja: Axel Tórgarð Vesturkirkjan: Høgni Poulsen Argir: Kjartan Mørkøre Kollafjerður: Sonja Klein kl. 11.00 Kvivik: Sonja Klein kl. 12.00 Vestmanna: Sonja Klein kl. 17.00 Eidi: Emil Olsen kl. 11.00, altargongd Rituvik: Jåkup Kass kl. 11.00 Søldarfjørdur: Jåkup Kass kl. 18.00 Oyndarfjørdur: Peter Petersen kl. 11.00 Årnafjørdur: Niels P. Danielsen, altargongd Klaksvik: Lisbeth Michelsen Husar: Ejvind Vilhelm kl. 12.00, altargongd Mikladalur: Ejvind Vilhelm kl. 17.00 Hattarvik: Henrik Fossing Skopun: Jåkup R. Hansen kl. 12.00, altargongd Tvøroyri: Jónsvein Bech kl. 19.00 I Gjåar kirkju gongur talvan til frama fyri Kirkjuliga Missiónsfelagið. Evangeliska røddin Feroyska sendingin frá Trans World Radio, Monte Carlo hoyrist hvert månakvøld k!. 21.45 GMT (Fer. tíð kl. 22.45), á millumbylgju 205 m. (1466 kHz) Mánakveldið 23. juli talar Páll Poulsen, Tórshavn Evni: >Hví verða rættvisgjørdur« Sangur: Ebenezerkórið og Ingálvur av Reyni mannaættina fleiri ferðir, hóast hetta verður hildið fram at nútímansgera og útbyggja vápna- goymslurnar. Tann feroyski gerandisdagurin er eisini merkt- ur av krigsvandanum og krigsfyrireikingunum. Hvenn dag verður sagt frá bardaga og drápum, og um ósemjuna millum USA og SOVJET um våpnanøgdir og landaøkir, somuleiðis sum vit vita, at hesi bæði londini eins og í einum spæli brúka tey minnu og veikaru londini sum leikpall í teirra krigsspæli. Í sjónvarpi, útvarpi og blødum verða vit ávirk- að til at halda, at kriggj er neyðugt og spennandi. Somuleiðis verða vit ávirkaði til at taka stødu til, hverjum parti vit vilja halda við. At hetta ein dag kann raka okkum sjálvi, tora bert fá at hugsa. Vit vita ell, at friðarrerslur og friðararbeiði er við at vinda uppá seg um allan heimin. Fólk úr eyst og vest, úr sterri og smærri londum gera vart við, at tey ikki vilja finna seg í, at landsins myndugleikar spæla við lív teirra og fyrireika eina oyðing av landsins íbúgvum. Tey vilja fyribyrgja kríggj og arbeiða fyri friði og rættvisi. Hetta er eitt aðalmál sum vit ell áttu at verið samd um. Vit sum í døgunum 4. og 5. august skipa fyri eini friðarstevnu í Klaksvík gera hetta fyri at visa á, at vit ikki taka undir við krigsfyrireiking av nekrum slagi, hverki tí sum eystanlond ella vestanlond standa fyri, herundir Warzawa londini og Nato londini. Vit vilja vísa á, at Feroyar, hóast løgtingssamtyktir um at nokta hernaðarútgerð á føroyskum land- og sjåøki, og hóast samtyktina um Feroyar sum kjarnorkuvápnafritt eki, so eru vit við í krigsspælinum. Feroya Legting eigur at vera tikið meira í álvara hesum viðvíkjandi. Vit eiga ikki at góð- taka, at herdubbing og kriggj er ein sjålvsøgd gongd. Friðarspurningurin viðkemur okkum øll- um, bæði teimum, ið hava eina meining hesum viðvíkjandi, og teimum, sum ikki meta at hetta er neyðugt. Vit vóna tí, at friðarstevnan fær stóra undir- tøku og fer at verða ein áminning um, at vit virða lív okkara, okkara eftirkomarar og heimin rundan um okkum. Friðarstevnan er óheft av sellum politiskum flokkum og bólkum. Friðarstevnan er fyri ell:, sigur fyrireikingarbólkurin at enda í tíðindaskriv - inum. Læknavaktir Tórshavn: Alvur av Kak, tlf. 12557, leyg ard. og Kristianna Nordendal, tlf. 12979 sunnud Eysturoy: Andr. Pet- ersen, tlf 48301, leygard. og Sofus Jo- ensen, tlf. 48016, sunnud Norðuroyggjar: Ola- vur Gaard, tlf. 5 6900 Vágar: Tlf. 32413 Suðuroy (norður): Tlf. 71 560 Suðuroy (suður>: Tlf 73 030 13. juli fingu Sigrid Nielsen og Jógvan Tróndarson, Tóshavn eina dóttur. Tannlækna- vaktin, Tórs- havn Viðtala kl. 13.00 14.00 í dag og morg- in, tlf. 14544. 15. juli fingu Eyðna og Sigtór Andreas- sen, Oyndarfirði, eina dóttur. 15. juli fingu Poula Heinesen og Marner Davidsen, Sanda- vågi, eina dóttur. (7 16. juli fingu Susan og Rene Nielsen, Nól- soy, eina dóttur N tin Tit ringja 17. juli fingu Marjun . . og Kjartan Kjærbæk, sosialurin, | Tórshavn, eina dótt tf. 11820 | # — vit skriva 18. juli fingu Dagnu og Viggo Joensen, Tórshavn, eina dótt- ur. | BRÚKTUR BILUR ER EITT ÁLITISMÁL VIT HAVA GÓÐAR BRÚKTAR BILAR Á GOYMSLU SÁMULIGIR PRÍSIR — LAGALIG FIGGING Æ& AUIO Service hin vælumtókti plastbåturin. Stoyptur í einum við dupultum skrokki sekkur ikki góðkendur av Norsk Veritas. Er nú aftur á goymslu i støddunum 7, 8, og 12 fót Vit hava eisini leysamotorar til bátarnar á goymslu Kaj Andreasen Pf. M. A. Winthersgøta 4 - tlf. 11492 Pioner