týsdagur 24. juli 1984síða 9
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
DA /E
Nr. 85 — 24. juli 1984
Til manningina
á Suðringi
Til ársveitsluna hjá Froðbiar Sóknar
Róðrarfelag i 1957 gjørdi Kaj Nolsee
hesa yrkingina um manningina á 10-
mannafarinum, sum hetta árið vann
allar róðrarnar uttan á ólavseku, tá
tverámenn endaðu á eðrum plássi.
Norðoyasteunan fyrst í árinum er,
har vilja unglingar stevna.
Ja, so er nú í hesi verð,
hver garpur vil spengur spenna.
Av Tvøroyri løgdu teir fjørdin út,
garpar fúsir á Ternu baki.
Hetta var ei við sorg og sút,
nú taka vit ódnartakið.
Komnir teir vóru á Havnar vág,
Ternan tá flogið misti,
fingu úr Klaksvík tá
hetta teir allir vistu.
Dystur var harður at lúka,
Germannn og Jerleif á toftini tita.
Kristin og Aage næst teim sita,
Suðringur fram mundi strúka.
Snjólvur knassin mikil er,
ei vit nú skulu lúta.
Kári hin rádni var eisini við,
nú man hann fara á hjúnaferð.
Hans Hendrik fast um árini heldur,
eg sverji nú á tað stendur.
Napoleon tá hart mundi rópa,
nú er Studenturin feldur.
Óla Jákup fróur og glaður,
hetta verður mikil dagur.
— Nú skulu vit øll basa,
Hartman honum við lið man hvasa.
Kumpass ei teir mugu nýta,
bert á Kaj kunnu líta.
Í rongini situr hann treystur,
og rópar sum nakar prestur.
Á Olavsøku kom tóluti maður,
altíð er hann fróur og glaður.
Poli vit hann kunnu nevna,
manga gentuna man hann fevna.
var oyggjauppgerå vid lit
Firvaldur gentu og
dreingjabátur varð bygd-
ur í 1950 og royndist hann
fyriuttan at
vinna stevnuróðrar gjerd-
ist hann føroyameistari
fleiri ferðir bæði við gent
um og dreingjum
sera væl
Hegnismenn undir
Heygnum
Allir hesir bátar eru bygd
verkstaðnum Undir
Heygnum á Tveroyri
Sniðið sermerkt. Ikki bara
úrslitarliga vóru og eru
1 a
teir á odda, men eisini í
vakurleika og handverks-
liga skara teir framúr;
hetta eru føroyskir bátar
við ellum teirra vakur-
leika. Jú, bátarnir hjá
Froðbiar Sóknar Róðrar-
-
felag skara framur, tad er
handverksarbeidi vid lit.
Sum eitt tað fyrsta
róðrarfelag var málið at
seta fótin undir egið borð
Málið var at byggja neyst
og felagshús. Hetta varð
framt, soleiðis at møgu-
leikarnir hjá róðrarfólkin-
um batnaðu munandi. Jú
felagsliga er Froðbiar
Sóknar Róðrarfelag á
odda. Á 50 ára
ingardegnum verður sterri
og nýmótans felagshús
tikið í nýtslu
Tað er vert at nevna, at
stovn
felagið er stersta ítróttar-
felagið á Tveroyri
Andreas, Johan og
Thomas
Á hesum 50 ára stovning-
ardegi kundu nógv nøvn
verðið nevnd, bæði tey
sum í árarnar hava togað,
tíðindablaðið
Síða 9
Suðringur eftir eina jóansoku í fimtiárunum. Nakrir av teimum eldru stuðlunum eru komnir umborð
Hetta er áðrenn hann er umbygdur í 1957
og ikki at gloyma teir og
tey. sum hava gjørt hitt
ikki altið so stuttliga
felagsarbeidi, og ell hini,
sum uppá so mangar
mátar hava stuðlað.
Latið okkum ongan
nevna, eingin nevndur,
eingin gloymdur, men lat
okkum minnast tey
mongu við takksemi, tí
uttan eitt áhaldandi fel-
agsarbeiði høvdu vit ikki í
dag kunnað hildið 50 ára
stovningardag.
Men eg kann ikki bara
mær. stovnararnar, teir
sum løgdu staðið, minnast
vit við takksemi og virð-
ing.
Andreas Nolsøe, (Dias).
Johan Larsen. (Mann) og
Thomas M. Jacobsen á
telefonsteðini.
Vit takka hesum monn-
um fyri stovnaina av
Froðbiar Sóknar Róðrar-
felag. Við hesum verki
hava teir lagt ein stein til
tann varða, sum stendur
sum mentanarmiðdepilin í
bygd okkara, — tí ítróttur
er mentan
Tað er ein limur, sum
vit vilja heiðra við takk-
semi — Steintór Norðberg
— takk fyri alt tú gav,
verkið vísir mansins vilja.
Sjálvt 84 ára gamal er
hann enn líka áhugaður.
tú hevur sett tær ein
heiðursvarða
Heiðurslimir
Tað eru limir. sum felagið
hevur gjørt til heiðurs-
limir, mangir eru farnir. Á
lívi eru: Steintór Norð-
berg og Niels og Dagmar
Mortensen ØNn hesi
nevndu eru nu komin til
livskvøld sitt, men felagið
og teir har standa fyri,
hava við hesum heiðurs-
tekini víst tykkum takk-
semi. Undir Heygnum eru
tað serliga tvey heim, sum
serliga hava vist ítróttini
á Tvøroyri størsta áhuga
Har hava altíð hurðarnar
verið opnar fyri itrottar-
fólkinum.
Tað eru heimini hjá
Axel Nolsøe og Einar
Berthelsen. At Dagmar og
Niels Mortensen eru gjørd
heidurslimir er sjálvsagt ti
tey hava altíð vist serligan
áhuga, og framhaldandi
standa hurðarnar opnar
Broytingar eru farnar
fram, gomlu bátarnir eru
skiftir út við aðrar. Froðb-
jar Sóknar Róðrarfelag er
økjum, hevur verið og er
Tveroyri til heiðurs
eitt vælskipað felag sum
altíð. ikki bara úrslitar-
liga. men meira á eðrum
Tað felag, sum byggir á rætta grund
kann altíð bjóða til ítróttarfund
til kapping og spæl — til leik og list
— í ítrótti ræður um at verða fyrst
tað hava tit sýnt til kapping at stevna.
Vit vilja her Firvald og Suðringin nevna.
Til kappingar fúsir, kvinnur og menn
í árarnar toga, ja ell í senn.
Vár ítrótt er herð, tað er eingin list
tí málið er eittans, várt felag ver fyrst
til heiður og æru. — Vit sigrarnar heystað
tillukku eg sigi til felagið besta.
Hjartaliga tillukku
Sverre Midjord
Henda manningin á Suðringi var millum teirra, sum fekk tey bestu úrslitini
við bátinum. Menninir eru aftast frá vinstru: Niels Niclasen, Hilmar Persson,
Mortan Sørensen, Eyðun Mortensen, Magni (Bagga) Nolsøe og Kaj Eivinds-
son. Fremst: Jákup Matras Olsen, Eydålvur Mortensen, Jóhan Martin
(Beiggin) Strøm, Ola Jákup Olsen og Páll Brattalíð. Myndin er tikin fyrst i 60-
unum