Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-07-24, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. juli 1984síða 11

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 85 — 24. juli 1984 að yvirlit yvir róðrarúr- slit, men í 50 ára minnis- ritinum hjá Havnar Róðr- arfelag >Drekin — ein r6drarsøga«, eftir Niels J. Arge, er eitt yvirlit yvir allar ólavsekuróðrarnar. Sambært hesum vvirliti hevur Suðurovyingur vunnið ikki færri enn 9 ólavsekuróðrar. Kortini rógva ikki tverámenn øll árini við honum. Nekur ár fyrst í 50-unum manna kvivikingar hann. Tíðarskeiðið 1942 til 1954 er hann nærum all árini nummar eitt og tvey. Eitt ár er hann nummar 4 og eitt nummar trý. Og so koma allir aðrir róðrarnir. Í 1957 vann báturin, eftir at kjølurin var longdur og báturin umvældur, allar róðrarnar uttan á ólavseku., tá annar bátur rendi á hann. Fyrst í sekstiårunum er eitt glæsiligt tíðarskeið og hann vann nógvar róðrar í 1960, 61, 62 og 63. Vann 9 Olavsøkur å rad Men Firvaldur kann visa uppaftur mætari úrslit. Báturin varð bygdur i 1950. Hetta árið vann hann á ólavseku við dreingjum og var nummar tvey við gentum. Men hann gjerdi tað bragdið at vinna við dreingjum hvenn ólavsekuróðurin líka fram til 1959. Genturnar smæddust heldur ikki og vunnu eisini fleir ólavsokuróðrar fyrstu árini, umframt nógvar aðrar róðrar, líka til tann nýggi Firmaldurin varð tikin í brúk. Hesin vann eisini fleiri róðrar tey fyrstu árini og vann fleiri FM-heitir. Nógvir Stuðlar Ofta verður tosað um góð- ar gongubátar, góðar båtasmidir, góðar mann- ingar, sum venja nógv, men aftan fyri er eisini eitt felag. Lítið er at ivast í, at tvøråbåtarnir hevdu ikki kunna vist so nógv stási- lig úrslit, um ikki eitt virkið og rekið felag við nógvum góðum stuðlum stóð aftanfyri. Nú verður sagt stásilig úrslit. Eitt er at vinna og eitt annað er at vera við. Tað eru tey ár, eingin sigur verður borin til bygdina, men manningar- nar meta kortini trúliga til stevnu eftir stevnu at kapprógva. Summar bygdir koma upp i, fáa nýggjan bát, klára tað væl í nekur ár, men so fellur róðurin biður fyri aftur. Men tað eru bygdir, har lív er i alla tidina og sum sjáldan hava verið heilt burtur í longri áramál. Her munnu tey trý róðrarfelogini í Havn. Vági og Tvøroyri helst skara framúr, hóast nógv av fólki ikki er altíð at taka av í teimum báð- um, hevuðsbygdunum í Suðuroy. Froðbiar Sóknar Róðr- arfelag er ikki nakað lítið felag. Felagið hevur ikki færri enn 370 limir. Upprunaliga kallaðist felagið Froðbiar Sóknar Kappróðrarfelag. Seinri varð kappróðrarfelag strikad, ti sum K.N. sigur í grein síni í Itrottar- tidindini í 1964, at aðal- tankin skuldi vera at iðka róður, hesa aldargomlu i- trótt hjá foroyingum Í nevndini í FSR sita idag: Andreas Eides- gaard, formadur, Torfinn- ur Mortensen, næstfor- maður. Bent Albinus, kassameistari. Joan Eid- Suðuroyingurin, Klaks- víkingurin og Havnarbáturin á odda á ólavsku í 1962. Báturin av Tveroyri vann. Myndin á síðuni framm- an fyri er frá sama róðri. Bert nakrar fáar metrar nærri málinum. Myndirnar vísa, at ikki er altíð líka lætt at meta um, hvussu bátarnir liggja esgaad og Criss Norðberg Petesen. nevndarlimir. Hjartaliga tillukku við teimum fimti árunum Góðan byr. jo-mo I 1950 flotaði FSR Firvald. Her flýtur Firvaldur á fyrsta sinni á Trongisvágsfirði. Í rongini situr Maria við blómutvssi í hond. Í bakborði sita Marna Lis og Bentura. Í stýriborði sita Valborg. Dorthea og Elin Hesin báturin hevði navnið Firvaldur lika til 1977. tá eitt nysmidad fimm-mannafar fekk hetta heitið Men gamli Firvaldur helt kortini fram eini tvey ár við heitinum Hulda