Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-07-28, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. juli 1984síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 tíðindablaðið B | S É | l | | | | Nr. 87 — 28. juli 1984 Fyrstu ferð einsa- mallur føroyingur hevur róð til Hetlands Helt áfram sjålvt við stórum skaða i tvey samdegur ti hann kom leiðina fram til Het- lands og tí mátti leggja inn fyri at umvæla bátin Fyrsti partur av ferðini hjá Ova Joensen — at rógva einsamallur til Danmarkar — er av. Seinasta hóskveld kom báturin Diana Victoria til Hetlands, har Ove Joensen, skipari, var noydd- ur at leggja inn í havn í bygdini Aith á vestursíð- uni. Ove hevði tá róð 250 fjórðingar í fimm sam- degur. Hann hevur sum tann fyrsti føroyingur róð millum Feroyar og Hetland. Hóast teinurin varð rógvin uppá óvanliga stutta tíð, so gekst kortini ikki heilt sum Ove Joensen hevði ætlað. Hann ætlaði ikki at fara í land í Het- landi, men tá báturin fekk ein stoyt og trý borð loysnaðu frá varð han noyddur at fara í land at umvæla bátin. Ove Joensen sigur í samreðu við Sosialin, at henda hendingin ikki broytir stórvegis ætlan hansara at rekka til Danmarkar. Tíðliga fríggjamorgunin var Ove fáar fjórðingar úr landi. Har var nógvur vindur. Hann metti at best var at fáa hjálp frá verjuskipinum, ið var har nærhendis. Verjuskipið flutti hann tískil til bygd- ina Aith, har báturin nú verður umvældur. Tíðindablaðið Sosialurin hevði eisini samband við Ova Joensen á miðnátt hóskveldið. Tá sá hann júst oynna Roulu vestan fyri = meginlandið fyri framman og helt leiðina inn í onkra vík, har tað lívdi. Ove Joensen í telefonini umborð á Dianu Victoriu: — Eg havi Foulu beint fyri framman. Tað hevurf verið nakað væl av vindi í kveld og seinnapartin í dag. Eg ætlaði at fara gjøgnum sundini norðari í Hetlandi, men nú bleiv tað so her syðri. Eg havi verið í villareið av positiónunum orsakað av peilaranum. Hann virkar ikki sum hann eig- ur. Eg fekk so Coast Guard (bjargingartænast- unajat siga mær, hvar eg var. Nú fekk eg so eyga á strondina. Positiónin er 60 stig og 27 minuttir norður og 02 stig og 3 minuttir vestur Sosialurin: — Hvussu hevur tú tað? — Eg havi havt tað stak ringt hetta seinasta samdegrið. Tað hevur verið ógvuliga ótýdligt. ...steðgur.... — ná, nú breyt júst inn í bátin. Tað er alt í lagi aftur. Her er eitt sindur av aldu og væl av vindi. Men nú eri eg so bjarg- aður, nú eg komi inn at strondini. Eg fari at ankra upp her og so fáa hjálp úr landi at gera bátin aftu og somuleiðis at gere radio aftur, sum heldur ikki riggar. Ove greiðir víðari frá, at hann var fyri einum ó- happi, tá hann var stadd- ur umleið 47 fjórðingar úr Hetlandi. Tá setti hann seg í samband við olju- boripallin Dyvi Omega og eitt hjálparskip, ið lá har nærhendis. Hann legði upp á síðina av skipinum og fór umborð at senda eitt fjarrit til Berlingske Tidende, ið hevur eina- rættin í Danmark at fylgja ferð hansara. Tveir av matrósunum ansaðu eftir bátinum, meðan Ove gjørdi erindi síni. Ørindini vóru so eisini at lata nakrar filmir, sum skuldu sendast til Berlingske Tidende. — Mær dámdi lítið at fara umborð, tí hetta hevur als ikki verið ætlan mín. Men eg gjerdi tað so kortini — tíanverri, sigur Ove. Tá hann so var komin umborð aftur á Dianu Victoriu og stóð nakað frá skipinum uppdagaði hann, at báturin var farin framman. Vit lata Ove greiða við- ari frá: — Báturin hevði fingið ein álvarssaman stoyt í gronina. Hann er allur opin í bakborð síðu frammi í gron. So eg havi havt tveir sera strævnar og torferar dagar. Eg var Ove Joensen 47 fjórðingar úr landi, tå hetta hendi. Men eg helt kortini ikki, at tað bilti og helt ti leiðina fram við opnum báti framman. Tað eru trý tey ovastu borðini, sum rekka heilt niður til vatnlinjuna, sum eru heilt víð opin. Sjálvt stevnið er eisini illa skam- fýlað. Borðini eru ikki brotin, men seymirnir eru allir loysnaðir. Eg havi fingið eitt sindur av sjógvi inn í kjølin. Tað fari eg at pumpa út í nátt. Og víðari sigur Ove: — (mom - -— = ——— s%< BI— >=. 1873 7 Á i {IN RN NN | — Syderø Ís je, + 6 g* N : Ak rabefg 180” N / , 36 v GEN 5 } | " Í 4093 Í 1053 | = 1245 Je tle Á Á hud - pr 0 t17 > Muckle Roe + Papa Stour "ýsa z | se js | na, Skrod ; Bu, % Muckle ar 2015 O C mg 3 “A alta SHETLAND cut mess Cas Ye Ú ISLANDS Mid fe, pp í Fetlar Burravóeg 2 sið unzie | 7 ET ) RonasHdl / = a: PtSan (ZE LANDI eylor,8:45 £ * $ k (Fl PP sha Ness 14 AÐ Burravoe = UJ Hillswick 708 Mossbank Out St. Magnus r Í flunna „Skerries Bas ufe $7 Ness Skaw Taing ' | Horse Ísland Vee Á „pBrough ft". Noap“ |Whalsay | {/sle of Noss "| að Bressay „Helli Ness Mousa —60 Bf. Sandwifk“ Broch % Scousburghe] Á + fr or Fitfu Head jf ob Sumburgh Head ” | * Malcolm's Head ” Fair Isle 6477 Á Harbo, „? Aith liggur á vestursíðuni. Her verður báturin nú um- vældur — — —£ Eg havi ikki kunnað ligið við drívankarinum upp í vindin sum er í kveld, so Í 5 | »mOut Skørrie "7 SHETLA! pre Fair Isle Tað eru umleið 180 fjórð- ingar úr Feroyum til Het- lands. Ove hevur ikki róð í beinari linju, tí gjerdist teinurin longri. Hann hev- ur róð umleið 250 fjórðing- ar í fimm dagar eg havi ongantíð kunnað lagt meg at sovið í samfull hálvtannað samdegur. Eg havi verið noyddur at halda leiðina fram. Steðgur.... — Tað gongur fínt ni, eg síggi land. Sosialurin: — Heldur tú tað verður gjerligt at um- væla bátin og halda fram við ferðini? — Eg kann undir ong- um umsteðumhalda áfram — tað er eingin ben — við bátinum, sum hann er nú. Eg haldi ikki tað verður neyðugt at fara í land at umvæla bátin. Eg fari inn í onkra vík her og ankri upp. Eg fari so ikki út í Norðsjógvin við bátinum