Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-07-31, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. juli 1984síða 12

‹ fyrra síða allar 12 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Sjáldsamir / } Tit ringja — vit skriva Er nakað á vási? — Ivamál? Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara. Vit eru til reiðar! Olavsøkugestir Olavsøkudag kom sluppin Westward Ho heimaftur av ferð i Hetlandi. Við umborð vóru umframt manningina sjey heldur sjáldsamir ólavsekugestir — nakrir stórir kynsbúnir hummarar. Tað er Knút Nolsee í Havn, sum ætlar | sær at klekja hummara- eggini og seta hummara- yngulin út í Føroyum Tidindabladid Sosialur- in var á Kongabrúnni, tá sluppin legði at ólavseku- dag. Lýsingar: Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritskum og einstaklingum í lýsingaspurningum. Hetta verður gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran. Ove úr Hetlandi til Danmarkar Ove Joensen, sum hevur sett sær fyri at rógva úr Føroyum til Danmarkar, skuldi eftir ætlanini fara ur Hetlandi í gjárkveldið. Tíðindablaðið Sosialurin tosaði við hann seinna- partin í gjár. Tá greiddi hann frá, at hann sjálvur og tveir timburmenn á staðnum hevdu umvælt bátin. Eisini skuldi radio umvælast. — Eg fari helst at leggja leiðina til Dan- markar í kvold segði Ove Joensen, og greiddi ann- ars frá. at hann hevur verið sera væl móttikin í teirri lítlu bygdini Aith á eysturstrond Hetlands. Hann hevur spælt uppá harmoniku og sett ser- stakan dám á lívið í hesi lítlu bygdini, ið hevur 200 íbúgvar. Elsti sandoyingur 100 ár Í gjár 30. juli 1984 fylti elsti núlivandi sandoying- ur Hans Rudolf Lorenzen Jensen 100 ár. Rudolf Jensen undan Kvíggjanum á Sandi ber navnið eftir kenda prestin, sum fall oman og doyði í Dímun fyri umleið 100 árum síðani. Eingin sandoyingur hevur áður, tað menn vita um, nátt henda hega aldur. Rudolf Jensen hevur í manndómsárum sínum virkað sum skipari, fiskari, útróðrarmaður, jarð- arbrúkari, og hevur alt sítt lív búð heima á Sandi. Hann var giftur við Elsu Sofíu Jensen úr Toppi- garðinum á Sandi, sum doyði í 1974. Tvær detur vóru í hjúnarlagnum. Onnur er á lívi og býr í Tórshavn, meðan hin dóttirin, sum búði á Sandi, doyði fyri stuttum. Á stóra feðingardegnum kann Rudolf Jensen gleða seg yvir at hava um seg abbabern, langa- abbabern og oldurabbabern. Fødingardagsbarnid, sum enn er frå seingini, byr framvegis i heimi sinum Undir Brekkuni å Sandi, har hann øll tey seinru árini hevur verið passaður av abbadóttrini Bergfrid Clementsen og manni hennara Jógvan Clementsen. Bæði hava víst hesum gamla manni stórt trúfesti og kær- leika, sum er ókent fyri okkara tíð. Sands Kommuna, Feroya Landsstýri og Ríkis umboðið hava saman við bygdafólkinum á Sandi viljað heiðrað henda 100 ára fødingardag og heiðrað henda merkisdag fyri tygum. Undirritaði er staddur uttanlands, men sendi hervið mína hjartaligastu feðingardagsheilsu í 100 ára degnum. Birgir Mohr Bygdaráðsformaður Týsdagur 31. juli 09.30 Á fólkatónleika- stevnu V 11.01 Fiskimenn — 22. partur 12.55 Feroyski skipalistin 19.00 Barnaútvarpið Oddvá Nattestad leggur til rættis. 19.30 Tónleikur Mikudagin 1. august 09.30 Fyri 60—70 árum síðani Fyrilestur eftir Hans M. Debes. 11.01 Kveðuljómar til sjó- fólkið 19.00 Ungdómssendingin 19.30 Leg mær dámar Silvur- brúdleyp Mikudagin kunnu hjúnini Kirstin og Arni Morten- sen halda silvurbrúdleyp. Adr.: Hotel Caribe, Calle Tunta, Ballena, Magalluf, Palma de Mallorca. | | |