Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-08-02, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. august 1984síða 16

‹ fyrra síða allar 16 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

"- Tit ringja — vit skriva Er nakað á våsi? — tvamál? Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara. Vit eru til reiðar! PR | $ Við hr A Sosialurin var til staðar, tá Stig Rolvesen, bókaverður og forlagsmaður, handað: Williami Heinesen fyrsta eintakið av savnaðu yrkingum hansara. Her tosa teir um úr- slitið í prenti, sum er sera heppisliga fráfarið Í hesum degum kemur yrkingasavn eftir William Heinesen. har allar yrk- ingarnar undir einum eru umbodadar, sum skaldið gjøgnum 63 ár hevur latið úr hondum. Yrkingasavnið er góðar 400 síður til steddar, sum er avmyndað við sjey lit- klippum eftir William Heinesen. William Heine- sen hevur sjálvur skrivað fororðið og Rói Patursson, yrkjari, hevur skrivað eft- irmæli, har hann gevur lesarunum 10 myndir av skaldskapinum hjá Williami Heinesen. Tað er Rolv Forlag í Keypmannahavn, sum gevur yrkingasavnið út Stig Rolvsen hevur skipa savnið. Hann er við síð- una av forlagsarbeiðnum eisini granskari og bóka- verður á Kongliga bóka- savninum í Keypmanna- havn. Stig Rolvsen segði við Sosialin, tá hann á ólav- seku handaði Williami Heinesen fyrstu útgáv- una, at hetta verk í veru- leikanum er eitt seguligt yvirlit yvir kensluborna skaldskapin hjá Williami Heinesen. Fyrsta yrkingasavnið kom út í 1921 og hesi eins og seinnu verkini hjá Williami Heinesen eru endurprentað í uppruna- liga líki. Tað vil siga at fyrrverandi stavingarhått- urin er varðveittur fyri eft- irtiðina, so sum tey í síni tíð vóru latin úr hondum yrkjarans. Serligt við hesi útgávu hevur eisini verið at stað- festa, at William Heinesen upprúnaliga byrjaði sum yrkjari. tó at fólk flest Lýsingar: - Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritskum og einstaklingum í lýsingaspurningum. Hetta verður gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran. Nýskapan á Sosialinum Kalmar Lindenskov, fotografur á Sosiali- num frá Í. august Fyri fyrstu ferð í føroyskari bladsøgu, hevur Sosi- alurin sum eina roynd, sett ein fotograf, sum burturav skal taka sær av myndatilfarinum í blaðnum. Tað er Kalmar Lindenskov, fotografur, sum skal rekja hetta starv. Kalmar Lindenskov hevur í meira enn 20 ár fingist við myndaarbeiði, og er helst ein av teim- um dugnaligastu á hesum eki. Hann byrjaði sum lærlingur hjá Bambus Foto, fór síðan á skúla í Keypmannahavn og Randers, har hann tók sveinaprógv. Hann hevur tó fingist við blaðar- beiði áður, eitt nú sum repro og lay-out-maður á 14. September í 1970— 72. Tá myndablaðið Eygað varð stovnað í 1976, hevði Kalmar myndatilfarið um hendi. Í 1976 stovnaði Kalmar saman við Allan Brockie myndablaðið Magn. Kalmar Lindenskov sigur við Sosialin, at myndableðini gjørdu sitt til, at eisini hini blødini fóru at nýta myndir í størri mun enn áður. Tá biløgdu blødini myndirnar hjá yrkislærdum fólkum. Tá kom eis- ini nýggjur prentháttur, sum hevði við sær, at blaðfólkið sjálvt kundi taka myndir á serliga ein- faldan hátt. Tað tók ein part av arbeiðinum hjá fotografunum burtur, og í dag er ikki nóg mikið arbeiði soleiðis, at ein kann hava fotoatelier burt- urav. Tó at tað er einfalt at gera myndir í dag, so verður tað tó ongantíð so væleydnad, sum tað ein yrkislærdur fotografur kann fáa burturúr. Ti hev- ur Sosialurin gjørt av at royna nýggjar leiðir til tess at blaðið í útsjónd kann fáa betri góðsku Hetta er eisini ein týðandi táttur í blaðnum, og vit ynskja Kalmari Lindenskov vælkomnan á Sosial- in og vóna. at hann við sínum royndum kann skapa meira livandi innihald í blaðnum meira kenna William Heinesen frá skaldsegum hansara. Skaldsogan Noa- tun var tann fyrsta sum Williamn Heinesen skriv- aði, og hon kom fyrst út í 1934. Savnaða yrkingasavnið eftir Williamn Heinesen er þá serprent, sum bert verður prentað i 800 eintøkum og kostar 420 krónur. Um- framt hetta, so er serlig skreytútgáva prentað í 30 eintøkum, har 10 litklipp og einlit-akvarel eru eftir William Heinesen. Hon kostar 1800 krónur. Av hesum verða bert umleið 18 eintek til keyps í handlunum. Orð og myndir: Dagny Joensen Ætlanin var at Ove Joensen skuldi fara úr Hetlandi í gjár. Ove Joensen sigur í samreðu við Sosialin, at hann tíverri er noyddur at flyta bát- in til Lerwick, ið ligg- ur á hinari síðuni á Mainland. Ove hevur saman við timbur- monnum umvælt båt- in. Hann hevur síðani fríggjadagin hildið til í bygdini Aith, ið liggur á vestursíðuni Sjóverjan hevur mælt Ova frá at leggja leið- ina út frá Aith, tí har rekur so hart, upp til 8 fjórðingar Ti gjørdi Ove av i gjår at flyta båtin yv- ir á eystursíðuna og higani leggja leiðina til Danmarkar. Ove vónar at royna túrin tvørtur um Norð- sjógvin uppá 2—3 vikur. jan Mótmæla troling á landleið Utróðrarmenn í Vág- um hava sent eitt skriv til landsstýrið, har teir mótmæla trolingini á landleið- ini. Skrivið er soljóð- andi: »Vit undirritaðu, ið reka vinnuligan út- róður frá Servági, Miðvági og Sanda- vági, loyva okkum hervið at mótmæla, at Feroya Landsstýri uttan at hava rådført seg við útróðrar- menninar her vesturi, hevur givið trolbát- um á landleiðini loyvi til at trola inn á 4 fjórðingar úr landi. Samstundis loyva vit okkum at heita á landsstýrið um at flyta markið út aftur, har tað var í 1981.«