Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-08-04, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. august 1984síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 tíðindablaðið Astrid Andreasen, listakvinna: Ég sat altid í onkrum kroki og teknaði — ella bant upp å dukkurnar, sum onnur børn eisini gjørdu tå Trongdina til at skapa havi eg to altid havt, men at gerast lista- kvinna burturav tad havi eg ongantiå hugsað, sigur Astrid Andreasen, sum nú fer til Danmarkar at nema sær kunnleika á Árhus Kunst- akademi. Astrid Andreasen er ætt- að úr Vestmanna, — dóttir Daniellu og Andre- as Andreasen. Hon hevur útbúgving sum faklærari frá Kerteminde Husflid- skole, har hon lærdi brod- eri og hvitseyming. Seinni fekk hon prógv sum itriv- vegleiðari og hevur sein- astu 10 árini arbeitt í ergoterapiini á Lands- sjúkrahúsinum. — Grundin til, at eg fari å Århus Kunstakademi er, at har kann ein fåa eitt års undirvising i senn. Hetta kann eg bert gera ti eg havi orlov frå starvi min- um, sigur Astrid Andrea- sen. Fyribils skal eg burt- urav taka skeið í tekning og veving, sum er tann listagrein, sum eg ætli mær at gera meira við Astrid Andreasen er tað vit kalla sjálvlærd. Hon hevur teknaða síðan hon var smágenta, og fram- sýndi á fyrsta sinni í 1969, tá Amnesty International skipaði fyri framsýning í Kommunuskúlanum Í Havn. Tá vóru fýra tekn- ingar við, og tær vóru allar seldar! — Hetta vakti á fyrsta sinni áhuga min til at gera meira við slíkt skapandi arbeiði burturav, sigur Astrid Í dag er Astrid Andr- easen viðurkend sum ein av bestu listakvinnum okkara. Hon hevur verið við á nógvum framsýn- ingum í Feroyum og hin- um Norðurløndum. Hon er samstundis fyrsti før- vingur, sum hevur fingið verk sitt góðkent á Norð- irlendsku Triennaluni, sum er ferdasyning, har listafólk i øllum Norð- urlondum eru umboðað Henda framsýning hevur eisini verið í Føroyum, og vevmyndin >Norða- dalsskarð<, eftir Astrid Andreasen, góðtikin á Triennaluni Hvussu byrjaði tað? — Eg veit ikki, men sum smágenta sat eg altið í onkrum króki og teknaði. Mamma mín var serstak- var liga virkin, hon bant og seymadi, ikki bert eitt plagg nu og tå, men i hópatali og altíð hevði hon okkurt í hondunum. Hetta hevur ivaleyst havt sín ávirkan á meg, — eisini ti beiggjarnir båiir teknaðu og málaðu, so tað hevur altið verið við í gerandis- degi mínum. Tá Andreas Andreasen, pápi Astrid bleiv pension- eraður, fór hann undir at umyrkja barnasangir til føroyskt umhvervi. Hann bað Astrid tekna til bøk- urnar >100 sangir« og >Heiðaljóð<. Triðja bókin í reðini kemur út um stutta tíð, sum nevnist »Flikran«. Hana hevur Astrid eisini teknað. Tekniarbeiðið vant uppá seg. tí Skúlabókagrunn- urin hevur eisini havt boð eftir Astrid, hon hevur higartil teknað fimm bøk- ur fyri skúlabern, tvær fyri Marionnu Debes Dahl, og seinast bókina um føroyska búnan, sum nevnist »Rakul og Ras- mus« Í 1976 hevði tú fyrstu vevmynd tína á framsýn- ing. Hvussu varð hon til? — Eg átti ongan vev, men helt, at okkurt kundi gerast, sum at seta ístað- in. Eg negldi mær ein bjálka undir loftið og ein í gólvið og hiðani dróg eg mær tråd igjøgnum, og vav myndina, sum eg nevndi »Vårgledi«. Hon var vid á ólavsekufram- sýningini, og tá bjálkarnir hildu myndini saman, so vóru teir eisini við, sigur Astrid og brosar Ein donsk kvinna kom til min og spurdi, um hon kundi keypa myndina, og eg tordi ikki annað enn at játtað. Vilt tú ikki selja mynd- irnar? — Júm men bert dámar mær lítið, at tær fara av landinum. tí so siggi eg tær ikki aftur. Ve er tann, at tå tú art Astrid Andreasen er her avmyndað á ólavseku- framsýningini í Norður- landahúsinum, har hon hevði fimm klippmyndir við. Eyðkenni fyri mynda- listina hjá Astrid er, at stíldygdin er so framúr- skarandi, tó at hugflogið samstundis fær rúmd, og speglar sær í tí, sum hon vil siga áskoðarunum. kalmar to: við slíkum verki í longri tíð. so verður tú bundin av ti, eitt åvist tilknyti, sum er torført at kuta soleiðis. med alla. Oðrvísi er, um tú letur fólki myndir, sum tú kennir, ti so kann ein altíð ganga inn á gólvið Hví er tað júst vev- myndir,s um vekja tín áhuga? — Eg havi nú í mong ár roynt ymsan teknikk inn- an myndalist, og eri kom- in til, at skal eg koma mær víðari, so er vev- myndalistin tann, sum mær dámar best. Eisini tí, vit ikki er so nógvar sum royna hetta í Føroyum, og ti vit í náttúru okkara hava frålikt råevni til júst myndaveving. Tú spákar í haganum og finnur steina- mosa, ullin og tógvið her er eisini serstakliga væl- hóskandi. Ti haldi eg júst vevmyndalistin er tann, sum mennir hugflogið í mær. Hevur tú heldur einki lært um vevmyndalist? — Jú, eg havi gingið á kveldskúla hjá Nicolinu Jensen, og tað hevur givið í mær grundarlagið fyri tí, sum eg higartil havi roynt. Tað er tað besta, sum eg nakrantið havi gjort. Síðan havi eg verið á skeið í Danmark hjá kendu vevkonuni Berit Hjelholt, og tað vakt enn meira áhugan, at royna listaskúlan í Árhus Hevur tú nakrantid selt eina mynd, sum tú ikki var negd við? — Hóast ikki negd, so havi eg kortini gjørt okk- urt, sum kundi verið betri. Um eghaldi, at ein mynd er miseydnað, so verður hon legd til síðis Tó so. eg havi selt okkurt sum fólki dámdi, men eg ikki var nøgd vid, men so selji eg tað biligt. Setir tú prisin eftir, hvussu leingi tú arbeiðir, ella eftir hvussu tær dám- ar lidna verkið? — Tað veldst um, men sum áður sagt, so er tað torført at lata eina mynd, arbeitt sum ein hevur nógv við. Hon kostar meira. T.d. vevmyndin Nr. 90 — 4. august 1984 »Nåttarravnur«, var eg ógvuliga hørm um at lata. Eg nytti 150 timar — bert til vevarbeiðið. Eg nytti steinamosa til liting og luftin var hond- spunnin. — bert at spinna til luftina å myndini, ték eina heila viku! — Tað er greitt, at tá tú livir við hesum arbeiði í so langa tid, og tær dámar úrslitið, so er tað torfert at lata tað frá sær, hóast tú fegin vil hava at fólk keypa og nýta myndirnar. Hverja mynd dámar tær best, av tí tú hevur gjert? Tað er lætt at svara, ti triggjar av teimum standa mær nærmast Tað er >Várgleði<, >Norð- adalsskarð< og »Nåttar- ravnur«. Hverja mynd ert tú mest ónegd við? — Eg veit ikki, men sjålvandi haldi eg ikki allar myndirnar eru góðar. Eru tær harafturimóti miseydnaðar eftir minum tykki, so verða tær lagdar