týsdagur 7. august 1984síða 8
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
SEES SOSÍalurin Nr. 91 — 7. august 1984
Trilåndakappingin í fótbólti:
Teprir sigrar —
eingir veruligur vinnari
Føroyar og Island gjørdist jøvn í tri-
landskappingini
vunnu teprar sigrar
Eingin gjørdist veruligur
vinnari av trílandakapp-
ingini fótbólti farnu
viku
Island og Føroyar
gjørdust jøvn i stigum og
målmuni, bædi vunnu tey
teprar sigrar å Grønlandi
— »Benjamin« í fotbolti,
ið tó fær góð úrslit longu
nú.
Kappingin byrjaði
mikukveldið við dysti á
ovara velli í Gundadali
millum Ísland og Feroyar.
Fleiri vóru tey. ið mettu at
hetta var ikki veruliga is-
lendska landsliðið. ið
spældi, tí eingin av teim-
um nú nógvu islendsku
yrkisleikarunum vóru við.
og varð eisini sagt, at bert
fýra av leikarunum vóru
»fastir« á A-landsliðinum.
meðan restir vóru U-21
leikarar.
Liðið kom í ollum forum
til Feroyar sum eitt A-lið.
sjálvt um spælið hjá tí
ikki var av ti besta.
Dysturin i Gundadali var
ikki av teimum best
leiktu. men Feroyar fingu
besta úrslitið móti Íslandi
nakran tíð. Framman
undan vóru allir 15 dyst-
irnir, ið spældir vóru.
endaðir við íslendskum
sigri. men hesa ferð
greiddu Ferovar javnleik
og kundu við einum
sindri av hepni, møguleika
greitt ein sigur eisini
0—0 javnleikur og eitt
stig til hvønn
Hetta skuldi verða
hampiliga góð støda hjá
báðum liðunum. áðrenn
næstu dystir teirra móti
Grenlandi. Tann tjóð. ið
vann sterra sigurin á
grenlendingum. vildi so
vinna trilandakappingina.
At bæði Feroyar og
Ísland fóru at vinna á
Grenlandi ivaðist neyvan
nakar í. Tað eru jú bert
trý ár síðani grenlend-
ingar spældu fyrsta lands-
dyst teirra og »O6happid«
hjá føroyska landsliðinum
i fjør var gloymt. Og vit
høvdu jú eisini heimavøll.
Men grønlendingar
progvadu, at als eingin
orsøk er at gloyma >ó-
happið<. ið kanska ikki
var nakað óhapp hóast
alt.
Tað eydnaðist bæði
Íslandi at
á Grønlandi, men
Førovum og
vinna
sigrarnir gjørdust so tepr-
ir, sum hugsast kann. Eitt
mál móti ongum í báðum
forum.
fótbólti. Bæði liðini
í Gronlandi.
Grønland og Ísland
Fuglafirði
meðan
spældu Í
friggjakvoldið.
Førovar og Grønland hitt-
ust i Klaksvik sunnu-
dagin.
Orsakað av at Føroyar
og Island vunnu vid sama
målmuni å »Benjamin« i
norðuratlantiskum fót -
bólti. gjerdist eingin veru-
ligur innari av kappingini
á hesum sinni.
»Benjamin« fekk tó
prógvað at hann er á veg
fram við stórum fetum.
meðan stødid í føroyskum
A-landsliðsfótbólti ikki
tvkist at verða vorðið
hægri hesi seinnu árini.
Í gjárkvoldið spældu
Førovar og Grenland
landsdyst á ovara velli í
Gundadali. men úrslitið
av hesum dysti var ikki
greitt. áðrenn blaðið fór til
prentingar. Førovingar og
grenlendingar kappast um
stórt ferðasteyp. sum
heimastýrið í Grenlandi
hevur givið og var tað
samanlagda úrslitið av
báðum dystunum tí í
Klaksvik og ti í Gunda-
dali. ið var avgerandi fyri.
hvor skal hava steypið í
varðveitslu til næsta ár.
x Risasterk
x Praktisk
x Flexreimar
Framhald av forsiduni
+ Løtt at handfara ;. -
x Sjålvklistrandi
NT Piolet
SN Skúlataskan
við teimum mongu fyrimununum
F
x Gevið gætur
Plastikkhylki, sum íkki ferst,
verjir bøkurnar og heldur
taskuna við líka
x Góðska og
tænasta
av fyrsta flokki
Piolet er donsk framleiðsla,
og alt tilfar og arbeiði
er av bestu góðsku
BAN-MAP
Kil, verkfrødingur í A. B. Berdal:
Vatnorka betri
lýst í nýggju
frágreiðingini
Frágreiðingin um ætlaðu
vatnorkuútbyggingina í
Eysturoynni, sum skuldi
vera liðug til ólavseku, er
framvegis ikki almanna-
kunngjerd. Orkuráðið og
landsstýrið hava fingið
frágreiðingina, ið norska
fyritøkan A. B. Berdal,
danska fyritøkan Elsam
og eisini Orkurådid hava
gjørt.
Vit hava tosað við ein
av stjórunum í A. B.
Berdal, Kil verkfreðing,
um teirra leiklut í kann-
ingini av Eiði og Veðra-
nesi.
Kil, sum er stjóraverk-
freðingur hjá norsku fyri-
tøkuni A. B. Berdal sigur
í samreðu við Sosialin, at
teirra partur av frágreið-
ingini um vatnorkuút-
bygging SEV's er latin
Orkuráðnum herfyri, men
at teir í næstu viku lata
tað seinasta tilfarið, ið
hoyrir til frágreiðingina.
Kanst tú siga okk-
um, hverja niðursteðu tit
eru komnir til í kanningini
av ávíkavist Eiði og Veðr-
anesi?
— Tað mugu tit spyrja
Orkuráðið um. Har vóru
annars rættiliga nógv alt-
ernativ, sum bygdu á fleiri
ymiskar fyritreytir.
Kil upplýsir, at teirra
partur av eini felagsfrá-
greiding, er uppá 100 síður
umframt tekningar. Ann-
ars ger danska felagið
Elsam og Orkuráðið sínar
frágreiðingar, ið allar
saman eru partur av eini
heildarfrágreiðing.
Vit spurdu eisini Kil,
um henda nýggja frá-
greiðingin ger menn betur
forar fyri at meta um,
antin Eiði ella Veðranes er
rætta projektid!
Til tað sigur hann, at
samlaða frágreiðingin er
rættiliga rúgvismikil. —
Eg haldi, at fleiri týdn-
ingarmiklir spurningar
eru meira nágreiniliga
lýstir í hesi frágreiðing
enn frammanundan.
Tað var um hálvan
mars í ár at norska fyri-
tokan varð biðin um at
kanna Veðranesætlanina
og samtíðis sammeta hana
við ætlaðu útbyggingina á
Eiði.
Tilsamans 8 verkfreð-
ingar hava síðani arbeitt
við hesi kanning.
— Nú tit eru lidnir við
hesa kanning, rokan tit so
við at fáa fleiri arbeiðs-
uppgávur úr Feroyum?
— Vit hava ikki fleiri
uppgávur sum er. Men eg
má siga, at eg havi fingið
stóra virðing fyri teimum,
sum arbeiða í Orkuráðn-
um. Tað er rættiliga eina-
standandi, at tit við so fá-
um íbúgvum kunnu hava
eitt orkuráð við fólkum,
sum eru so intelligent og
við so nógvari vitan.
Persónliga havi eg ar-
beitt saman við teimum
bæði fyrr og nú, og eg má
viðganga, at eg veit ikki,
hverjar persónliga áskoð-
an limirnir í Orkuráðnum
hava um hesar spurning-
ar.
A. B. Berdal er millum
størstu fyritøkur í Noregi,
sum arbeiða vit eitt nú
vatnorkuútbygging. Tað
arbeiða tilsamans 150 fólk
í fyritøkuni, harav eru 125
verkfrødingar.
Bædi Eilif Samuelsen,
orkumálaráðharri og lim-
irnir Orkuráðnum eru
burturstaddir, so hagani
fingu vit onga viðmerking
til frágreiðingina. jan