hósdagur 9. august 1984síða 6
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
Fiski- og útróðrarmenn:
Kortanei til
lægri prisir!
Foroya Fiskimannafelag:
Alt samfelagið má
bera eitt tap
og
ikki bert fiskimenn
Síðani 1. februar í fjør eru avreiðingarprísirnir
stødugt lækkaðir, og eru í dag lækkaðir við út í
móti eini krónu pr. kg. ella við 15—20% . Hesar
lækkingar hava jú merkt almikið fyri inntøkurnar
hjá fiskimonnum, og tí eiga allar aðrar loysnir at
finnast heldur enn at lækka prisirnar eina ferð enn
sigur Feroya Fiskimannafelag m.a. í skrivi til
landsstýrið.
Felagið ger vart vid, at tað kann als ikki koma
upp á tal at lækka avreiðingarprísirnar einaferð
afturat.
Ti heitir tað á landsstýrið
um, at ráfiskagrunnurin
heldur fær eina eyka-
játtan, soleiðis at avreið-
ingarprísirnir kunnu hald-
ast.
Vit halda, at hetta er
tann einasta rimiliga loys-
nin í hesum máli. Vit hava
áður givið landsstýrinum
nóg mikið av grundgev-
ingum fyri at tryggja av-
reiðingarprísirnar, men tá
hava teir hóast alt verið
hægri, enn teir eru nú.
Fiskimannafelagið vil
tó gera vart við fylgjandi:
a( Tað er einki at ivast i,
at inntekurnar hjá fiski-
monnum eru munandi
lægri í ár enn í fjør. Vit
eru við at útvega tel, sum
visa hetta. og verða tey
tek í komandi viku. Men
ikki bert hevur verið talan
um prislækking, men eis-
ini um minni fiskiskap
Vist eru veiditølini nakad
tey somu fyrra hålvår i år i
mun til sama tiðarskeið í
fjør. Men her má havast í
huga. at útróðraflotin
hevur veitt væl meira í ár
enn i fjør. og merkir hetta,
at trolaraflotin hevur veitt
væl minni
Veiðiorkan er er eisini
sterri í ár. og merkir
hetta, at minni hevur
verið í part. Afturat hes-
um er veiðisamsetingin
broytt meira móti biligum
fiskasløgum sum upsa, og
merkir hetta í sær sjálvum
lægri midalpris. Meðan
upsi var 29% av veiðuni
1. hålvår í fjør er hesin
partur i år komin upp å
39%, meðan parturin av
toski er farin úr 39 niður í
33 %
bí Hetta er ein broyting
í veiðimynstrinum,
landsstýrið hevur ynskt,
og sum eisini er ein
náttúrlig fylgja av vokstr-
inum av stórum trolarum,
sum mest veiða bilig
fiskasløg. Men hetta kost-
ar. Medan toskur og hysa
i midal lata pening inn i
råfiskagrunnin, er út-
flutningsvirðið á t.d. upsa
so lágt, at neyðugt er við
stórum tilskoti fyri at tað
skal loysa seg at veiða
tey. Bert ekingin í upsa-
veiðuni fyrra hálvár í ár
kostar ráfiskagrunninum
umleið 10 mill. kr. í mun
til um veiðimynstrið varð
óbroytt. Tað finnast jú
eisini onnur smærri fiska-
sleg. har roynt verður at
fáa skipini at veiða hesi
fyri at minka um trýstið á
serliga toskastovninum.
Men her er framvegis
neyðugt við prisstudli.
Vit halda. at lands-
stýrið eigur eisini at hava
hetta í huga undir við-
sum
gerðini av hesum máli.
el Eitt annað mål er, at
orsekin til gongdina í
fiskaprisunum er tann
vánaliga marknadarstød-
an fyri tey flestu av teim-
um týdningarmestu fiska-
sløgunum. Og orsekin til
umsóknina um endur-
skoðan av prisunum hesa
ferð er. at framleiðslan av
5 lbs. flaki til USA er
steðgað. og vit ikki slepaa
av við alt tað vit kunnu
framleiða av hesi dýru
veru. Og so er spurn-
ingurin hver ið skal gjalda
fyri hetta. Og vit halda, at
hetta má vera eitt tap.
sum alt samfelagið má
bera, og ikki bert teir,
sum fáa fiskin til lands.
Og vit vilja gera vart
við, at vit ikki meta, at
tann sokallaði studning-
urin er ein studningur bert
til fiskimenn, soleiðis sum
tað ofta verður sett upp.
Taka vit t.d. upsa við
teimum núverandi út-
flutningsprisunum, so eru
tað bert um 40%, av ti
sum henda vera gevur í
marknaðarlondunum,
sum verður goldið fyri
fiskin. Hin 60% fara sum
útreiðslur í frmleiðsluni.
Og tí meta vit, at ein evt.
stuðul eigur at býtast til
øll lið í framleiðsluni. og er
tað tá bert tann minna
helvtin, sum fellur til teir
JBUI[BY :030,4
Nr. 92 — 9. august 1984
sókn um loyvi til at endurskoða avreiðingarprísirnar. Hetta
vil í veruleikanum siga: at lækka prísirnar.
Orsekin er tann vánaliga marknaðarsteðan og so tann, at
grunnurin hevur goldið munandi meira út enn roknað varð
við.
Tey bæði stóru feløgini, Meginfelag Útróðrarmanna og
Føroya Fiskimannafelag, kunnu ikki góðtaka, at avreiðing-
arprísirnir enn einaferð verða lækkaðir.
Tí hava tey sent skriv til landsstýrið, har tey gera vart við
steðuna hjá fiski- og útróðrarmonnum: at eingin av pertu-
num tolir enn eitt prísfall.
Óli Jacobsen, formaður í Fiskimannafelagnum: — Fiskimenn kunnu ikki góðtaka eina
nýggja lækking í avreidingarprisunum
sum avreiða. Og lægri
prísurin er minni verður
parturin, sum eftir er, tá
allar útreiðslur eru farnar
av.
d( Við ellum hesum við-
urskiftum í huga má tað
haldast at vera heilt órim-
iligt, at játtanin til rá-
fiskagrunnin seinnu árini
er minkað bæði so og so.
T.d. var jåttanin í
1981/81 72 mill. kr., og av
hesum skuldu tær 5 mill.
kr. leggjast í tiltaks-
grunn. Í ár er játtanin 62
mill. kr., men tann fiska-
nøgd, sum henda upp-
hædd skal latast til, er
munandi sterri, enn í
1981. Og tí er talan um
eina munandi minking pr.
kg. Og ikki verður henda
minking minni, tá hugsað
verður um dyrtidina. Vit
halda satt at siga ikki, at
hetta er ein gongd, sum
kann undirbyggjast á
nakran hátt.
Sum sagt halda vit ikki,
at fiskimenn kunnu góð-
taka eina nýggja lækking
í avreiðingarprísunum, og
vænta vit, at landsstýrið
tekur tey neyðugu stigini,
soleiðis at hetta ikki hend-
ir, sigur Feroya Fiski-
mannafelag í brævi sínum
til landsstýrið.