leygardagur 18. august 1984síða 18
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 18
Gudstænastur 9. sunnudag eftir trinitatis.
Vági: E. Vilhelm, altargongd.
Porkeri: Bj. Bæk, kl. 11.
Vesturkirkjan: H. Poulsen
Hesti: Kj. Mørkøre.
Haldørsvik: Martin R. Jacobsen, kl. 11.
Tjørnuvik: Martin R. Jacobsen, kl. 12.
Gásadali: D. Johannesen.
Skåla: P. Petersen, kl. 11.
Kaldbak: H. J. Joensen.
Havnar Kirkja: A. Tórgarð (talvan gongur fyri Guds
orðs útbreiðslu)
Hvannasund: H. Fossing, kl. 11, altargongd.
Viðareiði: H. Fossing, kl. 12.30, altargongd.
Gøtu: T. Beder, kl. 11, altargongd.
Hvalba: E. Funding.
Norðskála: E. Olsen, kl. 11, altargongd.
Svínoy: N. P. Danielsen, kl. 12.
Ungdómslega. KFUM, KFUK og Heimamissiónin
skipa fyri ungdómslegu í degunum 31. august itl 2.
september. Sí lýsing í blaðnum.
Meinigheitshúsið í Havn. Sunnukvøldid kl. 6 meti í
kommunuskúlahellini v. Niels J. Nielsen trúboðara.
Hoyvíkar skúli. Meti sunnukveldið kl. 6 v. Marnu,
Frans og Eydis. Annika og Sigrið syngja.
Adventkirkjan við Hoyvíksvegin. Leygardagin kl. 10
bibliugranskin v. Sven Hagen Jensen. Kl. 11 guds-
tænasta v. Kay Støtt.
Evangeliihusid, Trondargøta. I kvøld kl. 8 evang. fund-
ur. Sunnudagsskúlin byrjar aftur sunnudagin kl. 2. Týs-
dagin 21. august fær samkoman vitjan frá Íslandi av
Einari Gislason, fyristeðumanni go eðrum. Tlf.andaktin
1 2266.
Frelsunarherurin, Havn. Leygardagin kl. 11 útifundur í
gongugetuni. Sunnudagin kl. 11 halgunarmeti, sunnu-
dagsskúlin byrjar aftur kl. 2. Kl. 6 evang. meti. Mána-
dagin kl. 19.30 meta skótaleiðararnir.
Missiónshúsið á Tveroyri. Sunnudagin kl. 14 verður
sunnudagsskúli á hesum steðum: í missiónshúsinum,
kirkjuni, skúlanum í Trongisvågi og bønhusinum í Øra-
vík. Kl. 7 meti.
Missiónshúsið í Sumba. Leygarkvøldid kl. 9.30 verður
útifundur í Sumba v. Martin Hammer, trúboðara o. ø.
Sunnukveldið kl. 7 meti v. Martin Hammer, trúboðara.
Innsavnan.
Frederikshavns lokal radio. Feroysk sending hoyrist
hvert friggjakvøld kl. 6 á FM 103,7 kHz við fjølbroytt-
um innihaldi. Sendingin hoyrist um alt Norðurjylland.
80 ár. 17. august fylti Niclas Olsen, Vágur, 80 ár.
70 ár. 17. august fylti Thomas Debes, fyrrv. skipari,
Gjógv, 70 ár.
Trídupult brúdleyp. Í dag giftast í Hósvíkar kirkju
Krista Isaksen, Vestmanna, og Fríðbjren Poulsen,
Kollafjørdur; Hallfríð Djurhuus, Hósvík, og Rólant
Isaksen, Vestmanna, og Óluva Isaksen, Vestmanna, og
Vagnur Djurhuus, Hósvík. Br.adr.: Bygdarhúsið í
Kollafirði.
Brúdleyp. Í dag giftast í Kvívíkar kirkju Lydia Joensen,
Koltur, og Jóan Magnus Jensen, Kvívík. Br.adr.:
Glæman, Kvívík.
Í dag giftast í Havnar kirkju Elin Margretha Morten-
sen, Argir og Jói Winther, Skopun. Br.adr.: Hotel Fer-
Várgleði
Byrjað verður aftur aftaná summarfrítíðina mánadagin
kl. 16.00 í KFUK.
tíðindablaðið
Eitt ljós
á
gøtu mini
v/ Johs A. Næs
»Men tå hann nærkadist bygdarlidin-
um, si, tå var ein deydur borin út.“
(Luk. 7, 12). .
„Sí, tå var ein deyður borin ut.«
Í einum býi hendir hetta dagliga; eins
tungt er tað hjá teimum kæru, sum fylgja.
Men henda gravarferðin í Náin var burtur úr
syrgilig. Mamman var einkja og hevði fyrr
fylgt manni sínum til gravar. Nú fylgdi hon
syni sínum, sum var einasta barn hennara.
Fólk vóru góð ímóti henni nú í sorgini. Men
sonurin livnaði ikki upp aftur av tí. — Tá
kom Jesus. — Tá ið hann sá hana, tókti
honum hjartaliga synd í henni, stendur
skrivað. Og hann segði við hana: »Gråt
ikki !'« Síðan nam hann við likbøruna, og teir,
ið bóru, steðgaðu. Tá sigur Jesus hesi mátt-
miklu orð: >Ungi maður, eg sigi tær, reis teg
upp!< Tann deyði settist upp undir seg; og
móðirin fekk sonin heim aftur við sær. Vit
kunnu øll skilja hennara stóru eydnu. Men
hon kendi ikki bert gleðina yvir at hava fing-
ið sonin aftur. Aftan á alt tað, henni hevði
verið fyri av sorg og pínu, mundi gleðin
rekka djúpari. Tað var gleðin um, at hon her
í sorgarinnar og deyðans heimi hevði hitt
ein, ið var so sterkur og var so góður.
Ein dagin skal onkur deyður verða útborin
eisini úr okkara heimi. Tá er tað gott, at hava
hann til vin, sum er sterkari enn deyðin.
Hann vann yvir deyðanum ikki bert har við
likbøruna hjá tí dreinginum. Tað var stórt,
men ikki hitt stersta. Drongurin mátti
doyggja einaferð afturat. Nei, hansara
stersti sigur var, tá ið hann vann deyðan fyri
okkum øll einaferð með alla. Við at doyggja í
okkara stað vann hann á deyðanum og reis
upp úr grøvini.
Og nu kann hann bjarga deydaræddu vin-
um sinum. Hann tekur ikki deydan frå okk-
um, men hann gevur sål okkara sigur yvir
deyðanum. Hann gevur okkum treysti til at
doyggja.
Í døgunum 20. — 22. september verður skipað
fyri stevnu í Norðurlandahúsinum við heitinum:
Heilsa og samfelag
Hildnir verða fyrilestrar um ymiskar tættir, ið
hava við heilsu, heilsurøkt og lívsumsteður at
gera. Fyrilestrarhaldarar verða úr Feroyum og
hinum norðurlondunum og millum evnini eru:
kostur, tannarekt, trivnaður, vanlukkur og skip-
an av heilsurøktini yvirhøvur.
Stevnan er ætlað fólki, ið starvast innan heilsu-
røktina i Føroyum, og avvarðandi yrkisfeløg fara
at geva limum sínum fráboðan um tiltakið.
Tað er Norðurlandahúsið, sum saman við Stød-
isútbúgvingini á Fróðskaparsetrinum og Tann-
læknastovu Tórshavnar Kommunu, sum skipa
fyri stevnuni. Í heyst eru 25 ár síðan Tórshavnar
kommuna setti tannlæknastovuna á stovn.
Nr. 96 — 18. august 1984
Læknavaktirnar
Tórshavn: Álvur av
Kák. telf. 12557.
leygardag og Jákup
Højgaard. telf. 11763
sunnudag.
Eysturoy: Sverri
Lamhauge, telf.
48016. leygardag og
P6l Johs. í Horni.
telf. 44038. sunnu-
dag. Vælkomið
lítla barn
Norðuroyggjar: Jas-
pur Petersen, telf.
56400. báðar dagar.
Vágar: Telf. 32413.
Suðuroy: (norður) tlf.
71 560.
Suðuroy (suður):
Telf. 73030.
13. august fingu Sól-
rún Dam og Jákup A.
Andreassen, Tórs-
havn, ein son.
13. august fingu
Bjarma og Birgir
Enghamar, Tórs-
havn, eina dóttur.
Tannlækna-
vaktin, Tórs-
havn 14.
Bráfeingishjálp í dag
og morgin kl. 13.00
— 14.00. Tlf. 14544.
august fingu
Signa og + Johan
Joensen, Kollafjerð-
ur, eina døttur.
14. august fingu Jó-
hann Hansen,
Servágur og Dánjal
Christoffersen, Sand-
avágur, ein son.
15. august fingu
Eydna Nielsen, Salt-
angará og Jógvan
Martin á Regni,
Toftir, eina dóttur.
15. august fingu Jul-
ianna Thomsen og Jó-
han Danielsen,
Norðagetu, ein son.
ÚTSTOYT
Esmar Simonsen
3813 Fuglafjørdur
16. august fingu
Marjun og Oddmar
Berg, Runavík, eina
dóttur.
16. august fingu Fía
Joensen og Petur í
Túni, Tórshavn, eina
dóttur.
tíf. 11820
— vit skriva
Um trygdarbelti
Soleiðis sum tollskipanin er í dag, skuldi tú hildið,
at politikararnir royndu at fyribyrgja, at fólk fáa
sær trygdarbeltir í bilarnar.
Keypir tú ein nýggjan bil, sum hevur trygdar-
beltir, verða beltini tollaði á sama hátt sum
bilurin. Biltollurin er umleið 180 % og hetta førir
við sær, at meirkostnaðurin fyri ein bil, sum
hevur trygdarbeltir, verður stórur. Úrslitið av
hesum er, at nógvir bilhandlarar taka trygdar-
beltini úr bilunum, áðrenn teir verða innfluttir.
Og hevur tú keypt ein bil uttan beltir, munnu tey
flestu gloyma alt um beltir.
Skuldi tú kortini funnið uppá at keypt trygdar-
beltir, skal so eisini tollur gjaldast ? Svarið er ja. Í
hesum feri skalt tú gjalda 48 % í tolli. Kostnaður-
in í dag fyri 2 trygdarbeltir er umleið 3000 kr. og
tá er arbeiðslen ikki íroknað. Við einum so hegum
prísi, eru tað óivað mong, sum aftra seg við at
keypa trygdarbeltir. Hvat hetta kann fera við sær
“ ólukkum, kann ein og hver sjálvur hugsa sær
til.
Eftir okkara metan, átti trygdarútgerð í bilum
als ikki at verðið tollað, og tað er okkara vón, at
politikararnir broyta hesa grein í tollskipanini.