Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-08-25, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. august 1984síða 8

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 tíðindablaðið B | s É | | | | | ] Nr. 99 — 25. august 1984 var uppå løgmann sum at sletta vatn å gås. Danir hava eitt orðafelli sigur: »Der er to slags løgne og sá statistik$ og Churchill sáli sigst hava sagt. at ein hevði svartar lygn- ir, hvítar lygnir og statistikk. Hetta er ikki bara skemt. men sjálvandi sagt um missnýtslu av hagtølum — statistikki. sum Vanareingjari av veruleikanum Tað tykist sum ábyrgdarmaðurin fyri hesi rødu er eitt »Oforbetriligt tilfelli« sum vanareingjari av veru- leikanum. men hetta skal eg lysa nærri seinni. Tá eg sigi ábyrgdarmaðurin fyri hesi rødu, so er tað ti, eg meti hana standa fyri egnu rokning hansara aleina. Hann tykist ikki tosa fyri eina samgongu, men bert fyri seg sjálv- an. Ti er skjalið nú aftur fyri fjórðu ferð partvíst eitt forargilsins skjal. eitt spottarans skjal, eitt argarans skjal. og tað er ikki bert andstøduna, hann argar. men hann rekur so sanniliga eina speirekan og útspillan av samgongupartnarunum. Henda løgmansrøda er eftir ollum at dema hin seinasta, sum Pauli Ellefsen nakrantið kemur at halda. Ikki bert hevur tað víst seg, at handalagið so langt ífrá stóð mát við tað, sum væntast kundi av reypin- um í árunum 1974—80, soleiðis at atkveðutalið í heyst verður merkt av hesum, men Pauli Ellefsen he- hevur sjálvur til hegru og vinstru boðað frå, at i Tinganes fer hann ikki aftur. Fyri meg sjålvan hevur tad ti verið forvitnisligt i hesum sambandi at minna meg aftur á gongdina tey nærum fimtan árini, eg havi havt mína gongd á hesum tingi. Serliga gongdina tey seinastu tiggju árini síðani 1974. Tá vórðu tveir nýggir menn Óli Breckmann og Pauli Ellefsen valdir fyrstu ferð Báðir eru so mætir menn, at teir — hver í sínum flokki — hava havt munandi ávirkan hesi árini. Sjálvur havi eg ikki mett hesa ávirkan positiva, men ein partur av veljarunum hava so ivaleyst gjert tað. og veljarin fær tað jú sum hann vil hava tað. Ongin kann loyva sær at siga, at veljarin ikki hevur rætt, í hvussu er ikki so leingi honum ikki eydnast at sannfera veljaran um nakað annað... Tað sum kortini harmar meg í broytingini, sum fram er farin hesi árini, er, at hon ikki hevur styrkt umdemi umsitingar- og lóggávu- valdsins — landsstýrisins og log- tingsins — heldur evugt. Virðingin og álitið Fyrr var viðskifti almenningsins við myndugleikar, stjórn, legting og embætisvald í so nógv merkt av autoritetstrúgv. Tað var ikki vænt- að. at avgerðir, tiknar av hesum. kundu broytast og almenningurin trúði fast uppá, at tær vórðu tiknar eftir festum og skipaðum reglum. Seinni, tá demokratiseringin var meira gjøgnumførd, luttók borgarin meira beinleiðis í lóggávu- og umsit- ingararbeiði igjøgnum valdu umboð síni. Tó var framvegis virðing fyri hesum arbeiði og borgarin hevði álit á, at avgerðin um viðurskifti hans- ara var saklig og at øll vóru líka fyri lógini og at mismunur ikki varð framdur. Men síðan er vorðið ødrvisi og serliga gjørdust seinastu fýra árini eitt logið tíðarskeið. Tað er eins og teir sonevndu »verdinormarnir« — tað sum hevur hugsjónarligt virði og lívsvirði — eru umbroyttir. Borgarin forletur seg ikki longur uppá. at hitt almenna veitir honum »fair play< — rættvisa viðgerð — og hann kennir seg ótryggan við tey sjónligu lýti. sum nú eyðkenna umsiting og lóg- gávu. hóast tað sjálvandi ikki er umsitingin sum so, ið er broytt, men tær avgerðir. sum avgera. hvussu umsitið verður. Misteinkiliggeran av almennum Fyrireikandi arbeiðið varð gjert árini 1975—80 við eini áhaldandi mis- teinkiliggeran av ollum almennum. sum varð gjørt til ein samfelagsblóð- súgvara, ið át sterri og sterri part av samfelagslagkøkuni, uttan at veita borgarunum endurgjald í bettari »service« — bøttum tænastuveit- ingum. Vid ymsum skrimslum skaptist gróðrarbotnur fyri einum politiskum livssyni, har tankin um felagsskap og solidaritet var láturligur. og har tað sum kundi groða eitt samfelag. sum var sjúkt av sosialismu, var strembanin hjá hverjum einstøkum fyri at nera at sær. Tað, sum sigldi sín egna sjógv. hevði altíð rettu kósina, tí ráddi sum mest um at bróta niður almenna møguleikan fyri at skipa fyri eini skilagóðari stýring. Syndabukkaideologiir blómaðu upp aftur, og nakrir av syndabukk- unum vóru almenn umsiting, sos- ialistar, útbúgvið fólk. fridarelsk- andi fólk. avvíkjarar av ymsum slag og ikki minst skyldan til at varða av hverjum eðrum. Aftaná hesa fyrireiking hava vit nú havt fýra ár at royna henda politikk í praksis. Hetta var nóg mikið — ja. alt ov mikið. Spurningurin er nú, um borgarin aftaná hetta hevur so mikið av virð- ing eftir fyri sjálvari teirri politisku skipanini — tí demokratiska syst- eminum — at hann leggur í at fáa viðurskiftini aftur á beint. Hava fýra ár við vina- og kenn- ingapolitikki forkomið allari virðing fyri politiskum arbeiði? Hava fýra ár við tervandi álvars- semi í landsstýri, klandri í sam- gongu og einum óhugaligum høgra- gjóstri á tingi sannført borgaran um, at hann, sum vil hava nakrar semdir, má keypa tær við síni atkvødu? Ella er slíkt tæri i folkinum, at tað nú skúgvar hesi fyribrigdi frå sær og velur eina kós, sum sópar dustið út og setir eitt stýri, sum kann taka ábyrgd fyri at fáa okkum inn um eggina aftur, sum kann byggja hesum samfelag eitt trygt búskapar- ligt stødi við demokratiskari trygd til hvenn einasta borgara — við sannfering um, at atkvøduna eigur hann sjálvur, soleiðis at hann eigur sínar semdir uttan at noyðast at vera vinur ella kenningi. Vil borgarin hava okkara góðu gomlu eyðkenni aftur í hásætið? Eg trúgvi at hetta skal eydnast nú! Fýra ára undirvising i »tingini« ikki skulu gerast, må vera nóg mikið. hvussu Tid fyri skeyti 3. november seinasta ár vísti eg á vandan fyri at tíðin fram til valið í heyst fór fyri skeyti. Vísti á, at tað stórt sæð bert blivu 2 1/2 mánaði til lóggávuarbeiði og uppbyggingarar- beiði. Hetta ti samgongan hevði boðað frå, at hon skuldi hava eitt sabbatskvartal fram til 15. februar 1984. síðan kundi tingarbeiði verða í 2 1/2 mánaða. áðrenn farið varð eitt kvartal í summarfri, seinasta kvart- alið fór til valstrid. Tiverri var henda meting sera beinrakin. Eg visti eisini å, hvussu åbyrgd- arleyst hetta var, og mælti til at nýta fyrsta kvartali3 — sabbats- kvartalið — til at reka valstrid i staðin fyri. soleiðis at ein arbeiðs- dúglig samgonga slapp til verka tið- liga í 1984. So nógv. sum teir hava talað um samgonguklandur og samgonguslit munnu teir helst hava verið samdir í tí skilagóða í vali tá, men kortini tóku teir ikki undir. Serliga vendi eg mær í reðuni tá til fólkaflokkin og vísti á tað ábyrgdar- loysi og tann ómoral, teir sýndu við at lata samgonguna halda fram. aftaná at hon hevði vist, at hon ikki var arbeidsfør vegna innanhysis klandur. Hetta komst av, at just formadur fålkafloksins undir somu viðgerð loksins varð vorðin sann- førdur um tað ómoralska i ti, at borgararnir ikki vórðu mettir lika fyri lógini í landsstýri og samgongu — at hann tá endiliga tók undir við ti. sum javnaðarflokkurin hevði vist á í trý ár. Steikjast í egnum feitti Men svar fólkafloksins var. at løgmadur var ikki nóg mikið píndur av ti tørvandi samsvari, sum var i- millum hansara lastan av uttan- landsskuldini árini 1975 — 80 og risa- vøksturin í somu skuld árini 1981- 83. Hann skuldi steikjast í sínum egna feitti, søgdu teir. Steikjast í sínum egna feitti, tá tær 3000 milliónirnar. sum hann hevði verið við til at skuldbinda okkum fyri. vóru komnar uppá pappírið. Tær skuldu við í hagtelini, áðrenn teir vildu sleppa honum. Harafturat skuldi hann sleppa at dansa á glóð- unum eftir tí báli, hann kyndi 1975 —80 við síni skeivu lýsing av samfelagsviðurskiftum sum heild, og sum hann nørdi 1981 — 83, tá tað kom fram, at hann ongi politisk alternativir átti. Hetta var eitt kyniskt og nærmast asosialt sjónarmið, tí tað blivu ikki fólkaflokkurin, sambandsflokkurin ella sjálvstýrisflokkurin, sum komu at rinda prísin fyri hetta, men vanligi skattaborgarin. Í heila tikið hevur tað verið sera óforsvarligt av ellum hesum trimum flokkum at draga politisku nagga- tódnina, sum longu var sjónlig. áðrenn eitt ár var farið, út í heili fýra ár. Tað er m.a. tað, sum hevur skapt hetta versnaða politiska veðurlagið — hetta vánaliga politiska klimaið — har allar møguligar ónodlir, sum skaða okkara lítla demokrati, sleppa at gera vart við seg, soleiðis at broytingin í mannagongd og morali er so stór. Fyrr bar til Sum nevnt havi eg havt mína gongd í hetta logting í nærum fimtan ár og í ellivu av hesum limur av eini samgongu sum landsstýrisumboð. Tey fyrru árini hevði eg tað gleði at arbeiða saman við fleiri eldri polit- ikarum. Tá bar til at reka politikk í samvinnu — eisini tverpolitiskari — hevði ein gjørt eina semju, so varð hon hildin. og ongin av teim. semjuna hevdu gjørt, royndu at vinna sær fyrimunir við samstundis at spæla andsteða. Mál kundu viðgerast fyri tað. tey stóðu fyri og vóru verd, kundu viðgerast einsæris uttan at verða tikin gísli fyri hóp av øårum málum. T.d. vóru vit — umboð úr ellum flokkum — saman í Grenlandi. Ís- landi og aðrastaðni og royndu at draga eina felags línu til frama fyri Feroyar. Eitt landsstýri var lovalt í síni viðgerð av viðurskiftum hjá ein- staklingum og mál vórðu ikki drigin út á geilar til almenna umreðu. meðan tey fingu viðgerð í landsstýri. figgjarnevnd ella hjá umsitingini. Eitt bein í samgongu — eitt í andsteðu Ein lítil broyting kom í í 1975. tá Pauli Ellefsen uttanfyri samgong- Framhald á síðu 20