Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-08-27, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. august 1984síða 11

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 100 — 27. august 1984 B68—B36, 1. deild: 3—0 (1—0): B68 spældi seg upp á B68 vann tryggan sigur å B36 sunnudagin, tå liðini møttust á Svangaskarði á Toftum. Men hóast tað, so var tað B36, sum hevði tann heldur størra partin av spælinum eina góða letu fyrst í dystinum. Teir megnaðu tó ikki at fáa mál, hóast onkrar góðar royndir. M.a. hevði Hartvig Hansen eitt frálíka vakurt skat uttalaga í brotsteig- inum hegt inn móti mál- inum, men bólturin endaði á yvirliggjaranum uttast í vinstru síðu á málinum og sprakk út aftur í spælið. Hesin meguleikin var tann besti hjá B36 í hesum dystinum, hóast teir eisini hevdu nakrar aðrar. Men sum fyrri hálvleik- ur leið, so fekk B68 meira og meira tak á spælinum og teir yvirtóku so við og við spælið frá B36 í hesum dystinum, hóast teir eisini hevdu nakrar aðrar. Men sum fyrri hálvleik- ur leið, so fekk B68 meira og meira tak á spælinum og teir yvirtóku so við og við spælið frá B36. Eisini B68 hevði fleiri meguleikar í fyrra hálv- leiki, men ikki fyrr enn 43 minuttir vóru leiktir av dystinum gav álopsleikur teirra nakað ítekiligt úr- slit. Tá var tað Aksel Høj- gaard, sum slapp igjøgn- um verjuna hjá B36 og skeyt móti málinum. Jan Alberg í B36-málinum blakaði seg, men bólturin fór inn undir hann og í netið. Nú var bert lítil leta til farið varð til hálvleik, men beint sum seinni hálvleik- ur var byrjaður, sást, at B68 nú var vit avgjerdan yvirluta. Álopini rullaðu móti B36-málinum, so verjan hjá teimum hevði meira enn nóg mikið at gera við at halda málið reint. Og teir kláraðu at halda málið reint í 15 minuttir av seinna hálv- leiki, men so fekk B68 eitt mál, sum vinstri vongur hjá B68, Jógvan Petersen, setti í netið. Leygardagin leiktu eldru kvinnurnar hjá EB og GÍ ein dyst norðuri á Eiði. GÍ vann hendan dystin við einum máli móti ongum, hóast dysturin var jaunt spældur. Vit komu framvið við myndatólinum og tóku nakrar myndir. tíðindablaðið Og restina av dystinum átti B68 eisini. Teir høvdu nógv góð álop, men ikki bar til at fáa bóltin síðsta teinin inn um mállinjuna aftur fyrr enn í síðsta min- utti. Tá slapp Símun Jo- hannesen igjøgnum og setti bóltin i netið til 3—0 sum eisini gjørdist enda- liga úrslitið av dystinum. Men tå våru bert eini 10 sekund eftir av dystinum, tå sista málið kom, ti dómarin blåsti dystin av, beint sum B36 hevði givið bóltin upp aftur. Ein avgjert uppiborin sigur til B68, sum við hesum megnaði at koma upp á 1. pláss í 1. deild aftur, framman fyri TB og HB. bú 2 oddaplåssi0 i Í. deild Síða 11 Útlendskur fótbóltur: Tveir danir í 1. deild í Onglandi Enska og vesturtýska fótbóltskappingin er byrjað aftur. Í Onglandi spæla í ár tveir danir við á kendastu liðunum Landskappingarnar í Onglandi og Vesturtýsk- landi byrjaðu aftur leyg- ardagin. Talið av dønum, ið lut- taka í týsku Bundesliguni er framvegis tað sama, Søren Lerby, meðan tveir danir á fyrsta sinni spæla við í 1. deild í Onglandi Hetta er teir báðir Jesper Olsen og Jan Mølby, báðir kendir frá danska lands- liðinum og hálendska fel- agnum Ajax Amsterdam, ið nú royna seg hjá tveim- um av kendastu feløgun- um i Onglandi, ja i heim- inum, nevniliga hjå åvika- vist Manchester United og Liverpool. Tað hevur leingi verið greitt, at Jesper Olsen skuldi spæla við Manch- ester United, men ikki fyrr enn fyri viku síðani varð avgjørt, at Jan Møl- by skuldi skifta til Liver- pool. Tann 23 åra gamli Møl- by verður fyrsti dani, ið skal royna seg hjá navn- frama meistarafelagnum Liverpool. Fyri 200.000 pund, um- leið 2.750.000 krónur, hevur enski managarin hjá Liverpool, Joe Fagan, avgjørt, at Jan Mølby skal vera avloysari á mið- vøllinum fyri fyrrverandi liðleiðaran Graeme Soun- ess, ið nú spælir við italalska felagnum Samp- doria. Danin, ið var ónegdur við ymiskt í Ajax, varð boðin at venja saman við Liverpool í 14 dagar og ensku leiðarunum hava dámt hann so væl, at teir ikki ivaðust í at keypa hann. Sigast má eisini at Mølby í teimum venjing- ardystum, hann luttók í, spældi avbera væl og m.a. skeyt mál móti írska liðinum Home Farm. Byrjanin hjá báðum denunum var hampilig. Bæði Liverpool og Man- chester United greiddu javnleik í fyrsta dystin- um. Liverpool spældi á útivelli 3—3 móti Nor- wich, meðan United á heimavelli spældi 1—1 móti Watford. Spennandi verður nú at síggja. hvussu danirnir fara at roynast, tå Liver- pool og United skulu spæla móti hver eðrum 22. september Úrslitini í 1. deild í Onglandi vóru annars hesi: Norwich— Liverpool 3—3 Manchester United — Watford 1—4 Everton— Tottenham 1 — 4 Arsenal — Chelsea 1—1 Aston Villa — Coventry 1—0 Leicester — Newcastle2—3 Luton—Stoke 2—0 Queens Park Rangers — West Br. Albions 3—1 Sunderland — Southampton 3—1 West Ham — Ipswich 0—0 2. deild Carlisle— Brighton Cardiff — Charlton Chrystal Palace — Blachburn Fullham — Schrewsbury Grimsby Barnsley Huddersfield — Oxford Notts County — Leeds 1—2 Oldham — Birmingham Potsmouth — Middlesborough Wibledon — Manchester City 2—2 Wolverhampton — Sheffield U 2—2 oo Í | (a uw 1—1 1—2 1—0 0—3 1—0 Urslitini å fyrsta leikdegi i Vesturtysklandi vóru hesi: Bayern Miinchen — Armenia Bilefeld 3—1 Kaiserslautern — Stuttgart 2—1 Borussia Dortmund — Hamurger SV 1—2 FC Køln — Braunschweig Leverkusen — Fortuna Diisseldorf 4—3 Bochum — Frankfurt 3—3 Karlsruhe — 3—1 Mannheim 3—2 Mønchengladbach — Schalke 04 3—1 Werder Bremen — Uerdingen 1—0