hósdagur 30. august 1984síða 7
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 101 — 30. august 1984 tíðindablaðið |$0sialurin Síða 7
Idnasta yvir-
tøkulandsstyri
sidan 1948
Tvihaldan sambandsins um ikki at samrådast vid danir um
studningsskipaninar, hevur kostað okkum fleiri ferðir tað,
yvirtekurnar kostaðu 1975 —80.
Hetta sigur Atli Dam í triðja parti av reðu síni undir orða-
skiftinum um løgmansrøduna.
Í innlendis fíggjarviðurskiftum
kann legmaður heldur ikki bara sær
fyri at seta eina rangmynd upp.
Hann talar um ótálmaða nýtslu,
sum undanfarna samgongan framdi,
og hall á fíggjarlógini ár um ár, sum
var hetta ein longri reð av árum.
Hann talar um, hvussu tað bleiv
lagt á annan bógv í 1981, og hvussu
almenna nýtslan bleiv tálmað, tí nú
var avlop aftur á fíggjarlóg og
landskassaroknskapi.
Sannleikin er, at tað er ikki tálmað
nýtsla, men ein metvekstur í inn-
krevning, skattatrýsti, tollhækking
og tjóðbankayvirskoti hesi ár, nýtsl-
an hevur ligið fleiri hundrað milli-
ónir omanfyri fíggjarlógina, men ein
hevur so bert undirmett inntekur-
nar og so hækkað tær fyri at sýna
yvirskot.
Sannleikin er, at tey hall — løg-
maður umtalar, sum ein reð av
hallum — viðvíkja tveimum fíggjar-
árum — 1979/80 og 1980/81 — við
ávíkavist umleið 20 og 23 milli-
ónum, stórt sæð ell onnur ár framm-
anundan hevði landskassaroknskap-
urin sýnt avlop, avlop sum fleiri
ferðir uppvegaðu hesi hall uppá
samanlagt 40 — 50 milliónir.
Seinna hallið eigur legmaður fulla
ábyrgd av, tí tað svarar nágreiniliga
til ta ovnýtslu, sum hann loyvdi
landsverkfreðingsstovninum at
hava í februar — mars 1981.
Risavekstur í stuðlinum
til fiskiskipaflotan
Fyrra hallið stavar frá tí risavekstri
í stuðlinum til fiskiskipaflotan, vit
noyddust at fremja aftaná olju-
kreppuna í 1979/80. Hóast hesin
vekstur eftir einum ári var umleið
180 mill. kr., greiddu vit tað við
einum halli uppá einans 20 mill. kr.,
og tað uttan at fíggjarlógin fór upp
um 626 milliónir.
Tað er lagamanni at tosa um yvir-
skot, tá ein so kalt og kyniskt hevur
hækkað skatta- og tolltrýst, at
fíggjarlógin 1984/85 liggur um 1500
milliónir ella nærum 900 milliónir
omanfyri 1979/80.
Er hetta tálman av forbrúki ?
Er hetta sparsemi og ansni í pen-
inganýtslu ?
Nei, og hesin peningur er allur
pumpaður út aftur í almenna nýtslu
og almennar ílegur, hann er ein av
orsøkunum til nevndu øking í uttan-
arlóg og gjaldsjavna saman sum
súreplir og gularetur, so er úrslitið
av hansara tervandi fíggjarstýring
júst tað øvugta av ti, hann roynir at
avmynda í reðu síni.
Reallenarfall —
forbrúksvekstur
Tá vit samstundis vita, at tøka real-
len lentakaranna hesi árini síðan
1980 er minkað 25 — 30%, er ikki
torført at gita um, hver tað er, sum
hevur havt ráð til ta forbrúkseks-
plosión, sum handilsjavnin sýnir
hesi ár.
Afturat hesum hevur samgongan
lænt og kemur at læna hundraðir av
milliónum yvir kelduskattaskipan-
ina, milliónir sum eru ella verða
læntar B-skattgjaldarunum, av-
skrivarunum og vinunum og kenn-
ingunum. Læntar í kreditti ella latn-
ar í beinleiðis studningi.
So, Hann náði okkum fyri meira
sparsemi av hasum slagnum.
Vit kenna hatta sparsemið frá
ferðingini.
Vit kenna hatta sparsemið frá um-
boðanini, veitslunum í landsstýri og
samgongu.
Vit kenna hatta sparsemið sum
eitt fyrilitarleyst oyðslusemi, skipað
av samgonguni.
Ongin lánteka?
Eitt annað falskt figgjarfyribrigdi,
reypað verður av í reðu legmans, er
fíggjarlógin uttan lánteku.
Jú, víst eru tær vanligu 50 láni-
milliónirnar ikki við á fíggjarlógini
1984/85, men verulig er haraftur-
ímóti burturseplanin av eykagrunni
ráfiskagrunsins — hesin skuldi verið
útvið 100 mill. kr., var manna-
gongdin frá 1975 til 1980 nýtt — og
verulig er risalántekan uppá aðrar
100 — 200 milliónir til grunnarnar
uttan fíggjarlógina, Menningar-
grunnin, Húsalánsgrunnin, Ídnaðar-
grunnin, Telefonverkið, Postverkið
0. s. fr.
Sammett vid vøksturin å figgjar-
lógini uppá fleiri hundrað milliónir
eftir bert einum ári, eru hesar 50
lánimilliónirnar fyri lítið at rokna.
Tað vil siga, at eisini hetta enn
einaferð er reyp, sum ikki er annað
enn talgykl.
Nekta ikki ílegutervin
vit fáa komandi árini. J. Sundstein
var inni á hesum í samband við SEV
útbyggingina og aðrar útbyggingar,
sum fyri standa. Tað eru túsundir
av milliónum, vit skulu fremja av í-
legum í komandi tíð. Hver verður
okkara orka, tá vit nú eru komin upp
á 60% av bruttotjóðarúrtekuni í
uttanlandsskuld longu framman-
undan, at hesar ílegurnar skulu ger-
ast.
Åvegis til blokkstudning ?
Yvirtekur og útreiðslur av slíkum
ger legmaður burturúr. Sannleikin
er, at tvíhaldan sambandsins, um
ikki at eftirlíka einum donskum
ynski um samráðing um studnings-
skipanina, hevur kostað okkum
mangar ferðir tað, sum tær so-
nevndu yvirtekurnar av trimum um-
sitingaruppgávum kostaðu frá 1975
til 1980.
Her er talan um havnabyggistuð-
ul, skúla- og undirvisingarverk
(vanlig skúlabygging og undirvísing
teirra 16—19 ára gomlu), sjúkrahús-
verk, flogmál og mangt annað. So
ídnari yvirtekulandsstýri enn hetta,
sum vit hava í letuni, hava vit ikki
havt síðan 1948.
Landskassaveðhald tvífaldað
Legmaður segði í eini útvarpssam-
reðu í juni mánaða, at tað sjálvsagt
vóru komin uppí 1000 mill. kr. Men í
somu reðu, sum vit viðgera ídag,
viðgongur hann, at hesi veðhald eru
vaksin frá 500 til 1000 milliónir bara
hetta seinasta árið. Og tað betir ikki
um okkara meguleika fyri at standa
ímóti um vit veruliga skulu til at
afturrinda av hesum 3000 millión-
unum í uttanlandsskuld.
Javnvág á 50.000 tonsum
Hvat fiskirættindum viðvíkir, so
spælir løgmadur — uttan at spyrja
samgongumenn sínar um teirra
hugsan — somu plátu sum fyrr.
Hann hevur hildið tern, ja útvegað
fleiri rættindi enn fyrr.
Sannleikin er, at ráddi legmaður,
so veiddu útlendingar framvegis
50.009 tons av hvítum fiski og sam-
anlagt eini 70—80.000 tons í toska-
virði í foroyskum sjógvi, meðan vit
valla fingu annað frá t.d. EF enn
tann idnadarfisk, sum kvotan
broyttist til beinanvegin P. Ellefsen
tók við. Ídnaðarfisk, sum vit ikki
longur hava skip til at veiða. Og
hóast útlendingar framvegis fingu
hendan nógva fisk, vóru vit helst
ikki sloppin undan brelarunum við
rækjunum undir Svalbard og laks-
inum við Feroyar.
Men vil legmaður reypa, so lat
hann, tí hann sleppur so undan teim
sera torføru samráðingum, sum nú
standa fyri, har hverki bretar, norð-
menn ella aðrir hava serligan áhuga
landsskuld uppá meira enn 2000 var burturvið at tosa um, at lands- : ; Á
mill. kr. Nú hava vit ikki talað eitt einasta kassaveðhaldini, sum við ólavseku- fyri at veiða á føroyskum eki.
So, tó at legmaður blandar figgj- orð um tann velduga iløgutørv, sum tíð í 1983 vóru uppá 500 mill. kr., nú framhald.