Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-08-30, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. august 1984síða 16

‹ fyrra síða allar 16 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Hetta er uppskotið, sum er ætlað kostar 40 mill. krónur. Síðani varð tosað um at minka og broyta projektið so- | leiðis, at kostnaðarupp- i hæddin bleiv 16 mill. krónur, harav Tórs- havnar kommuna skuldi rinda 8 mill. krónur. Nú verður málið um bygging av býarbókasavninum lagt til nýggja býráðið at taka stødu til, eftir býráðsvalið til heystar. Tit ringja — vit skriva Er nakað á våsi? — !vamál? Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara. Vit eru til reiðar! Byarbokasavn fyri 40 mill. krónur: Tiðin er I ki til slika bygging — nógvar størri uppgåvur eru, sum fyrst skulu loysast, áðrenn so stórar ílogur kunnu leggjast í eitt nýtt býarbókasaun, heldur Heðin Mortensen, býráðslimur. Eitt nú havnaútbygging, umlættingar- og røktarheim, brennistød og útbygging ov vatn- verkinum eru mál, sum eru átrokandi Á býráðsfundi seinast hósdag, var málið um bygging av nýggjum bý- arbókasavni lagt fram. Uppskotið fevndi um bygging av nýggjum bý- arbókasavni millum Sjómansheimið og Post- húsið í Havn. Palli Greg- oriussen, arkitektur, hevur gjert skitsuprojekt, sum tilsamans er mett at kosta 40 mill. krónur. Eftir tilráðing frá Heð- ini Mortensen, býráðslimi, var meiriluti í býráðnum FA AAA AAA fyri at lata komandi byråd taka steðu til projektið og at samráðingar skulu tak- ast upp við eigararnar av økinum, gamla vaskaríið, (tað var eisini við í proj- ektinum), eins og tilráð- ingin eisini fevndi yvir at kalmar foto ] RVE fara undir at loysa teir aktuellu hølistrupvlleik- arnar, sum býarbókasavn- ið er í í dag. Teir ið atkveddu fyri til- mælingini vóru: Jákup Sune Jacobsen, Leivur Johannesen, Dánj- al Larsen, Petur í Gong, Ingi Mohr, Zacharis Wang og Heðin Mortensen. Teir ið mæltu til at fara undir bygging vóru: Finnur Johansen, Niels Debes, Arnstein Niclasen, Ronald Poulsen, Petur F. Christiansen og Petur Christiansen. Einasta grena eki Heðin Mortensen, býráðs- limur, sigur við Sosialin, at eingin hevur nakað móti at nýtt býarbóka- savn verður bygt, tá tað Hóast tað ikki er so lætt at fáa eyga á, so hevur býráðið fyri nøkrum árum síðan rørt umvæiingar a stadnum, har bóka- avnid varð ætlað at byggjast. Har er 3 laða ur grótgarður, ið benkrum og blómuteigi, sum er ógvuliga vakurt jra- farið. Bert speil, at hesin vakri blettur ikki verður serliga nógu nýttur Lýsingar: Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritskum og einstaklingum í lýsingaspurningurn. Hetta verður gjørt uttan meir kostnað fyri lýsaran. nú hevur so tronglig hølis- viðurskifti. — Bert er spurningurin, um tað er rætt at byggja á einasta grøna eki í miðbýnum. — Vit vita eisini ov lítið úm, hvussu so stórur bygningur ávirkar um- hvervið og virksemið í miðbýnum. Hugsandi er, at tað verður sum eitt annað SMS-umhvervi, — og tað er júst ikki gagnligt fyri miðbýin, sigur Heðin Mortensen. Annar spurningur er sum vit ikki nágreiniliga hava viðgjert enn. Tað er eitt tilboð, sum Lands- bókasavnið hevur b jóðað býarbókasavninum, — nevniliga, at byggja býar- bókasavn í henda stovn suðureftir, so hetta virk- semi varð savnað á einum stað. Ongar samráðingar hava verið at kanna henda meguleika. Spurningurin er eisini, um tað er so neyðugt, at býarbóka- savnið er í miðbýnum, tí allir skúlar hava bóka- sevn. Tí eru kanska onnur mál, sum krevja meira skundisliga viðgerð, enn júst hetta, sigur Heðin Mortensen. Stór mál at loysa - Seinastu tíðina hava vit fingið so nógv stór mál at loysa, at tíðin kanska ikki er til at gera so stórar í- legur í eitt bókasavn, júst nú. Her hugsi eg um um- lættingarheim, útbygging av vatnvarkinum, brenni- stød og havnabygging, foto : kalmar Hedin Mortensen, by- rådslimur. eins og eldraíbúðir, sigur Heðin Mortensen. Býarbókasavn og onnur virksemi Tað var Palli Gregorius- sen, ið fekk til uppgávu at gera skitsuprojekt, sum fevndi yvir býarbókasavn og onnur virksemi í sama bygningi. Tað skuldi vera til frama fyri virksemið í miðbýnum, her íroknað kioskir og kafeteria o. a. Uppskotið varð lagt fram 7. januar 1983, tá Heðin Mortensen var formaður í Mentamála- nevndini. Byrådslimirnir vildu tá vita meira um, hvat skuidi henda við ek- inum vestanfyri Tórsgetu, har gamla vaskariid og Postverkið í dag halda til. Gamla vaskaríið hevur virði og eigur at verða varðveitt, tí her er nýttur serliga gamal byggi- háttur. Síðan var Palli Gregorisussen biðin um at taka við í uppskotinum ekið vestanfyri Tórsgetu. Skitsuprojektið varð nú broytt soleiðis, at ein tunnil um Tórsgetu skuldi binda saman býarbóka- savnið og ekið gamla vaskarí, umframt ein nýggjan bygning har, sum skuldi hava sama byggi- snið, sum gamla vaskaríið. Tilsamans ílega til 40 mill- iónir. — Trupulleikin er bert tann, at býráðið ikki hevur samráðst við eigararnar av gamla vaskarínum og tí veit eingin, hvussu stor iløga skal til, áðrenn proj- ektið kann setast í verk. Hertil kemur, at eingir fundir hava verið við Landsstýrið um bygging- ina, og tá tað skal gjalda 50 pst. av byggikostnað- inum, so er heldur lítið ná- greiniligt í hesum máli, til at tað kann samtykkjast á núverandi steði, sigur Heðin Mortensen at enda. Dagny