týsdagur 4. september 1984síða 3
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Spennandi royndir við hitapumpu og generatori
Áin gevur vakstrar-
húsi hita og streym
Úrslitið av at brúka eina hitapumpu til at gera heitt vatn
við og einum generatori at framleiða streym við á Vakstr-
arhúsinum í Sandavági er so mikið gott, at tá ið rentur og
avdráttir upp á útgerðina er goldið, er eitt avlop upp á
einar 60.000 kr.
Hesar verða so brúktar til at lætta um raksturin við.
Nr. 103 — 4. september 1984
kWh, sum virkid hevur
selt SEV fyri 44 oyru
Vakstrarhúsið á Lofti i P-
Sandavági hevur nú í ?
skjótt try ár fingið heitt
vatn frá eini hitapumpu
og nú í eitt ár eisini
streym frá einum
generatori á staðnum.
Hetta ger, at virkið nú
er betur fert fyri at klára
seg í kappingini við tær
mongu innfluttu verurnar.
Sosialurin hevur vitjað í
Sandavági, har vit tosaðu
við Kára á Lofti og Her-
geir Petersen, sum hevur
sett útgerðina upp og havt
eftirlitið við henni.
SEV gav loyvi
Tað var fyri trimum árum
síðani, at teir fóru undir at
rigga eina vatnturbinu til
við síðuna av vakstrarhús-
inum. Kári fekk loyvi frá
táverandi SEV-
stjóranum, Hjallgrim
Winther, at brúka vatnið
úr Foss TIL AT REKA
EINA TURBINU! Ein
lítil byrging varð gjerd í
ánni einar 700 metrar om-
an fyri Vakstrarhúsið.
Higani var so eitt 140 mm
Kári á Lofti við blómukálum
Mangar vakrar blómur eru at finna í vakstrarhúsinum á
Lofti
kWh. Streymurin er farin
beinleiðis inn á netið hjá
SEV.
T. v. s. at aftur her hev-
ur vakstrarhúsið kunnað
spart útreiðslur. Her er so
talan um at selja streym.
Saman við oljusparingini
gevur tað góðar 110.000
kr. í inntekum fyri streym
og spardari olju.
Hergeir Petersen sigur,
at við eini ílegu upp á um-
leið 50.000 kr. og við ver-
andi framleiðslu, so skuldi
borið til at avskriva út-
gerðina og goldið rentur
og avdrátt eftir 3—5
árum.
Verða festu útreiðslurn-
ar tá einar 50.000 kr. um
árið, tá hevur vakstrar-
húsið so eftir netto 60.000
kr. sum fara beinleiðis í
raksturin hjá virkinum.
Hetta skuldi tí verið ein
skilagóð ílega hjá einum
virki, sum hevur ein um-
setning upp á eina mill.
kr.
tjúkt rør grivið niður og
varð bundið í turbinuna Roynt j
nærhendis vakstrarhúsin- Hergeir Petersen sigur, at
um. uppsetingin av
Hergeir Petersen
riggaði útgerðina til
saman við fólki á verk-
staðnum hjá Breður
Petersen í Fuglafirði.
Í dag kunnu vit so
spyrja, hvat henda spenn-
andi royndin ferdi til! Jú,
vist kann sigast, at nakað
er komið burturúr.
Stór sparing
Hetta seinasta árið hevur
Kári sostatt bert brúkt
15.000 litrar av olju,
meðan tað eitt vanligt ár
fara einir 50.000 litrar av
olju.
Turbinan klæarar tó at
framleiða meira orku enn
hitapumpan brúkar, og tí
bóðu teir so aftur um loyvi
at seta ein generator upp
til at framleiða streym við.
Generatorurin hevur eis-
ini roynst vakstrarhúsin-
um væl. Hann hevur eftir
einum ári framleitt 81.000
higapumpu og generatori í
vakstrarhúsinum í Sanda-
Síða 3
Kári her við rerinum, sum gongur úr ánni og inn til
turbinuna, ið rekur hitapumpuna.
vági er ein roynd, sum
SEV fyribils hevur givið
loyvi til. Tað er jú SEV,
sum hevur einkarrætt til
at brúka vatnið úr fer-
oysku áunum til at fram-
leiða hita og streym við.
Tað er annars upp á tal,
at Orkuráðið nú skal gera
mátingar av útgerðini í
Sandavági.
Upp á fyrispurning um
Hergeir Petersen, ið hevur
gjert útgerðina og sett
hana upp
aðrir eru hugaðir at fáa
sær slíkar hitapumpur,
sigur Hergeir Petersen, at
fleiri aðrir eru hugaðir —
eitt nú smolt framleiðarar.
Sjálvur heldur Hergeir, at
tað eru umleið 100 pláss í
landinum, har til ber at
seta upp slíka útgerð.
Fyritreytin er eitt avfalls-
eki, fallhædd og ein ikki
ov langur teinur frá vatn-
inum til pumpuna.
Sjálvur heldur Hergeir
at hjá virkjum, sum hava
fyri neyðini at brúka
bíliga orku, fyri at tey
yvirhevur kunna virka,
har áttu tey at fingið loyvi
at sett upp líknandi hita-
pumpur sum hana í
Sandavági. Men tað er so
ein spurningur, hvat SEV
sigur til hetta.
Úrslitið í Sandavági
vísir so, at tað lenar seg
væl hjá einum vakstrar-
húsi at gera eina slíka
ílegu.
jan.
Teir báðir normenninir, ið seta upp eitt nýtt vakstrarhús í Sandavági. Teir brúka ikki
vanligt glas men plexiglas, ið sigst vera ófera gott til vakstrarhús