týsdagur 4. september 1984síða 6
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
tíðindablaðið '
Útgevari: p/f sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Møller
Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl
tíðindablaðið
Argjavegur 26
Postsmogya 76,
3800 Tórshavn
telefon 11820
Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen
Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981
|- oddagrein 2 |
Kreppa i
landinum og
landsstyris-
menn goyma
seg
Í LØGMANSRØDUNI var figgjar-
og búskaparsteðan so fagurlátin
og ljósareyð. Tað sama gjørdi seg
galdandi undir umreðuni av
6lavsøkurødu løgmans. Sam-
gongumenn nyttu framvegis tann
ljósareyða litin. Men bert eina
viku seinni hevði pípan fingið
heilt annað ljóð.
NÚ KOM ALMENT fram, at alt
samfelagið er í kreppui. Okkara
høvudsvinna hevur tørv á 80 mió
kr., um hon skal halda fram. Rá-
fiskagrunnurin skal hava minst 30
mió kr., og fær grunnurin ikki
hesa upphædd, má nevndin fyri
grunnin seta avreidingarprisin
munandi niður. Fyri at flakavirkini
skulu halda fram, mugu tey fáa 40
til 50 mió kr. beinan vegin.
HESI TÍÐINDI bar útvarpið sein-
asta hóskveld og sum vera man,
lupu tey rættuligan hvøkk á hvort
mansbarn í landinum. Ongin visti
betur, enn at her á landi stóð sera
væl til. Hetta bar løgmansrødan
boð um, og tað sama gjørdu sam-
gongumenn undir umrøduni av
løgmansrøduni. Landsstýrismað-
urin í fiskivinnumálum, sum eisini
var í útvarpinum seinasta hós-
kveld, segði kortini, at kreppan
var nýliga íkomin.
SKULU VIT SO trúgva tí, at
kreppan nýliga er íkomin? Vit
vita, at føroyska veðurlagið kann
skifta brátt. Vit vita eisini, at tað
kann skifta ofta. Og vit vita
somuleiðis, at umskiftið í veður-
lagnum kann vera rættuliga stórt.
Men at billa fólki inn, at fíggjar-
og búskaparstøðan er kollrend
eftir 8—10 døgum er uttan fyri alt
mark. Hetta er sjálvandi tað reina
møsn. Í dag hava øll flakavirkini
edv. Sostatt vita tey til eina og
hverja tíð, hvar tey flóta.
sannleikin er sjálvandi, at tann
ávarsliga kreppan skuldi haldast
duld, soleiðis at val kundi vera
áðrenn almenningurin fekk
nakað at vita um hesa kreppu.
Hetta var sjálvsagt eisini orsøkin
til, at løgmadur var so altráður
eftir at framskunda valið mest
møguligt. Fyrst vildi hann hava
val í juni. Síðani stríddist hann
sum úlvur á skóg fyri at fáa val í
august ella september. Men onki
bar til.
DAGIN EFTIR AT útvarpið hevði
kreppusendingina, sum leyp
hvøkk å øll, komu løgtingsmenn
til Havnar á tingfund. Løgmaður
var ikki á fundi. Hann var farin í
heystfri. Varaløgmadur og lands-
styrismadurin i fiskivinnumålum
vóru heldur ikki á fundi. Teir
goymdu seg ávikavist suðuri í
Froðba og norðuri á Viðareiði. Jú,
so roynast álitismenninir hjá
borgarliga alternativinum.
MEN LOGTINGSMENN vóru
kortini ikki við sviðið soð hendan
dagin. Á tinghúsloftinum lógu tey
føroysku blødini. Teirra millum
var Tingakrossur. Hann var
útkomin sama dag. Har endur-
prentar landsstýrismaðurin í
figgjarmålum røduna, hann helt
undir umrøduni av løgmansfød-
uni. Har verdur sagt: »Figgjar-
stødan er á góðari leiða. Hetta er
sum nevnt dagin eftir kreppu-
sendingina í útvarpinum.
HETTA ER EIN løgin støda, vit eru
í. Seinasta hóskveld viðgongur
ein landsstýrismaður í útvarpin-
um, at alt samfelagið er í kreppu.
Dagin eftir fáa vit at vita, at løg-
maður er farin í summarfrí, og at
tveir aðrir landsstýrismenn
goyma seg úti á bygd. Landsstýr-
ismaðurin í figgjarmålum, sum er
sjálvurannar eftir í Tinganesi,
letur Tingakross endurprenta ein
påstand um, at figgjarstødan er á
góðari leið.
BER HETTA IKKI boð um, at vit
eiga at skifta manningina í Tinga-
nesi út skjótast møguligt. Heldur i
dag enn í morgin?
Nr. 103 — 4. september 1984
Avtakið utvarps-
og sjónvarpsgjald
og setið tey á
figgjarlogina
— sigur Vilhelm Johannesen m. a. i hesum
partinum av reðu síni undir orðaskiftinum
um løgmansrøduna
Harra formaður!
Í einum parti av samgonguskjal-
inum verður sagt, at arbeitt verður
fram ímóti eini einfaldari samtíðar-
skattaskipan, at skattaskipanin skal
eggja til arbeiðs- og framleiðslu-
skapandi fyritakssemi, at avskriv-
ingar skulu koma vinnuni til góðar
og ikki fara til eginnýtslu, at skatta-
lágmarkið hækkar, og at skatturin
ikki minkar um arbeiðshugin.
Rætt er tað, at vit hava fingið eina
samtidarskattaskipan. T.v.s. eina
umlegging av innkrevjingarháttin-
um av tí skatti, sum lentakararnir
bera. Hetta ber í sær, at lentakarar
skulu gjalda skattin áðrenn teir fáa
sína len útgoldna. Í fleiri forum
koma løntakarar i ta stødu, at teir
gjalda alt ov nógvan skatt i åvisum
tidarskeidi, og harvið koma teir at
lána ti almenna pening í fleiri mån-
aðir, uttan at fáa rentu aftur fyri.
B—skattgjaldarin kann hinvegin fáa
rentufritt lán frå tí almenna í upp til
15 mánaðir. Um endaliga uppgávan
hjá B—skattgjaldara er sterri enn
fyribilsuppgávan við årsbyrjan, so
hevur hann goldið ov lítlan skatt
gjøgnum árið, og á tann hátt fingið
eitt rentufritt lån frá ti almenna i
upp til 15 månadir. Hann skal bara
gjalda restskattin ådrenn 1. mars
årid eftir. So sleppur hann undan
rentu.
I samgonguskjalinum verður sagt.
at skattalágmarkið skal hækka. Tá
vit løgdu um til samtidarskatt vóru
fýra ár liðin síðani skattastigin
seinast varð javnførdur. Tað var ti
neyðugt fyrst at taka hesi fýra árini
innaftur. Síðani skuldi hædd takast
fyri, at A—skattgjaldarar nú skulu
gjalda skattin 15 mánaðir fyrr enn
teir gjørdu undir tí gomlu skipanini.
Samgongan kom við einum uppskoti
um at broyta skattastigan. Og
reypið um skattalætta var ófert.
Men sannleikin er tann, at talan var
ikki um nakran skattalætta. Broyt-
ingin var alt ov lítil til bæði at fevna
um tey fýra árini frá 1980 til 1984 og
síðani teir 15 mánaðarnar, vit nú
gjalda skatt fyrr enn áður. Úrslitið
er eisini at skattatrýstið er okt við
4 — 5 pst. hesi fýra árini. Taka vit so
skatt og toll undir einum, er talan
um eina øking í samlaða toll— og
skattatrýstinum upp á 10 pst. Í 1980
var skattur, tollur og onnur gjøld
18,8 pst. av bruttotjóðarúrtekuni og
i 1984 eru skattur, tollur og onnur
gjøld 28,8 pst. av bruttotjóðarúrtek-
uni. Hesi tøl syna ongan lætta,
hvørki tå talan er um skatt, toll ella
onnur gjøld til tað almenna.
Meðan eg nú tosi um gjeld til tað
almenna, fari eg at loyva mær at
siga nekur fá orð um ávikavist út-
varps— og sjónvarpsgjaldið. Tá vit
hava viðurskiftini hjá fólka-, avlam-
is, einkjupensionistum og låglønt-
um í huga, so er tað vitleyst, at vit
skulu krevja 450 kr. inn í útvarps-
gjaldi og 600 kr. inn í sjónvarps-
gjaldi. Hetta eru stórar upphæddir
hjá nevndu samfelagsbólkum at
skula gjalda. Ti eiga vit sum
skjótast at avtaka hesi gjald og at
geva avvarandi stovnum hóskandi
peningajáttan á løgtingsfiggjarlog-
ini.
Men aftur til samtíðarskattin. Í
samgonguskjalinum verður eisini
sagt, at skattaskipanin skal íkki
minka um arbeiðshugin, og spurn-
ingurin er so, um hetta er tilfeilið.
Umboðini fyri samgonguflokkarnar
vilja vera við, at so er. Men aðrar
vegir frætta vit nakað heilt annað.
Virkisleiðarar siga, at fólk vilja ikki
arbeiða yvirtið, síðani nýggja skatta-
skipanin kom, tí beinan vegin tey
vinna nakrar krónur út yvir ta van-
ligu urtøkuna, so tekur afturhalds-
skipanin hjá Torbjørn Poulsen og Eli
Nolsøe aðru hverja krónu. Møguliga
er hetta lán til tað almenna, men fólk
skulu so verða hendan pening fyri
uttan í fleiri mánaðir, og uttan at tey
fáa nakra rentu afturfyri. Fólka-
pensiónistar, sum hava arbeitt eitt
sindur, t.d. við at egna ella rippa
húkar uppí, eru í somu stødu. Aftur-
haldsskipanin fer avstað við helm-
inginum av eykainntøkuni. Fleiri eru
givin við at arbeiða. Fólk yvirhevur
taka ikki undir við at skattaskipanin
fremur arbeiðshugin. Tey halda
tverturímóti at sjálvt navnið »aftur-
haldsskipan« er sera væl valt og sera
heinrakið.
Og síðani sigur samgonguskjalið,
at avskrivingar skulu koma vinnuni
til góðar og ikki fara til eginnýtslu,
og at skattaskipanin skal eggja til
arbeiðs— og framleiðsluskapandi
fyritakssemi. Men sannleikin er
nakað heilt annað. Vit kunnu t.d.
taka $21 stk. 4 í skattalógini. Har
stendur við formansins loyvi: »Ny-
stovnað partafelag kann yvirtaka
ognir frá verandi virki, um gomlu
eigararnir verða lutfalsliga líka
stórir partaeigarar til skattliga bók-
fort virði, ella annað rímiligt virðis-
mett virdi.«
Framhald