hósdagur 6. september 1984síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
Hevur tú ein spurning ella onkran trupulleika, sum tú kundi ynskt tær at
fingið vidgjørdan í hesum teiginum,
Spyr Sosialin
Sosialin«.
tíðindablaðið
Skriva til: Sosialurin, postsmoga 76, 3800 Argir. Merk brævbjålvan »Spyr
Er tað loyvt at
blaka meg á dyr?
Eg eri einsamell mamma
við einum barni. Trupul-
leikar mínir eru, at eg eri
uppsegd í íbúð míni, og
havi onga staðir at fara,
nú leigumálið er liðugt. Tá
eg fekk íbúðina fyri slek-
um tveimum árum síðan,
segði útleigarin, at eg
skuldi fáa leigusáttmála.
Hann havi eg ongantíð
fingið.
Fyri trimum mánaðum
síðan kom eigarin og segði
við meg, at hann noyddist
at siga meg upp, tí hann
skuldi víðka um kjallara-
hæddina, har eg búgvi.
Hóast eg havi roynt at
fingið aðra íbúð, so hevur
tað ikki eydnast.
Í vikuskiftinum ringdi
eigarin til mín og segði, at
hann skuldi hava atgongd
til íbúðina. Eg var tá
stedd á bygd hjá foreldr-
unum, og tá eg bert havi
ein rukolykil, so roknaði
eg ikki við, at hann slapp
inn.
Tá eg kom aftur til
Havnar, stóð íbúðin opin
og ljós brendi í hverjum
rúmi. Hevur eigarin loyvi
til hetta*? So hvert sum er
fráliðið, hevur eigarin
(hann nýtir húsini til út-
leiging, og býr á bygd)
havt ymsar ætlanir við
íbúðini. Fyri mær sigur
hann, at íbúðin skal um-
vælast, fyri eðrum, at
hann sjálvur skal nýta
hana og fyri eðrum aftur,
at systir hansara skal
búgva har.
Hevur eigarin loyvi at
koyra meg út, um hann
ikki skal brúka íbúðina
sjálvur, og hvenn rætt
havi eg til íbúðina, so
leingi sum eg einki annað
havi fingið?
Kann løgfrødingurin
siga mær tað?
Kjallarabúgvi
Sambært leigulógina, sum
er frá 1940 og sum bert er
galdandi fyri Tórshavnar
Tórshavn 29.08.1984 -
Í dag fekk eg svar frá
Kristionnu Nordendal
»royndin er positiv«
gledi — onki hevdi eg
ynskt mær betur
og Tórshavnar uttan-
býggja kommunu, hevur
eigarin skyldu til at
skriva leigusáttmála og
síðani at senda hann til
góðkenningar í leigunevnd-
ini innan 14 dagar eftir at
partarnir hava undirskriv-
að sáttmálan. Brot á hesa
reglu verður sektað við
bót. Eigarin kann siga
sáttmálan upp, um húsini,
har leigarin býr, skulu
rívast niður ella um um-
bygging av íbúðini krevur
at flutt verður úr henni.
Eigarin kann eisini siga
leigaran upp, um hann
sjálvur skal nýta íbúðina
at búgva í. Men hann
kann ikki siga leigaran
upp fyri at leiga íbúðina til
annan leigara. Tann
leigari, sum vil mótmæla
uppsegnini, kann leggja
málið fyri leigunevndina.
Í Tórshavnar kommunu
er sorinskrivarin formaður
í nevndini, meðan sýslu-
maðurin fyri Streymoyar
sýslu er formaður fyri
Eyðun Joensen, sál-
arfroðingur
Legfreðingur-
in:
leigunevndini í Tórshavn-
ar uttanbýggja kommunu.
Freistin at leggja upp-
segnina fyri leigunevnd-
ina er 14 dagar frá tí at
leigarin hevur móttikið
uppsegnina. Hóast leigari
ikki flytir úr íbúðini av
fríum vilja, hevur eigarin
ongan rætt til sjálvur ella
við hjálp frá lásasmiði at
taka sær atgongd til
íbúðina ella sjálvur koyra
leigaran út. Hetta kann
einans gerast á tann hátt,
at eigarin heitir á Føroya
Fútarætt (dómaraskriv-
stovuna) um at vera sær
til hjálpar.
Taka vit steðuna hjá
tygum, so eru tygum upp-
segd við trimum mánaðar
ávaring, og má hetta sig-
ast at vera vanlig upp-
sagnarfreist. Av tí at meir
enn 14 dagar eru lidnir
síðan uppsegnin varð
givin, kunnu tygum ikki
leggja málið fyri leigu-
nevndina. Steða kann tí
ikki takast til, um eigarin
hevði nakran rætt til at
siga tygum upp.
Sum nevnt skal eigarin
biða fútarættin um at taka
Marjun Sigurdsdótt-
ir, sosialráðgevi
Nr. 104 — 6. september 1984
ti
lækni
sær av málinum, um tyg-
um ikki vilja flyta av tyg-
um sjálvum. Eigarin
hevur als ongan rætt til at
fara inn í íbúðina, soleiðis
sum tygum greiða frá.
Tíverri er rættarliga
steða tygara ikki ávirkað
Marner [
Få ,
Frida Patursson, løg-
frødingur
av um tygum hava aðra
ibud at fara i ella ikki.
At eingin leigusåttmåli
er skrivadur hevur i hes-
um føri bert vid sær, at
eigarin kann fáa bót.
Fríða
600 bíða saman við tær
bidilistin hjá dagrøktini er
langur — fleiri metrar
2 inntokur skulu til hjá okkum
vit vilja bæði arbeiða
soleiðis var fyri knoppum
ári síðani
nú ert tú komin >mín skattura
omma tín sigur: »litla grussan
omman hevur ansað sínum 5
honn er troytt — hevur sín
fulla rætt at siga »nei«
Malan, ið ber er 16 sigur:
hjá mær!< meðan hon lær
pápi tín leitar eftir
vøggustovuplåssi
og eg vid honum
eg tosi vid Poul, Leiv og Emly
hann við Katrin Sólgerð og Nancy
„hví fáa sær born undir
slíkum umstoðum ?«
Vit er farin at hugsa:
>skal okkara ynskibarn gerast
okkara størsti trupulleiki ?«
ID
Um nøvn
Brudleyp
Friggjadagin 7. sept. gift-
ast i Gøtu kirkju Maur-
entsa Mohr Poulsen úr
Havn og Manbjørn Mart-
inson i Grund ur Søldar-
firði.
Brúdleypsadr.: Stokka-
stovan.
,
Progv
Jóannes Lindarstein, Tórs-
havn, hevur við Handils-
skúlan í Keypmannahavn
lokið prógv sum cand
merc. i revisión. Hann
starvast hjá Grannskoð-
arafelagnum Carl V.
Weihe, Tórshavn.
Eitt plástur aftan fyri
oyrað — og sjóverkið er
burtur
Eitt plástur aftan fyri
oyrað kann nú fáast,
sum fyribyrgir sjó-
verki og koyrisjúku.
Tað er Scopoderm
plástrið, sum kom á
marknaðin stutt fyri
summarfrítíðina í ár.
Føroyingar, sum
hava verid uttanlands
hava roynt hetta, og
ein lesari sendi okkum
tilfar um tad. Hann
helt tad vera so av-
bera gott, at tað var
vert at upplýsa nærri
um tað.
Scopoderm er heitið
á hesum plástri. Tað
fæst á Apotekinum,
men krevur lækna-
ávising. Tvey plástur
eru í hverjum pakka,
sum kostar 48,10 kr.
Eitt plástur virkar
upp til try døgn. Scop-
oderm plástrið verður
sagt at vera uttan hjá-
árin, men bert skal ein
vita frammanundan,
nær brúk er fyri tí.
Tað byrjar at virka
fimm, seks tímar eftir,
at ein hevur heft tað
aftan fyri oyrað.
Fyrimunurin við
plástrinum er, at tað
gevur frá sær ávísa
mongd av heilivág í
senn, so ávirkanin
ikki verður sterri enn
hægst neyðugt. Vanliga
hjáárinið, at, gerast
móður og vilja sova,
tá ein hevur tikið sjó-
verkstablettir, er ikki
til staðar her.
Tað ber í sær, at bil-
forarar og fiskarar í
sínum arbeiði kunnu
nýta Scopoderm
plástrið, uttan at tað
nervar arbeiðsgongd-
ina.
Dag