Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-09-08, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. september 1984síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 tíðindablaðið … #0 LSE LÅ Syndarlig gongd í siglingarmálinum: Mót endanum av borgar- liga valskeiðnum byrja nakrar av fylgjunum av tilvildarliga politikkinum og tervandi semjum at koma til sjóndar. Ein sera álvarsom fylgj- a er at eini 150 arbeiðs- pláss verða nidurløgd, ti Norrena verður útleigað og Teistin lagdur. Hóast hetta bert er eitt afturstig av mongum, hendir tað á einum eki, sum so nógv stríð stóð um. Ja, á ti eki, sum var sjálvur upprunin til hesa morgráu samgongu. Tí mugu helst mong - í hesi viku siglingin endar — gera sær hugleiðingar um hetta. Ósemjan um Smyril Osemjan um siglingarmál- ið byrjaði longu i 1974, tå javnadar-sambands-sjålv- stýrislandsstýrið fór at leita eftir skipi at avloysa Smyril. Landsstýrisumboð sjálv- stýrisfloksins og javnað- arumboðini hildu longu tá, at rættast var at keypa bæði Mikkel og Morten Mols, skuldu bæði Suður- oyar- og Norðoyasigling- in loysast og meguleiki verða fyri at ávirka eina uttanlandasigling. Ohugsandi var at sam- bandið kundi ímynda sær slíkan »ørskap«, so málið var framvegis til umhugs- unnar við landsstýris- skiftið í januar 1975. Tverturímóti ti, ein kundi vænta, var sjálv- stýrisflokkurin nú ímóti — ja, hann kom at spæla eina syndarliga rollu, tí sambandið >skoraði stig- ini«, og í einum av teim flokkum, sum komu í samgonguna í 1975, var bert undirtøka frá tveim- um monnum, og hon var treytað av, at Smyril skuldi røkka ti nærum 6- gjørliga. Tað vat sostatt við neyð og deyð at annað skipið fekkst. Vit fingu eina for- nidurløgd kryplada byrjan, og teir møguleikar sum lógu i ferðamannasigling skuldi igjøgnum eitt áralangt stríð um Lassa II, Mikkel Mols og Gustav Vasa, áðrenn nakað kom ávegis. Skipafelggini amokk Á odda í stríðnum lógu skipafeløgini, sum heilt ó- grundað ræddust eina ev- arska lítla kapping. Lóðrið var ein reð av villleiðandi útrokningum, sum sýndu, at onki kundi bera til, sýndu at nýmót- ans Roll-on, Roll-off flutn- ingur var fullkomuliga ó- nýtiligur hjá føroyingum. Ja, í herferð síni ímóti uttanlandssigling gingu hesir »farmasiglingar- menn« heilt amokk. Smyril skapti grundarlagið Kortini arbeiddi Smyril stútt og miåvist undan eitt grundarlag, sum ein verunlig »forrætning« kundi bygt á, hevði vilji verið til at keypt fyrst Lassa II fyri 36 mill. kr. og síðani Gustav Vasa fyri 95 mill. kr. og seinni enn eina ferju til at rekja rut- urnar í Norðuratlantshavi og á Norðsjónum. (Nú fingu vit bert Gustav Vasa fyri 140 mill. kr.). Tá meguleikarnir, sum Smyril skapti, dagaðu undan, fingu teir vinnu- ligu siglingardvergarnir so ilt í búkin, at teir písk- aðu borgarligu flokkarnar til at geva royndunum til at útvega stórt tal av arbeiðsplássum í skipað- ari samvinnu ímillum al- ment og privat nidings- høgg. Er loysnin privat? Úrslitið var ein »privat« loysn, sum er so lítið privat, sum nakað kann vera. Øll ábyrgdin og alt undirskotið er alment. Í- legupeningurin fyri stóran part goldin av skatta- borgarunum, sum mugu rinda fyri avskrivingar- nar, rakstrarpeningurin goldin av brúkarunum yv- ir okursfraktir. Bert av- gerðarrætturin er privat- ur, men hetta er jú eisini sera avgerandi. Tað, sum vit mistu í hesi loysn, var ikki bert ein skjót útbygging av ferðamannafluttningsvin- nuni, men eisini megu- leikan fyri eini verulig- ari samskipan av allari sigling uppá Feroyar og ” Va … - æ- m #1 Kris“ >" 150 arbeiðsplass Avlopsorkan í farmasigling upp á Feroyar fleir- faldað. Samskipan framvegis ongin. Eginpenings- minguleringin sterri enn nakrantíð. Samgongan gav ferðamannasiglingini eitt álvarsligt bakkast. 150 arbeiðspláss nidurløgd. Hetta sigur Atli Dam í eini viðmerking: fyri rationellari nýtslu av feroyskari orku (kapital- orku, vitan og dugnalig- heit). Tey skipafeleg, sum ikki vildu eina samskipan av fluttningi til og úr Fer- oyum, og sum segdu at kapasiteturin var alt ov stórur, hava nú hvert sær við landskassans peningi framt eina fleirfaldan av hesum kapasiteti — av- lopskapasiteti — soleiðis at eini 6-7 nútímans Roll- on, Roll-off skip nú sigla reyv í reyv ímillum Dan- mark og Feroya. Kvart- fylt við verum, sum tað tí má kosta risaupphæddir at flyta. Avlopsorkan fleir- falda Skipafelagsskipini eru longd og umbygd. Trader- line — sum var einasta felag, ið metti samskipan neyðuga, mátti lúta — fær nú eitt risaskip, skal felagið ikki tapa í kapp- ingini. Star felagið hevur bygt tveir bátar, uttan at tað nakrantíð undir sjálv- ari byggingini váttaði, at reeilur eginpeningur var aftanfyri projektið o.s.fr. Men eginpeningsming- ulerið hevur hesi fýra árini verið sterri enn nakrantið, so hetta er ikki logið. Hesi felog fingu ásett ta treyt, at Norrena mátti ikki kappast í farmaflyt- ing. Tað kundi verið for- vitnisligt at frætt, um landsstýrið hevur gjert nakað fyri, at hendan treyt eisini skal galda fyri hitt ferðamannaflutnings- felagið, nevniliga DFDS. Stríðið um Gustav Vasa kostaði Teistanum eitt leigumál yvir fleiri ár í Trinidad. Eitt leigumål, sum kundi givið einar 10-12 mill. kr. árliga í nettovinningi. Hann liggur bundin við bryggju, so tað verða ikki bert tey 130 arbeiðspláss- ini umborð á Norrenu, vit missa, men eini 20 um- borð á Teistanum eisini. Norrøna må liva inntil aðrir taka við »Privata« loysnin gav eitt risahall fyrsta árið, soleið- is at skipið nú kemur at »larra« igjøgnum komandi árið vid lítlum møguleika fyri at konsolidera seg figgjarliga, men við eini munandi innspræning úr landskassanum sum for- treyt. Komandi summar verð- ur so aftur farið undir sigl- ing eftir einum rutuupp- leggi, sum ikki er ration- elt og lenandi, tí skipið ikki einsamalt kann rekja tað rutukervið, sum eigur at hanga saman. Ein fortreyt fyri veru- liga at vinna pening, er at ílagt bleiv í fødirutur, eitt nú Feroyar Skotland, Skotland-Shet- land-Bergen, Bergen- Hanstholm o.s.fr., soleið- is at Norrena mest var nýtt á Damnarkar-Før- oya-Íslandsrutuni. Men skipið kemur vón- andi at yvirliva, inntil onnur meira viljandi fólk taka yvir landsins stýri, soleiðis at ein náttúrlig út- bygging av hesum vinnu- meguleika foroyinga kann fremjast. Planløgd útbygging Javnaðarflokkurin hevur alti3 virkað fyri eini út- bygging av feroyskari farmasigling innan eki, har vit kunnu kappast, og hann vil framvegis gera tað. Men farast má fram Nr. 105 — 8. september 1984 við skili og skynsemi, so- leiðis at ein óregulerað iløga uppá 1000 mill. kr. eftir tveimum árum ikki kyrkir okkum tí proppur kemur í búskaparliga æðráiagið. 20 % omanfyri vandastrikuna Við 3000 milliónum í utt- anlandaskuld ella 60 % av bruttotjóðarúrtekuni verð ur tað sera avmarkað, hvat vit megna at gera, tí rentu- og avdráttarbyrð- an stjelur so stóran part av orku okkara, og tí vandin fyri at lángevarar- nir seta okkum undir »administration« er so stórur. Vit liggja jú 20 % om- anfyri tað sum IMF (al- tjóða gjaldoyrisgrunnur- in) setur sum ovasta van- damark. Men verður tað, sum vit kortini kunnu gera, gjørt við skili, so munar tað eisini, sum frá líður. Forleypari Hesi 150 arbeiðsplássini av Norrenu og Teistanum og tey mongu flakavirkis- arbeiðsplássini, sum eru í vanda, eru helst bert for- leyparar í einum kreppu- útviklingi, sum verður tungur at koma igjøgnum. Tí er nú meira neyðugt enn nakrantíð, at menn sum tora at leggja rygg til eina skilagóða stýring og prioritering sleppa undir settningin. Ein kann tjakast um hvat slag av politikki rættast er at reka, borgar- ligan ella sosialistiskan, men ringast av ellum er ongan politikk at reka, tí ein ikki kann semjast um minsta sindrið.