Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-09-08, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. september 1984síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 105 — 8. september 1984 — Blaðmannafelagið nú upp- aftur betri møguleikar at sleppa við samstaru Á næsta ársfundi hjá Nordisk Jornalistforbund (NJF) — hann verður í Noregi í august 1985 — fer formansskapurin at skjóta upp og mæla til, at Føroya Blaðmannafelag (FB) fær limaskap í NJF. Hetta bleiv avgjert longu tíðliga í ár, men av- gerðin bleiv staðfest á fundinum í Havn í vikuni. Formansskapurin hjá NJF hevur fund í hverjum ársfjórðingi. Fyri at fáa meira at vita um FB og føroyskar fjølmidlar varð avgjørt at hava hendan triðja fundin i år i Før- oyum. Formansskapurin fór eisini á hendan hátt at hava betri fortreytir fyri at gera tilmælið um fer- oyskan limaskap, nú hann hevði verið á staðnum. Tað, sum tey níggju fólkini úr teimum fimm norðurlendskt limalondunum sóu og hoyrdu her, var í hvussu so er ikki atvoldin til nakran iva um, tað er rætt at taka FB uppí sum sætta landið. Tvørturi- móti vóru fleiri uppaftur vísari í, at tað er rætt at Feroyar koma við í sam- arbeiðið í NJF, sum um- boðar umleið 25.000 jour- nalistar í Íslandi, Noregi, Sveríki, Finnlandi og Dan- mark. Skjót avgreiðsla Tað vóru íslendingar, sum á einum fundi í fjør av sínum eintingum reistu spurningin um feroyskan limaskap. Síðani hevur Norsk Journalistlag, sum í løtuni hevur umsitingina av NJF, arbeitt við málinum tíðindablaðið Síða 5 Hóast stedgurin var stuttur í Føroyum vóru kortini stundir til myndateku uttan fyri fundarhølid. Frá vinstru: Anna Skadtved, Noregi, Jón Ásgeir Sigurðsson, Íslandi, Trygve Moe, Noregi, Hegni Djurhuus, Feroyum, Tove Hygum, Danmark, Eila Hyppønen, Finnlandi, Helle Grás, Danmark, Ómar Valdemarsson, Íslandi, Yvonne Gille, Sveríki og Tore Sjelie, Noregi og arbeitt skjótt. Formansskapurin fekk Lækni til arhejøs plåssini Landsstyrid fær nu tilmæli um at seta lækna at arbeida við heilsuligum viðurskift- um á arbeiðsplássum Landsstýrið setti fyri ein- um ári síðani ein arbeiðs- bólk at kanna, um tervur er á einari virkisheilsu- tænastu í Feroyum. Hes- in arbeiðsbólkur samtykti týsdagin at mæla til, at fólk verður sett hálvan dag hjá Arbeiðseftirliti- num og hálvan dag sum hjálparfólk hjá lands- læknanum. Í arbeiðsbólkinum eru umboð fyri Landsstýrið, Arbeiðseftirlitið, Steðisút- búgvingina og landslækn- in. Eli Davidsen, leiðari á Arbeiðseftirlitinum, fegn- ast um avgerðina hjá ar- beiðsbólkinum. Hann hel- dur ikki, tað skuldi verið nakar trupulleiki at seta ein lækna. Arbeiðseftirlit- ið hevur pengar til tvey starv, sum ongin er í í let- uni. Bíðað verður við at sekja eftir fólki til hesi sterv, tí arbeitt verður við einari umlegging av stovninum. Ætlanin er, at metingarstovnurin, sum er undir Arbeiðseftirliti- num, skal leggjast undir onkran annan stovn, so Arbeiðseftirlitið kann ger- ast arbeiðseftirlit burtur- av. Eli Davidsen væntar ikki, tað verður so leingi til nakað fer at henda við hesum. Neyvan samarbeiði Annars sigur Eli David- sen, at Arbeiðseftirlitið tekur fult undir við tí, sum landslæknin í ársfrá- frágreiðingar um FB og um pressuna í Feroyum f #7 "Skip eru vandamikil arbeidsplåss. Har henda SB triggjar av fýra arbeiðs- ólukkum greiðing hevur viðmerkt um arbeiðsmedisin. Eli Davidsen heldur tó, tað verður torfert at fáa í lag nakað samstarv mill- um Arbeiðseftirlitið og Skipasýnið. Royndir vísa, at ringt er at fáa samstarv at virka millum feroyskan stovn og stovn, sum er 100% danskur. Eitt nú er spurningurin um pengar ringur at greiða. Landslæknin skjýtur upp, at Arbeiðseftirlitið og Skipasýnið arbeiða saman um at fyribyrgja arbeiðsskaðum, serliga í fiskivinnuni. Eli Davidsen sigur, at umleið 75% av teimum arbeiðsskaðum, Arbeiðs- eftirlitið fær fráboðan um, henda umborð á skipum. hd og vitjað varð á trimum journalistiskum arbeiðs- plássum, Sjónvarpi Fer- oya, Útvarpi Feroya og Sosialinum. hd Stórliga bilsin av blaðútgevarum Journalistar í eðrum lond- um eru stórliga bilsnir av at hoyra, hvussu lítið blað- útgevarar í Feroyum virða tað journalistiska yrkið. Vanvirðingin er millum annað komin til sjóndar í teimum sáttmálasamráð - ingum, Føroya Blað- mannafelag hevur havt vid føroysku blødini. Eisini formansskapurin i Nordisk Journalistfor- bund, sum hevði fund i Havn nú i vikuni, undrad- ist á stødu útgevaranna og tóku hetta við í eini yvir- lýsing frá fundinum. : >Vi er í heyeste grad for- bauset over den negative holdning som de fleste ut- givere har vist, nár det gjelder á anerkenne journ- alistisk arbeide í aviser som en kvalifisert pro- fesjon í et moderne sam- funn«. Teir journalistar, sum starvast i Utvarpinum og Sjónvarpinum eru mun- andi betur lentir enn starvsfelagar teirra á blød- unum, hóast hesir í nógv- um ferum hava somu út- búgving. Bladutgevarar halda tað ikki vera nakra grund til at geva somu len fyri sama arbeiði. Yvirlýsingin hjá NJF ljóðar annars soleiðis, í føroyskari tyding: »Formansskapurin i Nordisk Journalistfor- bund hevur á fundi i Tórs- havn 4.—6. september 1984 viðtikið at lata Før- oya Blaðmannafelag fáa sterri lut í samstarvinum millum norðurlendsku journalistafeløgini, sum umboða 25.000 journalist- ar. Nordisk Journalistfor- bund fegnast um, at før- oyskur journalistikkur i øllum fjølmidlum er vorðin meira professionellur. Hetta er rætta gongdin. Nordisk Journalistfor- bund harmast stórliga, at tað ikki hevur eydnast Føroya Blaðmannafelag at fáa ein lenarsáttmála við føroysku blað jitgevar- arnar. Tað undrar okkum ikki sert, at flestu útgevararn- ir eru so negativir, tá talan er um at viðurkenna journalistiskt arbeiði á blødum sum eitt fullgott yrki í einum nútíðarsam- felagi. Nordisk Journalistfor- bund gevur Feroya Blað- mannafelag fullan stuðul í kravinum um lenarsátt- mála á hædd við teir í eðr- um Norðurlondum, soleið- is at journalistar á blødum hava somu lenar- og arb- eiðskor sum eru á eðrum fjølmidlum. Nordisk Journalistfor- bund fer at geva starvs- feløgum sínum i Feroyum allan meguligan stuðul í fakliga arbeiðinum og á eðrum ekjum, sum kunna virka við til at styrkja journalistikkin sum yrki í Føroym«.