Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-09-08, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. september 1984síða 20

‹ fyrra síða allar 20 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tit ringja — vit skriva Er nakað á vási? — Ivamál? Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara. Vit eru til reiðar! Standmyndirnar undir Glaðsheyggi: # foto: kalmar Bunadarfrød- ingur við listagåvum Kanska hava tvey fólk einaferð gingið framvið á Glaðsheyggi, har sum standmyndirnar nú hava fingið pláss. Tað er Eyvind Dals- gaard, sáli, sum hevur gjørt hesi listaverk, sum hann stoypti í gipsi í síni tíð. Nú eru standmyndir- nar stoyptar í bronsu, sum Jens Peter Kellerman í Danmark hevur staðið fyri. Mentamålanevnd by- rådsins samtykti i fjør at friåka um økid undir Gladsheyggi, og her er tað Eyvind Dalsgaard, lista- maður, kemur inn í mynd- ina. Hver var Eyvind Dals- gaard, vilja helst mong ungfólk spyrja? — Jú, tað er hann, sum t.d. hevur skapað bú- merkið »styrimadurin«, sum Sjóvinnubankin nýt- ir. Umframt hetta hevur Eyvind Dalsgaard eisini gjørt standmyndirnar undir Gladsheyggi: »Kona vid dillu« og >Maður vid torvleypi«. Standmyndir- nar av Sverra Patursson og Hans Andrias Djur- huus hava flest øll sæd. Eyvind Dalsgaard var ættaður úr Skálavík, har Eyvind Dalsgaard, bunadarfrødingur og og listamaður. Hóast hann hevdi stóran áhuga fyri búnaðar- frødi, so var hugurin til listaarbeiðið enn størri. Bert vóru umstødurnar ikki til hetta arbeidid burturav. Hann doyði bert 47 ára gamal í 1952 a 4 hann varð borin í heim í 1905. Hann fekk útbúgv- ing innan landbúnað — arbeiddi á Royndarsteð í Tylstrup í Jútlandi og fekk seinni prógv á Land- bohøjskolen i í Keyp- mannahavn. Heimafturkomin fór hann á Búnaðarfelagið at arbeiða, har hann var skrivari í mong ár, til heilsan fór at bila. Eyvind Dalsgaard doyði í 1952, eftir at hann í mong ár hevði verið sjúkur. Hann hevði scle- rosu og sat í koyristóli seinastu árini, hann livdi. Longu sum smádrongur vísti Eyvind Dalsgaard, at hann hevði listagávur. Undir fyrra heimsbardaga plagdi hann at gera mynd- ir burtur úr voxi, sum rak upp á land í Skálavík. Hóast hann var kendur sum búnaðarfreðingur, hevði hann evnini til eisini at gera skapandi arbeiði uttanfyri arbeidstid. Eyvind giftist við Sigr- id, nú Olsen, sum er ættað úr Sandvík, í 1943. Tey hittust í heiminum hjá foreldrunum hjá Eyvindi, á Mølini í Skálavík, har Sigrid tænti. Tá plagdi Eyvind at koma at ferð- ast. Hann var 38 ár og hon 21 ár, tá tey giftust og tey fingu trý bern. Sigrid Olsen sigur í práti við Sosialin, at Eyv- ind á Búnaðarfelagnum hevði eitt heli, har hann hevði meguleika at ar- beiða við myndum sínum aftaná arbeiðstíð. Tey búðu á Landavegnum í húsunum hjá Óla Morten- sen. Eyvind teknaði og evnaði til standamyndir- nar í voxi. Tá hetta arbeiðið var gjørt, stoypri hann gipsformar, har myndirnar síðan vóru gjørdar í. Hesum arbeiði fekk hann innivist fyri á verkstaðnum hjá Ola Mor- tensen. — Tað var kravmikið arbeiði, sum tók nógva tíð. Eyvind hevði bert gips at arbeiða við, og tað var drúgt og ógvuliga torfert at arbeiða við, tí tað brotnaði so illa. Hóast ådurnevndu Lýsingar: Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritskum og einstaklingum í lýsingaspurningum. Hetta verður gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran. standmyndir eru tær, sum fólk flest hava sæð, so skapti Eyvind Dalsgaard eisini aðrar lutir, eitt nú til selu í handlunum. Hann evnaði ein ljósastaka, húðuskógvar, mannin við torvleypinum og neyta- konuna við dyllu til, sum vóru margfaldaðir. Sigrid minnist, at neytakonan kostaði 50 krónur og maðurin við torvleypinum 100 krónur. Hví prísmundur var, veit Sigrid ikki frá at siga. Hann gjerdi eisini gips- mynd av Havnar kirkju, men var tað bert gjert í einum eintaki. Eyvind Dalsgaard ar- beiddi altíð við livandi fyrimyndum. Soleiðis var Anna Debes fyrimynd, tá neytakonan við dyllu varð til. Hin standmyndin, sum nú stendur undir Glaðsheyggi var Tróndur í Kirkjugarði í Skálavík fyrimynd. Viðvíkjandi stýrimanninum minnist Sigrid Olsen, at Meinhard Lamhauge var fyrimynd, men at Eyvind síðan gjørdi andlitið úr síni egnu speg- ilsmynd. Á vetri 1944 var ógvu- liga nógvur kavi, og hetta fekk eisini hugflogið fram Bernini á Landa- vegnum vóru fegin um kavamannin, sum Eyvind Dals- gaard gjordi teimum á vetri 1944 úti á Svínaryggi í listamanninum. Kavin var tá so góður at evna til og Eyvind Dalsgaard gjørdi tá saman við børn- unum ein kavamann, sum nógv havnarfólk enn minnast. Bernini hildu tað vera ógvuliga spennandi, men tá kavin tinaði og maðurin somuleiðis, komu bernini grátandi inn at siga frá. Í 1945 fór Eyvind Dals- gaard til Danmarkar at fáa sær heilsubót. Hann var tá merktur av sjúkuni sclerosu. Hann fekk skurðviðgerð og kom heimaftur, men heilsan var ikki góð. Síðan fór hann aftur til Danmarkar í 1946, og tá hann kom aftur, fór hann ikki til arbeiðis aftur. Hann fekk arbeiði frá Búnaðarfelag- num heim til hús, so hann kortini kundi fáa nakað frá hondini. SEinastu árini sat hann í koyristóli og var so brekaður, at hann fekk ikki arbeitt við listaverk- um. Hann doyði í 1952, bert 47 ára gamal. Eyvind Dalsgaard var búnaðar- froðingur og hetta starv hevði hann burturav. A hugan til búanaðarfreði var eisini stórur, og hann skrivaði eina lærubók til ein komandi búnaðarskúla eins og hann hevur fingið innivist í Varðanum við skriving síni. Dagny Joensen